31 august 2013

Besta lipgloss

At ganga við nude varrum, kann vera damn sexy!

Mær dámar væl at hava litir á varrunim, men til gerandisdagin dámar mær best at vera glossy nude :) Eg brúki nógv feittstift, vegna turrar varrar og tær liggjandi allastaðni, men tað er ikki serliga glam ;)

Nú fari eg at fortelja tær, um tey bestu lipglossini, sum eg eri komin fram á (gjøgnum youtube, sjálvandi).
Eg havi roynt fleiri sløg, tó ikki øll sjálvandi, men ongantíð havi eg verið so glað fyri nøkur onnur lipgloss! :)

Eg keypti ein pakka við 3 í. Øll eru semi-nude. Lip glossini eita NYX Butter Gloss. Tað er so lekkurt at smyrja á, bleyt og lukta ordiliga væl! Tey halda nógv longur enn feittstiftin ger!




Eg fór á ebay og fann teir litirnir eg vildi hava og trýsti á Buy this. Tað kostaði mær 19,85 dollars, 10 fyri lip glossini og 9,85 fyri frakt. Tað er tils. 111,65 kr :)

Eg eri glaðast fyri tað mittasta, tí at tað líkist mínum varraliti. Eg vanti ikki, at eg fari at brúka tað eina so nógv vegna litin (lilla), men hinar báðar havi eg longu brúkt nógv.
Eg fari avgjørt at keypa hetta aftur :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg ;)
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

28 august 2013

Morgunmat (eggjakøka)

Herfyri hevði eg Tupperware-party hjá okkum og eg keypti millum annað 1 ílat til at gera eggjakøku í, ella sum onkur kalla tað omlette. 

Vit ótu heimagjørdar matpannukøkur í vikuni og tað leyp av av grønmeti. Ofta endar tað við at grønmeti verður ov gamalt og fer í skrell :(

Morgunin eftir visti eg ikki heilt, hvat eg skuldi fáa mær til morgunmat. So kom eg í tankar um eggjakøkuílatið og grønmeti. Egg hevði eg keypt. 

Eg miksaði 2 egg og 1 dl mjólk saman, koyrdi í ílati og tað grønmeti eg vildi hava omaná og so inn í mikroovnin í umleið 3 min. 






Tað einasta keðiliga var, at eg gloymdi at koyra kryddaríir í..

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

26 august 2013

Heimagjørdar matpannukøkur (tortillas)

Eg elski at royna nýggjan mat! :)

Eg hyggi ofta eftir matsendingum og dámi væl at fáa íblástur. Hesu fer var tað heimagjørdar várrullir gjørdar úr ríspapír (haldi ikki, at ein kann keypa í Fø). eg hevði heldur hug á heimagjørdum matpannukøkum. Uppskriftina fekk eg á arbeiðsplássinum og kann ikki siga annað enn, at hon er nógv betur enn pk av tortilla, sum ein kann keypa í handlum.

Dagin eftir fór eg at keypa inn og gjørdi heimagjørt tortilla til húski. 

Til høvdu vit:
Reyðleyk
Rucola salat
Mais
Piparfrukt
Agurk
Rivnan Texmex chili ost
Thousand Island Dressing
Sweet chili saus
Høsnarunga
Og aftur við høvdu vit Cheese Tortilla Chips (frá FK Hoyvík, 21,96 kr).




Grundin til, at pannukøkurnar síggja soleiðis út, er tí at eg brúkti bara grahamsmjøl.

Uppskriftin er sera einføld og nemm, og eg vil deila hana við tær :)

Tilfar:
250 g mjøl
4 egg
2 dl mjólk
2 dl vatn
2 spsk olju
1/2 tsk salt

Jum jum, tað smakkaði væl! :D Hetta verður gjørt aftur :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

20 august 2013

Mac 3

Jaja, nú havi eg aftur keypt M.A.C. :) Hetta keypti eg í Kastrup í mai.


Eg eri til kaldar litir, um nakar ivast.

Eg hevði skrivað niður í fleiri mánaðir, hvat eg skuldi keypa og tíbetur var listin ikki langur! Men eg fekk tíverri ikki eygnaskugganir Wedge og Soft Brown :( Staðinfyri keypti eg Copperplate, sum er ein mattur grá/brúnur eygnaskuggi. Hesin eygnaskuggin ger at mínu bláu eygu verða meir sjónlig og tað dámar mær væl :)



At brúka bronzara, ger at andliti sær smallri út og tað dámar mær væl, og havi brúk fyri, men tíverri hevði eg ikki eina góða bust til tað. Tann bustin var eisini á mínum lista og hana fekk eg. Hon er so nemm at brúka og eg eri ordiliga glað fyri hana....


Ein lítla pencil bust til meir markant, presis og undir eyguni. Eg eri so glað fyri hann......


Eg eri komin fram til, at um eg ikki havi ein primara undir foundation, so fái eg bumsar. Tað havi og eri eg ikki von við og tað dámar mær ikki! 
So eg havi keypt Prep + prime skin base visage. Tað leggur seg sum eitt lag uttaná húðina, so foundation ikki fer inn í húðina og ger hana óreina.
Mær dámar tað ordiliga væl og eri glað fyri, at eg keypti tað. 



Ja, hvat skal eg siga um hesa? Mær dámar væl litir, men eg veit ikki, um eg eri djørv nokk til at fara í við hesari á. Kanska eg yvirraski onkran dag, áðrenn heysti kemur..



"Fari eg at keypa nakað av tí aftur?" Heilt sikkurt! 
"Hvat?" Eg fari at keypa ella ymskja mær M.A.C Prep + prime  í øllum førum :) Hini tingini eru 1 sindur drúgvari.

Frá søludamuni, sum ikki var serliga pent sminka (ikki pent av mær at siga, men...), fekk eg eina roynd av M.A.C Zoom Lash Mascara. Hon er ok, gevur ikki nógva fyllu og greiður vippurnar væl. Hevði eg keypt hana? Nei.


Hatta var alt. Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

19 august 2013

Wet 'n' wild

Ein dagin í summar var eg 1 sindur tung, sum eg kalli tað og eg fekk hug til at keypa mær okkurt, sum ikki er ofta. So eg fór ein túr í Reinfann á Tvøroyri. Eg ætlaði mær at keypa okkurt frá Maybelline, men tað høvdu tey ikki. Einastu makeup merkir tey høvdu, vóru Maxfactor og Wet 'n' Wild. 
Av tí at eg ikki toli Maxfactor maskara, so haldi eg meg burtur frá merkinum. Eg kundi roynt okkurt annað enn maskara, men hvat nú um eg ikki toli tað? So er tað spill av pengur og eg fái ikki brúkt tað.
Eg veitsti, at Wet 'n' Wild er 1 bíligt merki og av tí at merkir eru bílig, haldi eg meg burtur frá teimum, men í hesum førinum var eg bilsin. Eg hevði eisini hoyrt góð ummælir um Wet 'n' Wild. So eg keypti nøkur ting :)

Tað fyrsta eg fekk eygu á var hetta blush. Vanliga felli eg ikki fyri ferskenliti, men hetta hevur gull og tað kombinatiónina dámar mær væl.



Tað næsta eg fekk eyga á var hetta neglalakki :) Grundin til at eg dámi hetta so væl, er at tað eru fleiri litir í einum. Eg havi ikki so góðar royndir av neglalakk, tí at eg havi ikki tol til tað tornar, men eg vildi royna. 


Mær dámar væl hetta neglalakki. Tað einasta keðiliga er, at tað skullu fleiri løg á.

So kom eg til eygnaskuggarnir. Har fann eg 2 palette. Hví keypti eg ikki bara 1 av teimum? Tí at eg dámdi litirnir í báðum og tí at tað var so bíligt :)


Eg vildi hava ein highlight lit og mær dámdi allir litirnir í hesum palette. Tann ljósareyði er eisini vakur.


Eg eri so glað fyri hendan lilla litin. Tíverri sær ein ikki, hvussu vakur liturin er á myndini, men kanska tú sært meg við honum á onkran dag :) Tann brúni er eisini ordiliga vakur.

Eg brúki altíð primara ella base undir mínum eygnaskuggum og hesir litirnir halda ordiliga væl :)


Eg visti, at eg skjótt mátti keypa mær eina nýggja kohlstift, tí at tað er ikki nógv eftir av mínari frá Clinique. Eg havi verið sera glað fyri hana, men eg fann skjótt útav, at mær dámdi nógv betur hesa frá Wet 'n' Wild, tí at hon er sera svørt, bleyt og heldur longri á vatnlinjuni :)

289kr tils. fyri 5 hesi! :)

Alt í alt kann eg ikki siga annað enn, at eg havi gjørt 1 gott keyp og fari at keypa fleiri av teirra vøru :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg.
Hav ein góðan dag :)
@solmunde

13 august 2013

Grindadráp í Húsavík


Vit vóru á legu í Dali og grannin hjá okkum boðaði okkum frá, at tað var grindaboð. Vit pakkaðu bil og koyrdu norður til Húsavíkar! Tað er ikki hvønn dag, at ein upplivur grindadráp!

Her eru myndir :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde