28 august 2012

How to fix broken powder


Hatar tú ikki, tá tú hevur ferast ella funnið útav, at tú hevur mist títt pudur og tað er fari í knús? Vit vita allar, at tað ikki er nemt at brúka av brotnum puduri. Tað kemur alt ov nógv á bustina og so fer nógv til einkis...
Hvat ger ein so? Tað skal eg vísa tær :) "Vísa?", hugsar tú nokk nú og mítt svar er:"Ja, vísa" :)
Hesin bloggurin er ikki heilt vanligur, av tí at eg havi gjørt ein film, um hvat tú kanst gera fyri at bjarga tínum puduri :) Í filminum sært tú alt, ið tú skalt brúka.

Viðmerkjast skal, at eg havi ongantíð fyrr gjørt film (heldur ikki klipt, redigera ella nakað av tí sum tilhørður), so filmurin kann vera eitt sindur langur.  Vinarliga havi tol við mær :)
Eg havi valt at skriva á enskum, soleiðis at fleiri skilja tað sum stendur har...



Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

16 august 2012

Myndarøð (Skáli)

Í seinastu viku vóru vit eisini á Skála. Veðrið var gott og sólin skein. 

Her eru myndir frá tí túri :)










Allar myndirnar eru tiknar við iPhone :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

Myndarøð (Saksun)

Í dag vóru vit í Saksun og tað lá væl fyri hjá mær at taka myndir. Og nógvar myndir vóru tiknar! 
Har er sera vakurt og vit vóru so heppin, at sólin skein :)
Vit gingu allan vegin út og har ótu vit matpakkan. 

Tað komu fólk og tað fóru fólk, bæði føroyingar, danskarir, stór, smá og enntá eitt par við barnavogni. 
















Allar myndirnar eru tiknar við iPhone :)

Tá ið vit komu úr Kaldbalstunnilinum á veg suður aftur, var yvirskýggja! Eg hevði bestan hugin at venda við aftur...

Tak ikki okkara vakra land fyri givið!

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

09 august 2012

Mín yndis look fyri tíðina...

Tá ið fríggjadagur er komin, dámar mær væl at gera eitt sindur eyka við meg sjálva, viðvíkjandi makeup :)

Her er eitt av mínum yndis makeup look fyri tíðina :) Myrkabrúnt á eyguni, bronza andliti og nude lips. Keðiligt, at ein ikki sær betur eygnaskuggarnir...
Av tí at eg havi blá eygu, gera myrkir litir, at tann blái litur blívur sjónligari :) Tað dámar mær væl!






Eg vildi eisini vísa eitt look har eg havi brúkt BB Cream :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

BB Cream

BB Cream er inn/við at gerast inn. Men hvat er BB Cream?

Dermalogiski læknin Christine Schrammek í Týsklandi frammleiddi kremið í 1950´inum. Upprunaliga var tað gjørt til persónar, sum høvdu verið undir lazer skurðviðgerd fyri at verja húðina og gera eitt sindur av liti. BB stendur fyri blemish balm og tað skal vera "multi-tasking", fuktgevandi, primeri, foundation og sunblocker. 


BB Cream hevur verið heilt nógv brúkt í Asia síðan í 1980´inum, serastakliga av kendum filmstjørnum. Eisini mannfólkini brúka BB Cream har! 


Aftaná at hava sæð nógv til BB Cream á youtube, fór eg inná ebay.com og kannaði kostnaður og frakt. Eg keypti eitt Skin79 Super+ BB Cream VIP Gold Collection fyri $17.99 (við frakti). Tað vóru 40 g í og pakningurin er penur. 

Hetta er bara eitt slag. Tað er fleiri sløg, sum Garnier, Dior, Clinique o.a.

BB cream er eisini at fáa í Føroyum.

(Mynd tikin av google.com)

Her sært tú myndir áðrenn og eftir.


Uttan nakað

Við BB Cream


Fyrr helt eg, at eg sá grá út, men tað síggi eg ikki nú :) Ikki so gali, ha?


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde