Viser opslag med etiketten uppskrift. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten uppskrift. Vis alle opslag

28 januar 2015

Mandlumjólk

Fyri einum ári síðani visti eg ikki, hvat mandlumjólk var. Takkað verið vinkonuni hjá mær, Guðrun, veit eg hvat mandlumjólk er. 
Eg brúki hana til havragrýn, greyt, smoothies, dessertir og heimagjørdan ís.
Mær dámar ógvuliga væl smakkin á tí, ein kann keypa í handlinum, men tann mandlumjólkin er so dýr! Ein pakki kostar 26,95 kr (í FK) og 29,95 kr (í Bónus). Eg brúki 1 pakka um vikuna og tað verður til 107,88 - 119,80 kr um mánaðin.

Ein annar møguleiki er at gera mjólkina sjálvur. Hvussu hugsar tú? Mandlumjólk er gjørt av mandlum og hon er sera nemm og skjót at gera! Tað einasta sum tekur tíð, eru mandlurnar, tí at tær skulu liggja á blot yvir nátt. 
So er spurningurin: er tað bíligar at gera mandlumjólk? 
Allarhelst ikki, tí at mandlur eru ikki bíligar. Eg keypi tær, tá tær eru á tilboð og tá fær ein tær ofta 2 pakkar nógv bíligari. 


Tær einastu rávørunar, sum tú skalt brúka, eru:

  • 100 g mandlur
  • 300 - 400 ml køldum vatni


Harafturat skal tú brúka: 

  • blendara
  • viskustykki til at síla við 
  • djúpt ílat

Tá ið mandlurnar hava ligið yvir nátt, koyrur tú tær í ein blendara saman við vatninum og blendar til mandlunar eru heilt fínt blendaðar. Um tú vilt, so kanst tú koyra eitt sindur av vanilju ella Stevia í. Legg viskustykki eitt sindur niður í ílatið og síla síðani. At enda kanst tú spakuliga pressa mjólkina úr viskustykkinum og tá tú er liðug at pressa, hevur tú bæði mandlumjólk og mandlumjøl. Tað eru nógvar uppskriftir uppá køkur og dessertir, sum hava mandulmjøl í. 

Mær dámar væl at gera eina roynd og at gera ymiskt frá botninum, tí gjørdi eg hesa mandlumjólkina. Hon smakkar av mandlum, men er ikki líka søt, sum tann ein keypur í handlum. Tí koyrdi eg eitt sindur av Stevia í. Stevia er eitt natúrligt søtingarevni.








Fløskuna keypti eg fyri nøkrum árum síðani frá Vøruhúsinum á Hjálla fyri uml. 9,95-19,95 kr.



Hetta er ein vanligur morgunmatur hjá mær. Havragrýn við hunangi, bláber ella peru og okkurt slag av mjólk. Í hesum føri er tað heimagjørd mandlumjólk.  

Inspiratión: carrotstick.dk/hjemmelavet-mandelmaelk/

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde

04 oktober 2014

Damusnapsur v/tranuberjum

Er tú ikki til teir reinu beisku snapsarnir, so er hetta nokk ein snapsur fyri teg. 
Endiliga ein snapsur, sum smakkar. Ger hann í góðari tíð fyri, at hann skal blíva søtur og liðugur til tíðina :)

Grundin til at eg kalla hendan snapsin fyri ein damusnaps, er tí at hann er søtur. Mannfólk kunnu sjálvandi eisini drekka hann. 



Hetta er uppskriftin, sum eg kom fram á í blaðinum Isabella:

1 kg tranuberjum
saft og skal av 1 øko appelsin
4 dl vodka
4 dl sukur
1 stong kanel

Sker berðini og appelsinina, við skalinum á, í smærri stykkir. Koyr tað í eina stóra krukku saman við øllum hinum. Ryst javnliga og lat tað trekkja í umleið 1 mánaða. Skal standa kalt og myrkt. Sýla áðrenn tað verður stoytt í ein fløsku og borðreið síðani.



Eg broytt eitt sindur upp á uppskriftina. Eg koyrdi bara 200 gr av turkaðum tranuberjum í og eina stóra kanelstong. Vodka er ikki bíligt, tí brúkti eg Drakkar.

Hesin snapsur er góður til øll jólaborðhaldini, sum eru á veg. Av tí at snapsurin skal standa so leingi, er tað gott at byrja nú.

Um tú ikki ynskur, at hann at vera jólaligan ella hevur hug at gera hann aðra tíð av árinum, droppa so appelsin og kanel.

Vit á (táverandi) arbeiðsplássinum fingu gleði av honum til seinasta jólaborðhaldinum :)


Tranuberju fáast til keyps í FK og Bónus (Earth Control, 2 pk upp á tilboð). Drakkar kostar 199 kr í Rúsuni. 


Eg havi sett snapsin inn í køliskápi, har tað er kalt og myrkt. So nú er einki annað hjá mær at gera enn at verða tolin og at rysta tað dagliga.


Tað er skjótt og nemt. Skál og væl gagnist :D 

Takk fyri, at tú læs mín blogg.

Hav ein góðan dag :)

@solmunde

05 januar 2014

Ikki tíð ella orku til at keypa inn til náttara. Smekka okkurt lætt og skjótt saman 2

Eg var svong og hevði ikki verið til handils. So eg fór at hyggja, hvat vit áttu inni. So at siga tað einasta vit áttu, var hvítleyk, reyðleyk, gularøtur og pasta, so eg avgjørdi av gera eina suppu eftirsum at tað er so kalt í veðrinum. 

Uppskriftin:
1 stórt fet av hvítleyki
1 reyðleyk
3-4 gularøtur
200 g pasta
Vatn
Mjólk
1 grønmetis bótamola
2 høsnarunga bótamolar
Karry, salt og pipar. 

Eg byrjaði við at koyra smør í botnin á grýtuni og svitsa hvítleykin og reyðleikin saman við karry. Sker gularøturnar í tunnar skivar og koyr í, síðani vatn, mjólk og bótamolarnir. Eg kókaði pasta við síðinanar av, tí at annars sukar pastaði vatuna í seg. Sera nemt og smakkar væl :)



Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

07 november 2013

Ikki tíð ella orku til at keypa inn til náttara. Smekka okkurt lætt og skjótt saman

Summir dagar er ein ikki heilt, sum ein plagar at verða...

Eg hevði fúla høvuðpínu í kvøld, tá ið eg kom heim og tað endaði við, at eg ikki orkaði at gera døgurða. Eg legði meg á hitapútuna í umleið tveir tímar, so var eg klár. Eg hevði ikki tikið nakran døgurða upp og eg tímdi ikki at eta tað sama páleggið, sum eg hevði gjørt tann dagin.
So eg tók tað framm, sum eg helt kundi brúkast. Eg fór at gera eina eggjakaku. Eg kundi hugsað mær ymiskt annað at koyra í, men eg tímdi ikki út aftur.

Her er uppskriftin uppá hesa heimagjørdu eggjakaku (vurdering).

3 egg
1-2 dl mjólk
1/3 leyk
2 spsk sweet chilli sauce
1/4 piparfrukt
fetaost
citróngras
salt
pipar




Eg lat hana simra eina løtu, so setti eg pannuna inn í ovnin, so at toppurin skuldi fáa sítt. Aftur við hevði eg 1 breyðstykki. Hetta var nummar 3. Mær dámdi eggjakakuna og eg fari at gera hana aftur. Hon var eitt sindur sterk og tað er tað góða fyri meg. Hevði eg átt Tex Mex rivnan ost inni...

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

11 september 2013

Banan pannakøkur (sera nemt og bíligt)

Nú eri eg aftur við eini matuppskrift! :) Eg elski mat og tað sæst á mær, tíverri!

Ein dagin kom eg fram á eina heimasíðu, sum hevur ymiskt um suntheit. Harímillum eg fann á hesa uppskriftina. Eg bleiv bilsin og segði við meg sjálva: "hasa fari eg at royna!"

Morgunin eftir tók eg foodproccer'in fram og fór í gongd. Hon er sera sera einføld, nemm og skjót! Tað einasta, ið skal í, er 1 banan og 2 egg. Jú, eg meini tað! 

"Hvussu úrslitið bleiv?" Tað bleiv lekkurt :) Eg átti tíverri ikki hunang inn, tí eg át sirop omaná :)


Eg hopi, at tú roynur hetta. Góða eydnu.
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

28 august 2013

Morgunmat (eggjakøka)

Herfyri hevði eg Tupperware-party hjá okkum og eg keypti millum annað 1 ílat til at gera eggjakøku í, ella sum onkur kalla tað omlette. 

Vit ótu heimagjørdar matpannukøkur í vikuni og tað leyp av av grønmeti. Ofta endar tað við at grønmeti verður ov gamalt og fer í skrell :(

Morgunin eftir visti eg ikki heilt, hvat eg skuldi fáa mær til morgunmat. So kom eg í tankar um eggjakøkuílatið og grønmeti. Egg hevði eg keypt. 

Eg miksaði 2 egg og 1 dl mjólk saman, koyrdi í ílati og tað grønmeti eg vildi hava omaná og so inn í mikroovnin í umleið 3 min. 






Tað einasta keðiliga var, at eg gloymdi at koyra kryddaríir í..

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

04 november 2011

Perusnapsur

Nakrar ferir um ári fái eg blaðið Isabellas við posti og tá eg fái tað innum hurðina, kann eg sita leingi og granska tað. So 1 kvøldi sat eg og blaðaði í tí og kom fram á hesa uppskiftina og hugsaði, at eg ongantíð hevði gjørt nakran uppskrift uppá snaps. So tað fór at eg royna..
Eg brúkti:
3 perur
4 stengur kanel
1/2 stong vaniljusukur
2 tsk korianderfrø
1 1/2 tsk sukur
1 litur snaps ella vodka

Sker skæli av perunum og sker perunar í smá stykkir. Koyr perustykkini í eina krukku ella 1 ílat við loki, saman kanelstengrinum og vaniljustongini. Koyr restina í og lat tað stanka kalt og trekkja í umleið 4 vikur. Minst til at rysta krukkuna javnliga. Eftir umleið 4 vikur sýla blandingina og koyr snapsin í eina fløsku og lat hvíla í nakrar vikur, áðrenn tað verður drukkið. Hóskar væl við t.d. ost ella sildamat.
Eg gjørdi 1/2 uppskrit, tí eg fekk also ikki 1 litur í mína krukka :s So alt bleiv eftir uppskriftini uttan hasin liturin av vodka...
Eg var so spent og tímdi illa at bíða! :P So eftir nógvar vikur av at ryst og hugt uppá krukkuna í køliskápinum, kunnu vit endiliga smakka okkum á :p 
Fløskuna tóku vit fram á valkvøldinum ;) 2 grannar kom framvið og teir fingu eisini smakka á og øll dámdu hann væl :D Tó hildu teir hann vera 1 sindur jólaligur. Tað kann allarhelst hava verið kaneli...
Konsistensurin var 1 sindur tjúkkur, vegna mangul av vodka, sum gjørdi at hann var søtur og kendist 1 sindur sum likørur.
Fløskuna keypti eg hjá Tinghúsinum á Hjalla fyri umleið 1 ári síðan :)

Niðurstøðan er tann, at eg aftur fari at gera hendan perusnapsin. Helst til jólaborðhaldi saman við Hugnabandanum o.ø. í des, um eg klári tað :D

Eg vil eisini heilsa Fastur og ynskja henni til lukku við degnum :D

Hopi, at tú roynur hetta og góða eydnu :D So skál :p
Takk fyri, at tú læs mín blogg og gott vikuskifti :D

@solmunde  

27 oktober 2011

Pumpkin :D (2011)

Enduliga fann eg 1 nøkuliga pent græskar :D Tað kostaði 50 kr í Miklagarði :( Oh well, eg fekk 1 sindur burtur úr :p
Eg fór at skera út og gera pumpkin pie :D


Soleiðis gjørdi eg:
































Hetta er tað eg brúkti (+ 1 bolla)






Dead pumpkin! xp




Tá ein hyggur at muðinum, skal ein ímynda sær, at hann hevur verið seymaður aftur og skriktur upp ;)











Like? :D Eg hevði ikki so nógv tíð at gera tað í, tí er taðnakað einfalt...


Her er so tertan :D


Nice, ha? :D Hon smakkaði vææææl :D


Uppskriftin fann eg á internetinum:
http://spisordentligt.blogspot.com/2006/10/grskartrte.html


Hopi, at tú roynur hana, so góða eydnu :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góða dag :D


@solmunde

13 oktober 2011

Ein heitan kaffimunn with a twist hesa ársinstíð

Hesin spanski kaffispecialitetur er væl dámdur, serliga í Kandisku oyggjunum.
Sera hugnaligur at sita við saman við tínum kæru í hesum kalda veðrinum, kanska serliga í vikuskiftinum. Tað er squat av brennivíni í, so tú burdi ikki drukkið ov nógvar, um tú skalt koyra ;)
Serverast við smákøkum.

Barraquito Kaffi (1 persón)
2 spsk "kondenseret" mjólk
2 cl Cointreau
4 cl espresso ella sterkt kaffi
1 dl lett mjólk
dryss av kanelsukur

Stoyt 2 spsk "kondenseret" mjólkini í 1 glas. Stoyt varðisliga Cointreaui yvir mjólkina. Stoy síðani sera varðisliga tað heita kaffi´i yvir tað. Hita mjólkina, síðani skúma hana og stoyt so omaná og drússa kanelsukuri...
Viðmerkjast skal, at eg ikki brúkti kondenseret mjólk og hevði einki kanelsukur.


Má siga akkurát, sum er, mær dámar betur Café au lait v/appelsin smakki... 

Hopi, at tú roynur hetta og dámar tað, so væl gagnist :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Kelda: Isabellsa, vild med hverdagen

11 oktober 2011

Hyldebæren magi...

Vidste du, at...
  • te fra hyldeblomster kan lindre allergi og høfeber?
  • afkog af hyldeblomster kan lindre hoste og forkølelse?
  • hyldebær er meget rig på C- og A-vitamin?
  • hyldebær er god mod gigt, fordi den den varme suppe eller hyldebærsaften virker sveccrivende og udrensende?

Hyldebærsuppe
3/4 kg hyldebær
4-5 æbler
reven skal fra 1 usprøjtet citron
ca. 2 dl lys rørsukker
2 spsk kartoffelmel
Rib bærene, og kog dem møre med æbler, og citronskallen. Når bærrene brister og æblerne er møre, sies de fra. Kog saften tilbage i gryden samen med sukkeret, lad suppen koge op. Rør kartoffelmelet ud i 2 spsk vand. Sluk for blusset, og javn suppen. Server, mens den endnu er varm.

Hyldebærsaft
1 kg hyldebær
3 sure æbler
1/2 l vand
500 g sukker
1 tsk. citronsyre
Skyl bærrene, og rib dem med en gaffel. Skær æblerne i stykker.  Kom bær og æbler i en gryde samen med halvdelen av vandet. Bring vandet i kog. Nær bærrene brister,  hælder du mosen i en saftpose til afdrypning. Når saften er løbet fra, hælder du den i et målebæger og koger mosen igen med resten av vandet. Mål derefter alt saften, og doser sukker og citronsyre. Giv saften et hurtigt opkog, og hæld dem i skoldende flasker. Læg låg på flaskerne, og opbevar dem koldt og mørkt, evt. i køleskabet.

Hopi, at hetta hjálpur tær og at tú roynur tað, so góða eydnu :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde


kelda: Isabellas, Vild med hverdagen

06 oktober 2011

Sjokulátamousse við melónskum

I´m a sucker 4 chocolatemousse :D Hendan uppskriftin er søt, frísklig og luftig :D Uppskriftin er til 4 persónar.

Sjokulátamousse:
100 g sjokulátu
3 pasteuriseraðar eggjablommur
2 spsk sukur
1 tsk av rivnum appelsinskali
3 pasteuriseaðar eggjahvítar
1 1/2 dl av róma
Melónskúm:
1 lítla melón
1 1/2 pasteurisera eggjahvítar
2 spsk flormelis

Sjokulátumousse: Smelta sjokuátuna yvir vatnbað. Píska eggjablomur og sukur til skúm. Rør appelsinskali og smeltaðu sjokulátuna í. Píska síðani róma og eggjahvítarin stívt hvør sær. Rør síðan alt saman og set í køliskápi í umleið 3 tímar.

Melónskúm: Sker kjøti úr og blenda tað til "en fin masse". Píska eggjahvítarnir stívir og rør flormelisi í og síðani alt saman.

Koyr sjokulátamousse í 1 glas, stoyt melónskúm útyvir og pynta við berjum

Hopi, at tú roynur hana, so góða eydnu :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

03 oktober 2011

Ikki ein marengskøka!

Eg eri vonin so troytt av øllum margenskøkunum... 
Til føðingardagin hjá Fastur´sa bolla, bjóðaði eg meg til at gera okkurt og ynski var ein vaksnamanna køka. Eg hugsaði: "Hmm.. tað skal ikki vera tað sama, sum ØLL gera!"
Eg dámi ikki at vera sum hini hehe, tí eg vanti, at beiggi mín eisini vantar okkurt øðrvísi av mær :p Veit ikki, um tað er gott ella ringt :s
So eg setti meg at blaða... Eg kom framm á ein køku, sum líkist kjallakøku. Uppskriftin er ikki tann sama.  Hendan sær søtari og meir áhugaverd. Hon eitur Kekskøka De Luxe v/makrónum og berðum.  Hon er nemm og skjót at gera, men skal tó stanka kalt fleiri tímar.

Tú skalt brúka:
3 dl róma
300 g myrkari sjokulátu
120-150 g makrónum
3 spsk hindberðmarmuladu
100 g blanda berðum
1 rugbreyðsform ella líknandi

Kóka róman í einum grýtu. Hakka sjokulátuna grovt, koyr í róman og rør væl. Legg bakipapíri í formin. Deil 1/3 av makróninum í botnin av forminum, smyr 1 spsk av hindberðmamuladu á makrónirnar og stoyt 1/3 av sjokulátuni yvir og endutak 2 ferir. Skola berðinum og legg tey omaná. Set køkuna í køliskápi í 5-6, til sjokulátan er blivin hør. Til ber eisini at brúka ladyfingers ella keks. 

P.S. Eg brúkti keksir ístaðin fyri makrónir. 
Hopi, at tú roynur hana, so góða eydnu og væl gagnist :D
Vælkomin at geva mær feedback.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Kelda: Isabellas, Vild med hverdagen

27 september 2011

Okkurt lekkurt eftir ein gongutúr

Mamma og Babba komu at vitja gjárkvøldi og eg helt, at eg skuldi leggja eina plan fyri okkum :p Eg hugsaði, at vit skuldu etað okkurt lekkurt :D men ein kann ikki bara eta og eta, soleiðis tekur ein uppá! 
Eina løtu aftaná tey vóru komin, fyrislóð eg ein gongutúr. Mamma var við uppá tað beinan vegin, men Babba lá og hugdi at fóltbólti, so hann hevði ikki tíð -.- Av tíð at Babba ikki kom við, kom sjeikurin heldur ikki...
Oh well, so fóru Mamma og eg. Vit gingu til vit komu til arbeiðsplássi hjá mær, so fekk eg tað geniala hugskoti at fara at hoppa í trampolin :D Mamma hevði ikki roynt fyrr, so hon bara fneis :p So gjørdu vit :D Hennara orð aftaná: "Eg visti ikki, at tað var so hart" hehe... Vit gingu so víðari...
Komin heim aftur, helt eg tað var tíð til okkurt lekkurt :D Tað bleiv til Tiramizu v/kaffi & jorðberðum í 1 vínglas, sum eg hevði gjørt, áðrenn tey komu. Uhmmm tað smakkaði væl!! :D 1 sindur sterkt av kaffismakki og søtt av jorðberðunum :D Uppskrigtin er til 4 fólk.
Tú skalt brúka:
2 past eggjablommur
2 spsk sukur
3-4 tsk instant kaffi
100 g mascarpone
1 dl av róma
10-12 ladyfingers
1 dl av sterkum kaffi
100 g av jorðberðum
Pynt:
Knúst ladyfingers

Píska eggjablommurnar, sukuri og instant kaffi til krem í umleið 5 min. Píska síðani varðisliga mascarpone í. Píska rómar í einum øðrum fati, ikki stívt, og vend tað síðani í kreminum. Koyr kremi í ein sproytiposa og tak 4 víngløs. Brót 1 ladyfinger í hvørt glas og sker jorðberðinum í skivar. Stoyt eitt sindur av kaffi á hvønn ladyfinger, koyr síðani eitt sindur av kreminum í, del 1/2 av jorðberðinum í glasi og endurtak. Pynta síðani við knústum ladyfingers. Tá tú ert liðug/ur, set í køliskápi í minst 2 tímar áðrenn etið verður.

P.S. Eg gjørdi ikki heilt eftir uppskrift. Eg brúkti 250 g mascarpone, 14 ladyfingers og 2-2 1/2 dl kaffi. Eg koyrdi 1 sindur av sitrónlikør í kaffi og dippaði ladyfingers í tað, og eg brúkti ikki knúst ladyfaingers pynt, men jorðberð. Eg brúkti ikki sproytiposa, ikki 100 g av jorðberðum og ikki víngløs.  

Hopi, at tú roynur hetta, so góða eydnu og væl gagnist :D
Vælkomin til at geva feedback.  
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde


Kelda: Isabella, Vild med hverdagen

23 september 2011

Smootie við frukt og kellogg´s

Ein morgunmatur við proteini :D Skjót og nemt...


Kiwi/vanilju smootie (1 pers)
1 banan
1 kiwi
1 tsk. vaniljusukur
1 dl. reint jogurt
2 dl. mjólk
20 g Kellogg´s All Bran Plus
ísterningar


Væl gagnist :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde



19 september 2011

Café au lait við appelsinsmakki

Í hesum kuldanum er gott við einum krússi av onkrum heitum, søtum og leskiligum. 
Eg kom fram á hesa uppskiftina og helt, at hon ljóðaði lekkur. So eg avgjørdi at royna hana. 

Tú skalt brúka (uppskriftin er til 4 pers):
4 stórum gløsum
2 dl vatn
2 tsk pulvurkaffi
saft og skal frá 1 appelsin
8 dl mjólk
1 dl flormelis


Fá vatni upp á kók og rør pulvurkaffi í. Lat tað trekkja eitt sindur. Koyr mjólk, flormelis, saftina frá appelsinini í eina grýtu og hita. Sløkk beint áðrenn tað kemur uppá kók. Koyr 2 dl av appelsinmjólkin og 1/2 dl av kaffinum í hvørt glas. Pynta við appelsinskalinum.

Uhmm... Tað smakkar yvirraskandi væl :D Hon hóskar væl til árstíðina.

Hopi, at tú roynur hetta, so góða eydnu :D Hon er nemm, skjót at gera og ein eigur helst alt tilfari inni.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

14 september 2011

Lekkrir muffins :D

Ein dagin eg var til arbeiðis, skuldu vit fara at bakað okkurt og vit avgjørdu at gera muffins. So eg fór á neti at hyggja at uppskriftum av muffins og fann hesa, sum eg eri sera glað fyri og havi fingið rós fyri :D


Bananmuffins v/sjokulátu (24 stk)

2 egg
150 g av sukur
1 tsk av vaniljusukur
200 g av mjøl
2 tsk av bakipulvuri
2 tsk av kaneli
125 g av margarini
100 g av góðari sjokulátu
2 modnar bananir

Píska egg og sukur til tað er hvítt og skum. Rør mjøl, bakipulvur, kanal og margarin í eggjablandingina, saman við mosaðu bananunum og hakkaðu sjokulátuni. 
Bakast mitt í ovninum í 200 gradir í 15-20 min.




Teir eru væl dámdir á arbeiðsplássinum og heima :D
Eg keypti ein muffinsbakka frá FK (haldi eg) fyri 89 kr og hann brúki eg hvørja fer, tá eg geri teir heima. 
Mær dámar væl bleytar muffins, so eg koyri ovnin á 180 uttan luft í umleið 10 min.   


Hopi, at tú roynr teir, tí at teir smakkað so væl :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

13 september 2011

Bestu bollar, ið eg kenni :D

Dámar tær væl bollar? Hevur tú roynt aðrar enn bara teir vanligu bollarnir?
Eg havi fingið nógv rós fyri bollarnir, sum eg geri :D 
Tó skal viðmerkjast, at uppskriftin ikki er mín.
Her er hon: 
Bollar við súrepli :D
50 g av bleytum ger
100 g av sukri
2 dl av flógvari mjólk
1 egg
50 g av margarini
600 g av mjøli
1 stórt ella 2 smá súreplir
2 rokaðar tsk av kaneli



Rør geri, sukrið og mjólkina. Elt egg, margarini, mjøl og kaneli uppí. Set deiggið at ganga. Karva súreplini heilt smátt og knoða tey upp í deiggi, tá tað er gingið. Ger bollarnir og set teir á eina smurda plátu at ganga. Tá bollarnir eru væl gingnir, skulu teir setast inn í heitan ovn (220 gradir) og bakast í umleið 1 korter ella til teir hava nóg brúna skorpu. Bollarnir smakka best flógvir við smøri uppá. 
(Síða 18)

Persónliga haldi eg, at 220 gradir er for nógv og mær dámar best ljósir bollar :D Eg seti teir á eina plátu við bakipapíri á.


Eg hopi, at tú roynur teir. Teir smakka sooo væl :D Góða eydnu :D 
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

08 september 2011

Crunchy pærecrumble

Hesa uppskriftin fann í tí deiliga blaðnum Isabellas, sum er einasta blaðið eg haldi :D 
Nú skal eg siga akkurát, sum er: Eg eri heilt til at gera uppskriftir úr bløðum. Eg eri skeptisk :s I´m all about good food :D
Her tók eg meg saman og avgjørdi at gera hana, tí at vit fingu gestir :D Tó skal viðmerkjast, at vit fingu for nógv av øðrum góðum, so tað var ikki pláss í maganum hehe... Men kvøldi eftir gjørdi eg tað til okkum bæði, eftirsum eg hevði alt tilfarið :D


Her er uppskriftin so:
Crunchy pærecrumble (4 persónar)
4 pære
1 dl lys muscovadosukker
2 dl havregryn
1 dl mel
1 dl solsikkefrø
1 dl smeltet smør
Tilbehør: Flødeskum eller vaniljeis

Skræl pærerne, fjern kernehuset, og skær pærerne i mellemstore stykker. Bland sukker, havregryn, mel, solsikkefrø og smeltet smør i en skál. Læg pærestykkerne i 4 ovnfast skåle, og fordel havregrynsblandingen ovenpå.
Bag crumblen i ovnen i ca. 20 minutter ved 200 grader. Server pærecrumblen, som den er, med en klat flødeskum eller giv en god vaniljeis til.




Hetta var væl dámt av makanum og mær sjávlari :D Eg kundi tó væl klára meg uttan allar hasar solsikkekjarnirnar... Vit ótu vaniljuís aftur við :D
Skálurnar mugu vera størri enn hasar, annars sleppur alt ikki í. 
Viðmerkjast til, at hetta er ikki ein lítil uppskrift, um ein hugsar um tað hon er donsk :p
Á heimasíðuni kanst tú keypa mangt til heima. www.isabellas.dk


Eg hopi, at tú roynur hana og viðmerk endiliga undir her og gev mær feedback :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde


Kelda: Isabellas

04 september 2011

Nemt, skjótt og grønt



Grønsagsgrýta (2 pers)
1 dós flusnum tomatum
1 gula piparfrukt
1 reyðleyk
1 squash
3 gularøtur
1 reytt chili
salt, pipar
1 bouillonterning
hvítleyk

Sker grønsakirnar í passaliga stødd og legg í grýtuna saman við øllum. Kóka í umleið 30 min.
Ber eisini til at leggja pasta í.
Vit ótu bollar afturvið.
(Mynd tikin av google.com)

Vælgagnist :D

Takk fyri, at tú læs mítt blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde