08 juli 2012

Lag 3

Her er ein sangur, sum mær dámar øðiliga væl :) Tað virkar ikki sum um eg verið troytt av honum...






Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan sunnudag. 
@solmunde

07 juli 2012

Míni mál fyri summar

Føroyar er eitt ótrúliga vakurt land, serliga Suðuroy. Vit føroyingar eru tíverri ikki raskir at ferast í okkara deiliga natúru og njóta hana. Kanska veðrið hevur okkurt við tað at gera ;)

Mær dámar væl at vera úti í natúruni, men eg eri tað alt ov sjáldan, tíverri! :(
Tað er ikki neyðugt at kosta nakað uttan ein matpakka og drikkivøru :) Sjálvandi eru tað túrar, sum eru verdir kostnaðin. Tað velst um hvat tú vilt :)

Eg havi avgjørt, at í summar fari eg meir út! Eg havi gjørt mær ein list yvir tey støð eg vil vitja :) Eg havi longur verið fleiri staðni í Suðuroy í vikuni við arbeiðsplássinum :)

Her er listin:
  • Støðlafjall
  • Hvannhaga
  • Borgarknapp
  • Trongisvágsbotnið at leita eftir flogfarinum frá krígginum
  • Beinisvørð
  • vestur til Ásmundarstakk
  • frá Argjum til Kirkjubøar

Listin fyri framtíðina: 
  • Fugloy
  • Svínoy
  • Mykines
  • Kalsoy
  • Vestmannabjørgini
  • Tyrlutúr
  • Skúðoy
  • Sigla runt Suðuroy

Støð er longu havi verið í summar:

  • Akraberg √ 
  • Fámará √
  • Kolamininum í Rangabotnið √
  • Nakk √
  • Kikarinum í Trongisvágsbotnið √ 

Her eru nakrar myndin :)






Ætlanin er at síggja meir, blíva betur fyri, koma í form og kasta nøkur kilo ;) Vónandi verður veðrið gott :) 
Tað kunnu koma broytingar í listan :) 

Fert tú at gera tær ein list? ;)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

05 juli 2012

Zia

Zia er ein lítil gomul hugnaliga og sjarmerandi bygd, sum liggur upp eftir eini fjallasíðu á Kos. Zia er nú ein 'turista attraktion' vid cafe'um, tarvern'aðum og marked'um. Útsýnið var sera vakurt, serliga tá sólin setur.
Vit gingu runt bygdina, tóku myndir, eg keypi eina fødingargavu og mær hetta armbandið :)



Hetta kosaði mær umleið 70 kr :)


Fantastiskt :)


Gøtan!


I like :)


Hugnaligt :)


Eina kalda áðrenn vit fóru í bussin :p



So vækurt :) Tú sært tað ikki, men á fjallasíðuni er tað grekska flaggi málað á.


Útsýnið frá matstovuni Fantazia

Eg veit ikki, um tú hevur funnið útav tí, men eg eri blivin meir glað fyri gomlu ting og at síggja gomul støð :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde