05 januar 2014

Ikki tíð ella orku til at keypa inn til náttara. Smekka okkurt lætt og skjótt saman 2

Eg var svong og hevði ikki verið til handils. So eg fór at hyggja, hvat vit áttu inni. So at siga tað einasta vit áttu, var hvítleyk, reyðleyk, gularøtur og pasta, so eg avgjørdi av gera eina suppu eftirsum at tað er so kalt í veðrinum. 

Uppskriftin:
1 stórt fet av hvítleyki
1 reyðleyk
3-4 gularøtur
200 g pasta
Vatn
Mjólk
1 grønmetis bótamola
2 høsnarunga bótamolar
Karry, salt og pipar. 

Eg byrjaði við at koyra smør í botnin á grýtuni og svitsa hvítleykin og reyðleikin saman við karry. Sker gularøturnar í tunnar skivar og koyr í, síðani vatn, mjólk og bótamolarnir. Eg kókaði pasta við síðinanar av, tí at annars sukar pastaði vatuna í seg. Sera nemt og smakkar væl :)



Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

02 januar 2014

Mítt nýggjarlook (2014)

So eru vit komin í twenty14! :D Við tí fari eg at ynskja tær gott nýggjár. Vónandi komst tú eisini inn í árið við stíli! ;)

Eg ætlaði mær at leggja sama makeup á, sum eg vísti í seinasta bloggi, men eg átti einki silvur plagg, sum eg tímdi í og eg hevði ikki hug at fara í gull klæðir, og havi silvur á eygunum. So eg mátti finna uppá okkurt annað, og ikki tímdi eg út at keypa nýtt. Eg hevði heldur ikki so nógv við heimanífrá.
Tað endaði so við, at eg fór í eina myrkabláar cowboybuksir, svartan topp undir, gull topp yvir, svartan blazer, svartar wedgeboots og onga tasku. Tíverri havi eg ikki mynd av outfittinum, men eg havi av makeup, hárinum og oyraringunum.

Av tí at ein er úti á midnátt, visti eg, at eg fór at vera í húgvu. So eg gjørdi mær ikki so nógvan ómak við hárinum. Eg tímdi ikki heim aftur, at gera meg lidna, so úrslitið bleiv hetta.






Litirnir á eyguni vóru: 
golden peach, matt brúnt, brúnt við glansi, gull glimmur, silvur glimmur og heilt lítið av svørtum.

Oyraringarnir keypti eg í Newcastle ella í Danmark. Eg dámi teir ordiliga væl, tí at teir eru rock/glam.

Her er linkið til seinast blogg av árinum 2013:
http://asolmunde.blogspot.com/2013/12/nyggjars-makeup-og-har-look-2013.html

Eg hevði eitt super gott nýggjar! :D 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hopi, at tú hevur eitt gott twenty14
@solmunde