Eg haldi ikki, at eg havi nakrantíð vunnið ein kapping, ikki sum eg minnist. Eg havi ongan at spyrja...
Nú er langt síðan eg havi verið við í einari makeup kapping og eg hevði einki at gera ein dagin, so eg tók mín makeuppung fram og fór í gongd.
Hendan kappingin eitur Makeupgeek´s monthly challenge the Color Blocking og lookið skal innihalda onkrar av hesum litunum:
Fyri tað mesta brúkti eg litir í Manly palette, sum eg fekk frá einari vinkonu í føðingardagsgávu fyri nøkrum árum síðani.
Hevur tú hug síggja reglarnar, ella um tú bara vilt síggja lookini hjá hinum, trýst á linki:
http://www.makeupgeek.com/community-challenge/community-challenge-color-blocking-pinks-yellows/
MakeupGeek hava kappingar hvørja viku ella hvønn mánaða. Fyri at kunna vera við kappingum hjá MakeupGeek ella at leggja sínar egnu myndir inná heimasíðina, mást tú gerast brúkari. Á síðuni er mangt og hvat um makeup. Her er linki til forsíðina:
Hevur tú hug at síggja sumt av tí hjá mær, trýst á linki:
http://www.makeupgeek.com/members/%40Solmunde/looks/
Um tú spyrt meg, so dugi eg eitt sindur betur at leggja makeup á, enn seinast, sum var seint í 2011 ella tíðliga í 2012.
Vónandi vinni eg ;)
Vónandi vinni eg ;)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar