26 november 2011

Mini make-over á Barbaru

Nú jólaborðhaldið hjá okkum var á veg, spurdi Barbara meg, um eg kundi sminka hana. Tað vildi eg gjarna :D 
Ætlanin var, at eg eisini skuldi gera hári hjá henni, men tað lá tíverri ikki fyri :( 
Her sært tú myndirnar...
before


After

Tíðin var knøpp og ljósi var sera keðiligt :( but you get the point :)
Ein skuldi trúð at hon kom úr Turkaland, a beautiful Turkish prinsess :)
Hopi, at tú ert glað fyri tað Barbara :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

22 november 2011

Olja til hári

Tá ið eg var hjá frisør herfyri, keypt eg mær olju til hári. Mítt hár er turt, so tað hevur brúk fyri fukti og glansi. 
Eg eri ofta skeptisk, tá ið kemur til nógv, men eg má siga, at hendan oljan er mega góð :D Hári skínur, tað er so bleytt og hon er góð fyri endarnir :D Eri so glað fyri hana :D


Oljan eitur Sheer Brillianc hjá RUSK




Á dunkinum stendur: "Reconstructs, smoothes, shines, répare, assouplit, donne de la brilliance"
Tað er 30 ml í og kostnaðurin var 85 kr (haldi eg). Eg keypti hana frá Salong Frisée í Streymnesi (har eg altíð eri hjá frisør).
Tú pumpar 5-8 dropar í lógvan og smyr favnt yvir hári. IKKI í hárbotnin! Easy :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

20 november 2011

Grooveshark

Hatar tú ikki, tá ið tú ikki finnur onkra fløgu, tá fløgan er skøvað ella tá onkur hevur lánt fløguna, sum tú skalt brúka?


Eg havi eina góða loysn... Droppa fløgurnar (um tú ert inni). Tað einasta tú skalt hava er 1 teldu og internet. 
Eg minnist ikki, hvussu eg kom framá hesa heimasíðu, men onkur hevur nokk fortalt mær um hana. Eg haldi, at hon er genial :D 
Á heimasíðuni kanst tú gera playlistar, so nógvir sum tú vilt :D Um tú vilt goyma playlistanir, skalt tú tekna teg (sum er ókeypis) :D Leiting av sangum er sera nemt og har eru næstan allir sangir.
Eg brúki tað sjálv. Mínir playlistar eita chill, dance, blanda og jólaløg, fyri at gera tær hugskot. Tað er awesome ;) 
Heimasíðan eitur:

Hvussu leingi heldur tú, at fløgur vera gjørda afturat? Keypur nakar fløgur longur?

Hopi, at tú roynur hetta og tað gægnast tær væl :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

Lagið fyri tíðina

Ein av sangunum, sum eg lurti mest eftir fyri tíðina :D
Helt, at eg skuldi deila hann við tær. Søgan í sanginum sigur eisini 1 sindur...


Eg haldi, at videolagið er 1 sindur frekt ;)


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

18 november 2011

Make-up kapping hjá MakeupGeek

Herfyri kom eg fram á eina kapping á heimasíðuni hjá Makeup Geek via facebook. Eg helt, tað vera skeg at vera við + at tað vera 2 vinnarir :D 1 fyri besta make-up og ein tilvidarligur. 
Kappingin eitur: Weekly challenge The Twilight Saga og á síðinu er ein inspiratiónmynd, sum ein kann ganga eftir. 


Á myndini sært tú Dakota Fanning, sum spælur Jane í Twilight Saga. Jane er ein vampire, høgtstandandi limur av Volturi verjunum og systur Alec, sum er fyri teimum hægst. Jane hevur evni til at føra eina mentala illusion av brennandi pínu á onnur.


Inspiratiónsmynd

Lítið sæst til make-up á myndini. So eg gjørdi 1 líknandi look við teimum litum, sum er helt vera á henni og sum eg hevði hug at brúka. Eg haldi, at eygnaskuggarnir skulu vera mattir, eftirsum hon er 1 vampire = deyð.






Um tú ert áhuga í at vera við í kappingini, so endar hon 26 novembur kl.08.00
Far á http://www.makeupgeek.com/look-of-the-week/weekly-challenge-the-twilight-saga/, har sær tú tað, sum skal til fyri at vera við.


So góða eydnu :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein gott vikuskifti :D


@solmunde

17 november 2011

Mítt hár :D (nov 2011)

Hugsa tær, hvussu keðiligt tað hevði verið, um vit einki hár høvdu! Hahaha! :D Jaa, hvat skal ein siga...

Flest fólk fáa lita sær hári. Grundirnar kunnu vera fleiri, men tað fari eg ikki inn í...

Eg má siga, at eg eri kend millum míni fyri at skifta lit og stíl ofta, tá ið tað kemur til mítt hár. Tó ikki í tað dramatiska, men eg tími ikki at hava tað sama sum fleiri onnur. Summi kenna meg ikki aftur hehe... What can I say? I like change :D
Mín egna hárlit leggi eg ikki nógv í! Eg síggi grønt, tá eg síggi mín hárlit, so nei takk! Tú hugsar sikkurt:"Grønt??!" Jaaa! GRØNT! Havi grønt sker í hárinum. Spyr mína hárfrisør...

Seinastu viku var eg hjá frisør. Tað trondi til ein umgang hehe... Hári var voksi nógv út og tað var nógvur munur á mínum egna hárliti og tí litinum, sum eg havi í. Eisini hugsaði eg, at eg skuldi hava okkurt øðrvísi. Hevði brúk fyri broyting...
Eg fekk íblásur langt síðan frá videoløgnum "Why Don´t You Love Me?" hjá Beyonce og "Born This Way" hjá Lady Gaga og segði við meg sjálva, at tílíkan frunt vil eg hava! :D
Eg hevði ynskt, at eg var djarvari, tí so hevði frunturin verið enn stytri... Frisørlærlingurin helt, meg tora heilt ólukksáliga (fyri at siga tað pent) væl at fáa hann kliptan so stuttan frunt hehe :)




Tó hugsi eg, at tað má vera ein grund til, at ein hevur tann hárliti, sum ein hevur. Man tað ikki vera, tí at ein klæðir hann best?

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

at leggja foundation á við...

Summar dáma betur enn aðrar at gera meir burtur úr sær sjálvum og tað er einki gali við at gera just tað... men máti skal vera við, haldi eg!

Í eina tíð havi eg verið meir áhuga, enn vanligt, í make-up og av tí at eg havi turrað húð, eri eg farin beint eftir foundation og hvussu ein kann leggja tað á andliti.
Eg havi kannað tað nærmari og úrsliti er, at tað eru fleiri møguleikar. Eg havi ognar mær 2 sløg av bustum, svamp og so kann ein eisini brúka sínar hendur.
Fleiri sløg av foundation eru eisini, og summ i tól riggar betur enn onnur.

Mær dámar minst at brúka svamp og foundationbust, tí at eg føli, at tað gevur strípur.
Besta úrslit hjá mær, er við at brúka hendurnar ella eina stippling brush. Um eg leggi foundationi hjá Make-Up Store, so brúki eg hendurnar. Um eg leggi mítt yndis founadtion á, sum er Elizabeth Arden Mousse, brúki eg stippling brushina.


Laura Mercier bustina keypt eg á ebay fyri einari tíð síðan, og kostnaðurin var umleið 150-170 kr við frakt . Tey hvítu hárini eru til at leggja foundaton á við og tey svørtu smyrja tað út. Hon leggur foundationi lætt á og úrsliti sær "airbrushed" út :D
Sum tú sær, er hon slitin og væl brúkt. Eg hevði nokk ikki keypt akkurát hesa bustina aftur, tí at hárini knekka av :(

Um tú ætlar at ognar tær eina tílíka, hevði eg ikki keypt á netinum og fingið sent heim, vegna toll og annað pissi hamrandi irriterandi!!! Don´t get me started!
Best er at senda hana til onkran í útlandinum ella bíða til tú sjálv fert til útlandi.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Halda tínir eygnaskuggar ikki gjøgnum dagin?

Hevur tú sama trupulleika, sum eg hevði við, at eygnaskugganir leggja seg inni í "the crease"? Rættiliga irriterandi, ha?



Eg eri komin fram til, at um tú leggur meiri og tjúkri eygnaskuggar á har, so heldur tað 1 sindur longur :D Tú skalt pressa teir á og blenda í útkantinum. Kvaliteturin á eygnaskuggunum kann eisini vera avgerandi.
Um tað ikki riggar, royn so ein primer ella base til eygnalokini.


Eg hevði Signify Me Eyeprimer, sum eg haldi er góður





MEN fyri at fáa besta úrslit, brúki eg Urban Decay Eyeshadow Primer Potion. 
Tú skalt bert brúka 1 lítið sindur, áðrenn tú leggur eygnaskuggar á og smyr hann út. Brúka sama teknik, sum nevnt uppi um.




Av tí at mínu eygnalok ikki eru einslitt, sum eg hugsa mær at roynt MAC Paintery Paintpot, men tað fær ein ikki í Føroyum!

Hopi, at hetta hjálpur tær :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde  

14 november 2011

Mommy 2 B

Mommy 2 B! :D


































Tikið í novembur 2010

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein gott vikuskifti :D

@solmunde

Man´s best friend

Man´s best friend...


Pól og Lady :D

Lady er umleið 11 ár og er ein bordercollie. Hon er so øðiliga fitt og aktar sera væl :D
Tað skegasta við Lady er, tá ein, sum Pól, fer til foreldrini, hvínur hon, sum um hon er blivin bangað hehe... Hon er glað sjálvandi :D Vónandi verður hon við okkum eina løtu afturat...

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

13 november 2011

Reyðbedir

Fakt um reyðbedir.
Veist tú, at... 
Ráar reyðbedir:

  • halda heilan skarpan
  • vektina niðri
  • gevur orku
Kókaðar reyðbedir:
  • drenar teg fyri orku
  • ger teg tjúkkan
  • gevur tær pirrir
  • "truer din sundhed"

So hugsa teg um...

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

Glað/ur fyri mat og tað ósunna?

Puha, sum eg havi tikið uppá! :( Tað er nokk ikki løgi, um ein hugsar, um allar uppskriftirnar, eg havi roynt, áðrenn eg havi lagt tær út her ;) 
Alt ov nógv av hugnaløtum heima hehe...  Nú skal broyting koma í! Eg skal venja og broyta mátan at eta uppá! 
Her eru nøkur góð ráð!

  • Et minni uttan at leingjast eftir meir
  • merk og kenn mun á fysikst og psykist svongd 
  • Et tá ið tú ert fysiskt svangur, ikki av øðrum grundum!
  • Nýt madin!
  • drekk 1 glas av vatni, áðrenn tú etur

Langabbin segði altíð, at ein átti at steðga við at eta, tá ið tað smakkar best.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

11 november 2011

Partur 2...

So er hann aftur :p

Bibbur, partur 2...

 Takk fyri, at tú læs mín blogg og gott vikuskifti :D

@solmunde

10 november 2011

Prodject sterkari negl...

Eg gangi við einum neglaklippara í mínum lyklaringi! Tað sigur 1 sindur?
So herfyri tók eg meg saman viðvíkjandi mín neglum! Tær vóru ein katastrofa! Eg skuldi bara hyggja at teimum, so brótnaðu tær :(
Ikki tí at eg eri ekspert í negl umráðinum, men eg royni at gera mínar negl sterkari og longri.


Hetta er tað eg gjørdi, fyri at fáa sterkari negl.
  • Fíla neglirnar hvørja viku. Eg eri ikki von við at fíla mína negl. Eftir bara 1 fer, legði eg merki til, at tær hildu longur. Eg var so glað :D
  • bloyt í heitum vatni fyri at gera neglabondini bleyt.
  • Olju til neglabondini
  • trýst neglabondini aftur
  • Smyr hendurnar (eg brúki Camferinakrem fyri 16,95 kr)
  • lakkera neglirnar
  • Drekk mjólk 
Eg fór oman til Matas, har eg skuldi keypa Nailhardener. Tað høvdu tey ikki. Tey høvdu bara nakað, ein smyr á tað hvíta á neglinum. Tað var so mini, minni enn tummilfingurin hjá mær og tað kostaði 120 kr! So nógv hevði eg ikki hug at brúka :s Eg finni nokk okkurt, tá eg fari uttanlanda :)

Dr. Neil Schultz sigur hetta um negl. Ringt fyri neglirnar er at brúka ov ofta neglalakksfjernara! Tú skuldi helst ikki brúkt hann meir enn 2 ferir um mánaðin, helst 1 fer um mánaðin. 
Ynskir tú langar negl "skjótt", er einki at gera, tí at tað ber ikki til.   

Fyri fleiri árum síðani, fann eg útav at virkaði sum, um at neglirnar vuksu skjótari við at ganga við ella sova við hanskum á.

Mostur mín gekk altíð við eini neglafíl og eg helt tað vera so snobbut ;) men nú skilji eg hví :D
Niðurstøðan er tann, at eg havi funnið útav, at tað hjálpur at fíla neglirnar hvørja viku og eg royni at leggja neglalakk á til tíðir :D Eg dámi tíverri ikki mjólk, so tað er 1 minus fyri meg (uttan í the og kaffi)... men eg eti ost ;)

Hopi, at hetta hjálpur tær :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

P.S. Nú á døgum kann ein finna allan "lort" á youtube. Sumt av tí kann vera eina hjáp.



09 november 2011

Ein hugnaligur dagur við familju í viðalundini

Ein sunnudagin herfyri ringdi Malan (kona svág) tíl mín, fyri at vita, um vit vóru inni og um eg kundi taka myndir av børninum. Vit avtalaðu at møtast uttan fyri EFFO, tí so fóru vit í viðalundina, har eg kundi taka myndir av teimum. Eisini fekk eg tikið familju mynd av teimum :D langt um leingi :/
Veðrið var lekkurt og natúran er ein deilig bakgrund, men tað var 1 sindur myrkt í veðrinum...

Her eru nakrar myndir.



Eg klári ikki at lata verað við at takað natúrmyndir. Eg haldi, at tað er so vakurt :D
Tílíkar myndir eru ikki tær mest áhugaverdar at hyggja at, men tað "sag og behag", right?




































Aftaná fóru vit øll úr kuldanum og niðan til okkara, har eg gjørt okkum lekkurt klárt :D
Tá ið ein fær vitjan, er tað gott at hava okkurt at bjóða teimum, og heppin var eg, at eg átti alt inni til uppskriftina uppá Amerikanskar pannukøkur  og eg hevði gjørt <3-forma smákøkur :D 
Uppskriftina uppá pannukøkurnar fekk eg í fjør summar frá einum fittum avloysara í arbeiðinum, sum dámdi væl at bakað.
<3-formaðu smákøkurnar fekk eg uppskriftin úr eini bók av býarbókasavninum. 




All in all, ein hugnaligur dagur :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

08 november 2011

Online shopping...

Eg havi keypt 1 sindur online. Hevði tað ikki verið fyri tollin, hevði eg blivin við og næstan bara keypt online. Føroyar er sooo durt! What´s a girl to do?? 


Takk til mína vinkonu Tinu, hevði eg ikki vitað av heimasíðu, sum sendur ókeypis millum annað :D
Ætlanin hjá mær er at keypa meir har, men eri bara ikki komin so langt...
Enn havi eg bara keypt 2 ferir. 




Hesir eru teir, sum eg havi keypt :D og eini nude...
Sjálv haldi eg ikki, at hetta er ein góð mynd, men kanska tú fert at síggja meg í teimum :D
Prísurin?? Jaa, tað skal eg siga tær! 238 kr stk!! :D 


www.asos.com


So takk til tín Tina góða :*
Og minnst til, um tú keypur fyri yvir 300 kr, so kemur tollur á! :(
Keypur tú luxusvøru, so kemur gatt-tollur á, sjálvt um  tað er yvir undir 300 kr :(


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

"Lita" hári myrkari uttan at fara í pengapungin

Ynskir tú myrkari hár ella ein djúpri lit? Tað er nemt og bíligt :D 
Tað einasta tú hevur brúk fyri er:

*kalt kaffi
*1 posa (eg brúki liturposa)
*1 ljótt handklæð


Stoyt kaffi´i í hári, massera, legg posan væl um alt hári,  og lat tað vera í í umleið 40 min og vaska tað síðani. 


Hetta er ikki ein permanent litin, men bert "a stain", sum ein sigur á enskum. 
Hevur tú myrkt hár, ger hetta litin djúpari.
Tað fer kanska ikki at rigga uppá ljóst hár...
Eg havi roynt tað og dámi tað væl...


Hopi, at tú roynur og dámar tað :D 
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde























































07 november 2011

Insperatión look á E-borg

Famile is gold! Wouldn´t want to be without them :*

Tað góða við at hava eina systur, er at tit hava nógv til felag, skilja hvørja aðra, stuðla hvørja aðra og hava tað sama at tosað um.
1 sunnukvøld, har veðrið var ófantaligt og vátt, slapp eg at gera akk tað eg hevði hug til við lítlu systi míni, og eg valdi at gera 1 insperatións look :D Tað er skeg at síggja, hvussu ein kann síggja út við at broyt okkurt...

Eg gloyndi tíverri at takað eina before mynd :(

Fondation, powder og eygnaskuggar komnir á. Eingin munur á eygnabrýrnum? ;) 
Bibbur dámar væl at koma á mynd ;)

Eygnabrýrnar lidnar og concealara undir eyguni

Blush og eyeliner á

Maskara slapp hon sjálv at leggja á.



































Enn eina fer liggur mín reyða varrastift og varrablýantur eftir heim...
Annars er hon finito :D You like?

Klára tú at gita, hvar mín insperatión kom frá?? :D

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

04 november 2011

Perusnapsur

Nakrar ferir um ári fái eg blaðið Isabellas við posti og tá eg fái tað innum hurðina, kann eg sita leingi og granska tað. So 1 kvøldi sat eg og blaðaði í tí og kom fram á hesa uppskiftina og hugsaði, at eg ongantíð hevði gjørt nakran uppskrift uppá snaps. So tað fór at eg royna..
Eg brúkti:
3 perur
4 stengur kanel
1/2 stong vaniljusukur
2 tsk korianderfrø
1 1/2 tsk sukur
1 litur snaps ella vodka

Sker skæli av perunum og sker perunar í smá stykkir. Koyr perustykkini í eina krukku ella 1 ílat við loki, saman kanelstengrinum og vaniljustongini. Koyr restina í og lat tað stanka kalt og trekkja í umleið 4 vikur. Minst til at rysta krukkuna javnliga. Eftir umleið 4 vikur sýla blandingina og koyr snapsin í eina fløsku og lat hvíla í nakrar vikur, áðrenn tað verður drukkið. Hóskar væl við t.d. ost ella sildamat.
Eg gjørdi 1/2 uppskrit, tí eg fekk also ikki 1 litur í mína krukka :s So alt bleiv eftir uppskriftini uttan hasin liturin av vodka...
Eg var so spent og tímdi illa at bíða! :P So eftir nógvar vikur av at ryst og hugt uppá krukkuna í køliskápinum, kunnu vit endiliga smakka okkum á :p 
Fløskuna tóku vit fram á valkvøldinum ;) 2 grannar kom framvið og teir fingu eisini smakka á og øll dámdu hann væl :D Tó hildu teir hann vera 1 sindur jólaligur. Tað kann allarhelst hava verið kaneli...
Konsistensurin var 1 sindur tjúkkur, vegna mangul av vodka, sum gjørdi at hann var søtur og kendist 1 sindur sum likørur.
Fløskuna keypti eg hjá Tinghúsinum á Hjalla fyri umleið 1 ári síðan :)

Niðurstøðan er tann, at eg aftur fari at gera hendan perusnapsin. Helst til jólaborðhaldi saman við Hugnabandanum o.ø. í des, um eg klári tað :D

Eg vil eisini heilsa Fastur og ynskja henni til lukku við degnum :D

Hopi, at tú roynur hetta og góða eydnu :D So skál :p
Takk fyri, at tú læs mín blogg og gott vikuskifti :D

@solmunde  

Jól og jólagávur!

Jól er ikki alt ov langt burturi, so nú er tíðin komin, har ein hugsar um at keypa jólagávur, um ein ikki longu hevur keypt tær.
Eg haldi, at jól er ein deilig og fantastisk tíð. Eg elski at vera saman við familju og vinum og hugna + allan tann deiliga og góða mat, vitjan, kavan, spøl og pynti :D Sum eg gleði meg :D Vit pyntaðu 25 nov :D Tíðliga? Tað veit eg nú ikki. Tað er 1 sunnudagur í Advent... 




1 sum eg haldi, at nógv gloyma! Tað er at jól er fyri at minnast Jesus, sum doyði fyri okkum, ikki um gávur..! Hví er tað fari so langt við gávum?
Ein burdi bert givið gávur til tey, ein heldur jól saman við... og tey, sum einki eiga sum Christmas Child og annað líknandi, um ein hevur hug. Men tað er sjálvandi upp til ein og hvønn at avgera. Tað burdi verið nokk at bara komi saman við familju og kæru, hugna og minnist tann, sum doyði fyri okkum og verða takksom fyri tað vit hava...


$$$!


Eg var ein av teimum, sum brúkti fleiri TÚSUND krónur uppá jólagávur. Tá eg sigi túsund, men eg við 6.000 kr, í fleiri ár! WTF??
Mær dámi væl at fara út av leita og finna tað rætta til hvønn persón, sum eg keypti til. Eg sigi ikki, at eg ikki havi rakt við síðirnar av til tíðir...


Eg fái ilt av at hyggja at hesi mynd :(


Sum tú nokk hevur funnið útav, havi eg fingið nokk! Eg haldi, at tað er langt úti, at ein brúkar so nógvar pengar uppá gávur! Tað er blivi so yvirdrivi við jólagávum! Ella er tað bara eg, sum haldi tað??
Tað koma fleiri og fleiri børn = fleiri gávur at keypa. Eg sigi ikki, at tey ikki skulu fáa gávur, als ikki!! Men hvar er grensan? 
Og listin yvir tinginum børn ynskja sær, OMG sigi eg bara! Tey tingini er so ræðuliga dýr! IPhone, farteldu, Nintendo Dsi 3D...! Øll mugu vera stjórar! Einki takksemi nú á døgum, ha? Minni og minni av respekt, if you ask me! Hugsa um tey, sum einki eiga!!

Summi siga, at tað er tankin, sum telur. Hetta hevur ein vinkona hjá mær at siga um tað: "Bullsh*it! Eg vil heldur EINKI hava, enn at fáa okkurt lort!" Right hon sjálv? ;) hehe...

Men nær steðgar ein at geva gávur til summi? Steðgar ein yvirhøvður? Hvønn? Sum sysknabørn, mostrar, fastrar, mammubeiggjar, pápabeiggjar, guðbørn, vinfólk ect... Summi geva ikki yvir 13-14 ára aldurin.


Tá eg var smágenta, spurdi Babba, um eg kundi fáa eina 20 kr , var aftursvarið: "Stendur tað Føroya Banki á rygginum á mær?" (tó ikki hvørja fer, tí at eg spurdi ikki so ofta)
Babba, tú skalt vera glaður fyri, at tú ikki eigur smábørn nú á døgum! 


Eg hopi ikki, at nakar tekur hetta persónligt og illa upp, tí at tað er als ikki ætlanin! Hetta er bert ein spurningur.


Eg vil endað við hesum linki. Eg veit ikki, hvat eg skal siga... Eg eri kanska fødd skeiva tíð. Tú kanst gera tína egnu meining.
http://ekstrabladet.dk/nationen/article1639375.ece


Tú ert vælkomin at viðmerkja niðriundir.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

03 november 2011

Okkara baby :D

Her er okkara fitta baby :D 
Hann eitur Bibbur og hann er 15 mánaðir :D Han dugur at tosa! :D Ja, eg meini tað! Spyr bara tey, sum kenna hann :D Hann sendur mussar og sigur millum annað: Bibbur, hey bibbur, hvat gert tú, sigur tú, fittur bibbur, bibbur fittur...
Hann er so fittur :D Honum dámar væl at etað maskara og stearinljós. Eg veit eg veit, tað er ikki gott fyri hann. Vit steðga honum eisini, tá ið hann etur tey...
Hann er úti úr búrinum hvørt kvøld. Hann er ofta nærgangandi, men hann lurtar bara eftir, hvat tú sigur. 
Honum dámar at vera við at gera okkurt, spæla við babba sín og eisini at fáa mussar :*


Á video´inum er hann 11 mánaðir. Hann elskar at spæla við handan blýanitin :D
Um tú lurtar, so hoyrur tú hann nakra ferir siga: "Bibbur"
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

02 november 2011

Tað reina luxus til andlitið

Herfyri vóru Tina og eg í SMS til Móta & Vælvera ´11. Har var nógv ymiskt at hyggja eftir, lurta eftir , fáa gjørt, goody bags og tilboð frá fleiri handlum...
Eg hevði sett meg fyri, at eg vildi gjarna blíva sminka hjá The Body Shop, fyri at vita, um ikki har ER fyri meg, vegna mín húð... meen har vóru so nógv fólk, at eg droppaði tað. 
Síðani fóru vit niðurundir í Matas elle Heilsu (veit ikki, hvussu tað eitur nú), tí at eg hevði hug at fáa viðgjørt og fáa ráð um mínar negl, men ístaðin spurdi eg, um ein kundi blíva sminkaður. YES, tað kundi ein! :D Tað gleddi meg til :D Daman (fyri ikki, at siga gentan, tí at hon var í hussu so er yngri enn eg) byrjaði við at leggja eina masku frá DIOR á meg, fyri at geva húðini 1 sindur av fukt. Hareftir legði hon foundation á meg, eisini frá DIOR. Blush og eygnaskuggar eisini, men tað var eg ikki serliga áhuga í, tí at eg havi brúk fyri vitan um serliga foundation, sum ein trupulleiki hjá mær. 
Daman, sum sminkaði mær var fitt og gav góð frá. Hon sá væl, hvussu turra húð eg havi, tí legði hon hasa maskuni frá DIOR á. Hon segði seg eisini at hava turra húð, sum eg slett ikki sá á henni... I wonder what her secret is..? Kanska eg skuldi fari oman at vitja hana aftur ;)
Av tí at hon legði foundation og maskuna á, kundi eg ikki vita, hvussu hvør vøra var á mær, tí fekk eg ein testa av andlitsmaskuni og av foundation við heim :D


Eg fór í gongd við at brúka maskuna beinan vegin. Hon bað meg strekkja testarin út til nakrar dagar og leggja hana á hvørt kvøld, áðrenn eg fór í song og sova við henni á í 1 viku.
Eftir bert 1 nátt við maskuni á, sá eg mun og má siga: OMG!!  (sum tey ungu siga) Úrsliti var fantastiskt!! :D Eg var so bilsin av hesum! :D Hesa masku vildi eg hava! :D
Eg eri ikki von við at keypa merkivøru, tí at eg krevji so nógv og ofta, at tað loysur seg ikki hjá mær. So havi eg næstan ikki ráð til nakað annað restina av mánainum... 



Ná, men aftur til, tá vit vóru í Matas/Heilsa. 
Eftir sum eg var har, spurdi eg bara um kostnaðin á maskuni. Tá ið eg fekk at vita hann, hevði eg bara hug at siga: "F**K also!!" Segði tað tó ikki hehe...  
Fy for heitasta, eg havi ikki vita tílíkt! 399 kr fyri ein tílíkan dunk! DIOR er 1 durt merki, men eg visti ikki, attað er so durt :(





























So eg má bara droyma, at eg finni eina líka góða, bara bíligari, tá vit fara uttanlanda, tí at hasa frá Matas/Heilsu fari eg ikki at keypa! :( 
Tað loysur seg heldur ikki at keypa via www.ebay.com, tí tað kemur gatt tollur á!! :@

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D 

@solmunde

01 november 2011

Doctor Fish?

Ein dagin meðan vit lóðu á vesturstrondini av Rhodos býnum og sólaðum okkum, gekk ein dama og gav faldarir út. Eg valdi at taka ímóti einum. Tað fyrsta eg legði til merkis á  faldarinum , at tann blái liturin av vatni og yvirskriftin Doctor Fish... "Doctor Fish"? Hvat var tað? Eg legði meg at les. Tá ið eg hevði lisið uppá, segði eg við hini, at hatta skuldi eg royna, áðrenn vit fóru heima aftur. Tað átti at verið gott fyri serliga meg :)

Doctor Fish ella Garra Rufa, sum teir eita, eru smáir fiskar, sum eta deyða húð. Teir eru eystri frá, sum t.d. Turklandi, Iran og Irak. Ljóðar ólekkurt? Tað er tað ikki :) Teir hava ikki tenn, so ein fær slett ikki ilt.
Ein slík viðgerð er fantastisk, um ein hevur turrað húð ella psoriasis.










Sjeikurin og eg fóru síðani at vita um tíð var til mín. Eg slapp til beinan vegin. Eg minnist ikki, hvat prísurin var, men tað vardi í 30 min! Eg helt tað vera leingi.

Eg bleiv biðin, um eg seta meg niður, so fór daman at vaska mínar føtur. Eftir tað blivu føturnar turkaðar og latnir í eina papísinniskógvar og so gekk leiðin yvir til mítt pláss. Eg setti meg og lat fyrst 1 bein fara niður í, tí at eg visti ikki, hvat eg skuldi vanta hehe. Shum! ALLIR fiskarnir komu í sama sekundi, sum fóturin kom niðurí! Av tí at eg havi so turrað húð, dámu fiskarnir meg væl hehe... Eg eri bara kedd av, at eg ikki kundi fara øll niðurí! hehe...


Eg hugdi at eini sending á Kanal 4 (haldi eg) í næst seinastu viku, sum eitur "Min Mænd Kan" og har skuldi ein sjeikur stinga høvði niður í kar við Doctor Fish í í 1 1/2 min fyri at koma víåari í sendinginu um at vinna 50.000 kr. Tað gekk nøkur fá sekund, so tók hann høvði upp, tí at ein av fiskinum fór inni í nøsina lol :D Gott at tað ikki var eg ;)

Hopi, at tú roynur hetta, um tú hevur møguleikan, so góða eydnu and enjoy :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde