Mær dámar væl at vera úti í natúruni, men eg eri tað alt ov sjáldan, tíverri! :(
Tað er ikki neyðugt at kosta nakað uttan ein matpakka og drikkivøru :) Sjálvandi eru tað túrar, sum eru verdir kostnaðin. Tað velst um hvat tú vilt :)
Eg havi avgjørt, at í summar fari eg meir út! Eg havi gjørt mær ein list yvir tey støð eg vil vitja :) Eg havi longur verið fleiri staðni í Suðuroy í vikuni við arbeiðsplássinum :)
Her er listin:
- Støðlafjall
- Hvannhaga
- Borgarknapp
- Trongisvágsbotnið at leita eftir flogfarinum frá krígginum
- Beinisvørð
- vestur til Ásmundarstakk
- frá Argjum til Kirkjubøar
Listin fyri framtíðina:
- Fugloy
- Svínoy
- Mykines
- Kalsoy
- Vestmannabjørgini
- Tyrlutúr
- Skúðoy
- Sigla runt Suðuroy
Støð er longu havi verið í summar:
- Akraberg √
- Fámará √
- Kolamininum í Rangabotnið √
- Nakk √
- Kikarinum í Trongisvágsbotnið √
Her eru nakrar myndin :)
Ætlanin er at síggja meir, blíva betur fyri, koma í form og kasta nøkur kilo ;) Vónandi verður veðrið gott :)
Tað kunnu koma broytingar í listan :)
Fert tú at gera tær ein list? ;)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Hej Solmunde.
SvarSletUttan yva ert tú ein inspirenandi kvinna fyri mong av okkum, gott at seta sær mál og at hava okkurt at gleða seg til. Takk fyri ein deiligan siglitúr til havnar, sum virkaði nógv stytri enn 2 tímar. Ì góðum selskapi gongur tíðin so deiliga skjótt :-) Klemm Birgit
ååå tú ert fitt Birgit :) Sjálv takk, tað var deiligt at síggja teg aftur :) Nemliga, akk míni orð...
SvarSlet