25 marts 2013

Babeliss Soft waves loose wave curling tong wand

Leingi hevði eg hugsað um at keypa mær eitt krúllujarn, men uppá ein máta hugsaði eg: "eg havi sjálv natúrligar krúllur, so hví skal eg?"

Eitt kvøldi fór eg inná ebay at hyggja at úrvalinum og prísinum á krúllijarninum. Eg fann útav, at tað er bíligari enn eg keyp í Føroyum, sum faktist ikki yvirraskaði meg. Eg kannaði fraktkostnaðin og um tey sendu henda veg. Eg visti, at eg skuldi halda mær undir 300 kr, um eg ikki vildi fáa toll omaná og eg vónaði ikki, at krúllijarni kom undir luksusvøru, tí at so hevði gatt-tollur komi omaná. Tað hevði verið durt! 
Tí pakkin kom til Føroyar, bóðu Taks sjálvandi (!) um faktura! Tíbetur kom ikki tollur á og sum hvørja fer eg keypa av ebay, er pakkin opnaður av Taks!

Í pakkanum var krúllijarnið sjálvt, ein handski og ein mátta.

Eitt kvøldi avgjørdi eg at royna tað :) Huff, eg brendi meg illa! Eg skal líka venja neg við at brúka tað. Hitin kann setast á minimum 165 stig og maksimum 210 stig.

Soleiðis sá hárið út aftaná eg hevði fønað tað.




Hetta bleiv so úrslitið :)


Her hevði eg ryst hárið

Eg eri glað fyri tað :)

Kostnaðurin var bleiv tíbetur ikki so høgur, £14,99 og £5,49, sum svarar til 137,7 kr og 45,93 kr :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan sunnudag.
@solmunde

22 marts 2013

MUG kapping (mars 2013)

Tað er ein gleði at vinna! :) Tað er næstan líka miki hvat tað er ein vinnur...
Eg haldi ikki, at eg havi nakrantíð vunnið ein kapping, ikki sum eg minnist. Eg havi ongan at spyrja...

Nú er langt síðan eg havi verið við í einari makeup kapping og eg hevði einki at gera ein dagin, so eg tók mín makeuppung fram og fór í gongd. 

Hendan kappingin eitur Makeupgeek´s monthly challenge the Color Blocking og lookið skal innihalda onkrar av hesum litunum:



Fyri tað mesta brúkti eg litir í Manly palette, sum eg fekk frá einari vinkonu í føðingardagsgávu fyri nøkrum árum síðani.








Hevur tú hug síggja reglarnar, ella um tú bara vilt síggja lookini hjá hinum, trýst á linki:

http://www.makeupgeek.com/community-challenge/community-challenge-color-blocking-pinks-yellows/


MakeupGeek hava kappingar hvørja viku ella hvønn mánaða. Fyri at kunna vera við kappingum hjá MakeupGeek ella at leggja sínar egnu myndir inná heimasíðina, mást tú gerast brúkari. Á síðuni er mangt og hvat um makeup. Her er linki til forsíðina:

Hevur tú hug at síggja sumt av tí hjá mær, trýst á linki:
http://www.makeupgeek.com/members/%40Solmunde/looks/


Um tú spyrt meg, so dugi eg eitt sindur betur at leggja makeup á, enn seinast, sum var seint í 2011 ella tíðliga í 2012. 
Vónandi vinni eg ;)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

18 marts 2013

St Patrick´s day 2013

Nú er St. Patrick day aftur og tá hugsa vit grønt! :p Litin grønt, ikki um umhvørvið... 

Her er mítt look í ár :)






Hetta er ikki serliga dempa eygna makeup, men tað er skeg at royna okkurt farvuríkt av og á :)



Bollin hjá mær, Bibbur, situr og svevur dunnustíl á høvðinum hjá mær :) Um tú hyggur á mynd nr. 2, sært ein kukk á hárinum hjá mær -.- Eg hevði akkurát vaskað hárið!

Vilt tú síggja look´ið frá í fjør, trýst á linki. Har kanst tú eisini lesa um St. Patrick´s.
http://asolmunde.blogspot.com/2012/03/st-patricks-day-mu.html

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

16 marts 2013

Hesu fer fekk eg lagt makeup á!

"For meget og for lidt!"... 

Ein dagin fyri nøkrum árum síðan var eg í einum handli, sum selur makeup, fyri at fáa vegleiðing og ráð uppá, hvussu eg skuldi leggja makeup á til ein vanligan gerandisdag. 
Eg gleddi meg nógv og var spent, tí at hetta var ein dama, sum hevði útbúgvingina og tað hevði eg virðing fyri. Eg legði út við míni turru húð og fortaldi hana mítt ynski. Hon spurdi meg, hvønn lit hon skuldi brúka og býttisliga segði eg lilla. Lítið visti eg tá, at tann liturin ikki riggar so væl til blá eygu. Sjálvandi kann ein brúka allar litir, men um ein vilt hava sín eygalit at "pop", so skal ein brúka serligar litir. 

Hon legdi fult á og tað sá gott, meðan eg sæt har, men tá eg kom í dagsins ljós, broyttist mín meining heilt... "Hví?" Tað sært tú á myndunum!





Í hesum føri var tað "for meget!" 
Sjálv haldi eg, at eg síggi øðilig út á myndunum! Eg skammis næstan av at vísa tær myndirnar. Hetta var ikki mítt ynski! Millum annað riggar blush´ið ikki til mín húðlit, eygnabrýrnar síggja øðiligar út og hatta er nógv for nógv til mín gerandisdag! 
Tú sært ikki, at tað er koralblýantin á varrunum, sum eg nevndi í einum av mínum fyrru bloggum.
http://asolmunde.blogspot.com/2013/03/my-precious-coral.html


Av teimum vørum, sum hon legði á meg, keypti eg varrablýantin, foundation og andlitsmaskuna. Foundationi hava systi og eg brúkt bara fyri at brúka tað. Tað turkaði húðina. Varrablýantin havi eg ongantíð brúkt. Andlitsmaskuna havi eg enn og tað er nógv eftir av henni, so eg havi heldur ikki brúkt hana nógv...

Eg havi keypt fleiri vørur harfrá yvir tíðina og eg má siga, at eg eri skuffa av næstan øllum. Tað kann vera, at ein skal hava tað rætta undir, sum primara ella serum o.s.fr., men tað tími eg ikki at brúka pengar uppá...

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

14 marts 2013

Gávan

Hvussu er tað ein plagar at siga? Give a little get a little? :)

Ein dagin fekk eg eitt maskara frá einari fantastiskari konu og tað var ikki eitt og hvørt maskara, men DIOR! "Wow!" hugsaði eg beinanvegin, tí at eg kundi ímyndað mær, at tað var dýrt. Men hin vegin hugsaði eg: "mítt fyrsta Dior maskara!" :) 
Eg minnist, at sysknabarni hjá mær hevði gloymt sítt eftir heima, eftir at hon var farin til Dk aftur og hon var so kedd. eg  hugsaði: "Er hatta maskaraði so gott?"...







Bustin er av gummi, greiður væl og skilur vippurnar sundur, og tað dámar mær væl :)


Eg vildi tí aftur vísa tær, hvussu effektiv hetta er. Tað eitur DIORSHOW Iconic, sum tú nokk hevur sæð á myndunum ;) 
Tað sær akkurát líka út sum DIORSHOW Iconic Overcurl uttaná, men uppskriftin er ikki tann sama. Uppskriftin á hesari er enn betri og tað ger at vippurnur krúllar eitt sindur. 

Á hesu myndini hevði eg smurt 1 lag á vinstra eyga og einki er á høgra.


Her havi eg 2 løg á vinstra eyga


Og 2 løg á báðum eygum. (Skuggin ger, at sær út til at vera meir á vinstra eyga)





Niðurstøðan er tann, at mær dámar betri hetta maskaraði enn DIORSHOW iconic Overcurl.

Um tú vilt vita meir um DIORSHOW Iconic Overcurl, trýst á linki:
http://asolmunde.blogspot.com/2013/03/diorshow-iconic-overcurl.html

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

12 marts 2013

Mín næsti málningur

Eg eri ikki ein tolin persónur. Tá eg starti okkurt, vil eg gjarna blíva liðug skjótt! Tá ið tað kemur til máling, er tað akkurát tað sama! Tú trúði ikki, at eg fór at skriva hatta, ha? ;)

Nú er faktist langt síðan at eg havi málað! Eg haldi, at seinast var í 2011. Eg dugi illa og eg eri ikki von við at mála, men eg tími væl, tá ið eg eri inspirera.

Við hesum málninginum hevði eg eina vision. Eg vildi brúka bleytar litir og eg vildi, at málningurin skuldi blíva romantiskur, men tað fekk eg hann ikki ordiliga. Heldur ikki fekk eg blómurnar penar og ikki djúpd í málningin. Eg dugi ikki at mála skuggar. Eg mangli undirvísing og/ella rágeving... Hjálp!
Eg brúkti akrylmáling.



Eg føli meg ikki inspireraða og eg havi ikki pláss til at mála heima.
Eg fari at hyggja á youtube...

Takk fyri, t tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

08 marts 2013

Mín koral varrablýantur

Várið er um hjørni, havi eg hug at siga, men eg havi akkurát fingið at vita, at tað er sagt frá 5 kuldastigum í vikuskiftinum og í komandi viku...

Líka miki, ein kann altíð vera fyririkaður til vári. Litirnir á klæðum verða sterkari, hárið ljósari og vit lata okkum i minni klæðir. 

Summar dagar hevur ein ikki hug, orku ella tíð at leggja nógv ella farvuríkt makeup á. Teir dagarnir hava vit damir nokk allar. Tá er tað upplagt, at leggja natúrligt á eyguni og smyrja lit á varrarnir ístaðin. 

Ein litur sum eg haldi er várligur, er koral. Fyri nøkrum árum síðan keypti eg ein koral varrablýant. Eg veit ikki, hví eg keypti hann, tí at eg havi ongantíð brúkt hann, og eg haldi, at hann er í so skríggjandi. Eg eri heldur ikki so djørv... 
Eg kann gera ein annan blogg um, hvussu eg sá út aftaná at hava verið á Makeup Store.

Nú havi eg tikið blýantin framm aftur og eg haldi enn, at liturin er í so skríggjandi.

Her sært tú, hvussu liturin sær út einsamallur. Tað er alt ov turt at hava bert blýantin á. Liturin er eitt sindur dempaður út á myndini.



So eg fann nøkur lipgloss framm og brúkti tey saman. Eg havi koral undir øllum glossinum.



Her havi eg eitt klárt gloss við ljósareyðum skeri og glimmur í frá Wet 'n' Wild á. 


Her havi eg havi eg eitt gylt gloss frá Loréal á.


Og á hesu seinastu mynduni havi eg eitt berjalit gloss frá Loréal á.

Nú hugsar tú kanska:"Hví brúka blýant undir?". Tá ið tú hevur blýant undir, heldur glossi ella varrastiktin longur :)1 gott tip ;)

Mær dámar best natúrligir litir á mínar varrar, men hasin berjalitin! Need I say more?

Mín ætlan fyri vár og summar er at brúk meir lipgloss ella varrastift. Kanska eisini í gerandisdegnum, men so verður tað nokk natúrligur litir. 

Hvat heldur tú um hendan litin?

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

07 marts 2013

Myndirrøð (myndir frá Instagram)

Mær dámar væl at fangað tað vakru løturnar her í okkara lívið :) Í mínum føri er oftast sólin og luftin í mínum myndum, og fyri meg hevur ljós so ótrúliga nógv at siga. Eg eri eingin meistari, men eg geri mítt besta...

Mær dámar eisini at taka myndir av fólki, men eg leggi ikki myndir út uttan at hava spurt um loyvi fyrst :)

Her er nakrar myndir til tín, sum ikki hevur Instagram :)


Sum tú kanska sært, er hendan fyrsta tikin úr bilinum. Ver ikki bangin! Eg taki myndir, tá onkur annar koyrur ella koyri eg út á víkiplássi fyri at taka myndina.







Hendan er tikið í Havnadali ein hósdag í februar :)




Sólreisur :)




Sólsetur í Gundadali 



Allar myndirnar eru tiknar við iPhone :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 

Hav ein góðan dag. 
@solmunde

04 marts 2013

Mítt hár (feb 2013)

Tá ið tað er ein tíð ímillum at man sæst, koma ofta nakrar broytinar fyri...

Um tú kennur meg væl, veitst tú eisini, at mær dámar væl at royna okkurt nýtt við mínum hári :)
Nú er kanska eitt sindur síðan, at vit hava sæst, tí hugsaði eg, at eg skuldi vísa tær mítt hár ;) 
Eg fekk hetta gjørt fyrr í februar ella seinast í januar...


Eg havi fingið ljós reflexir í :) 




klippingin er næstan tað samað...




men sært tú nakað nýtt? :)




Jep, vinstra síðan er trimma! :)



Eg eri sooo glað fyri tað!! :) Eg bleivinspirera av einari á Instagram, sum sum eitur Sarafabel :)

Hetta er mín Instagram mynd :) Tú kanst fylgja mær á http://instagram.com/asolmunde ella um tú hevur Instagram, finnur tú meg undir asolmunde :)



Ikki verður tað skeg hjá mær, tá ið tað fer at veksa út, huff... 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

03 marts 2013

Diorshow iconic overcurl

Í seinastu viku fór eg í Matas fyri at keypa eitt maskara. Eftir at hava roynt eitt slag av Diorshow fyrr og dámdi tað væl, valdi eg at keypa Dior. Dior er av dýrara slagum, men av og á kann ein lova sær sjálvum okkurt gott ;)


Fleiri vóru at velja ímillum, men tað bleiv hendan. Søludaman segði, at hetta var tað nýggjast av slagnum. Eg vil ikki hava alt ov nógva fyllu.



Tað eitur DIORSHOW Iconic Overcurl. Uppskrift er ordiliga góð, bustin er rundað og á pakkanum sær tú, hvussu tú smyrt tað á.



Eg tók myndir fyri at vísa tær, hvørja effekt tað hevur. Á høgra eyga hevði eg einki á og á vinstra eyga hevði eg Dior maskara á. Tú sær tíðiliga mun á og at tað leingir vippurnar, men ger tær tó ikki serliga tjykkri.



Eg vil siga, at eg eri glað fyri tað. Vil eg hava eyka tjúkd, smyrji eg 1-2 eyka løg á. Eg dugi ikki at siga, um hon krúllar vippurnar. Eftir myndinum at døma, krúllast tær ikki.



Á hesu myndini hevði eg bert eitt lag á, eftirsum eg fór til arbeiðis. 

Kostnaðurin er 309 kr.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde