Doctor Fish ella Garra Rufa, sum teir eita, eru smáir fiskar, sum eta deyða húð. Teir eru eystri frá, sum t.d. Turklandi, Iran og Irak. Ljóðar ólekkurt? Tað er tað ikki :) Teir hava ikki tenn, so ein fær slett ikki ilt.
Ein slík viðgerð er fantastisk, um ein hevur turrað húð ella psoriasis.
Sjeikurin og eg fóru síðani at vita um tíð var til mín. Eg slapp til beinan vegin. Eg minnist ikki, hvat prísurin var, men tað vardi í 30 min! Eg helt tað vera leingi.
Eg bleiv biðin, um eg seta meg niður, so fór daman at vaska mínar føtur. Eftir tað blivu føturnar turkaðar og latnir í eina papísinniskógvar og so gekk leiðin yvir til mítt pláss. Eg setti meg og lat fyrst 1 bein fara niður í, tí at eg visti ikki, hvat eg skuldi vanta hehe. Shum! ALLIR fiskarnir komu í sama sekundi, sum fóturin kom niðurí! Av tí at eg havi so turrað húð, dámu fiskarnir meg væl hehe... Eg eri bara kedd av, at eg ikki kundi fara øll niðurí! hehe...
Eg hugdi at eini sending á Kanal 4 (haldi eg) í næst seinastu viku, sum eitur "Min Mænd Kan" og har skuldi ein sjeikur stinga høvði niður í kar við Doctor Fish í í 1 1/2 min fyri at koma víåari í sendinginu um at vinna 50.000 kr. Tað gekk nøkur fá sekund, so tók hann høvði upp, tí at ein av fiskinum fór inni í nøsina lol :D Gott at tað ikki var eg ;)
Hopi, at tú roynur hetta, um tú hevur møguleikan, so góða eydnu and enjoy :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
hehe ;) men hjálpti tað tær? og er handan myndin av tær?
SvarSletJaaa, tað var so øðiliga deiligt, lekkurt og gott fyri meg :D
SvarSletNeei, eg eri komin til at sletta allar myndirnar frá Rhodos :(
Hey Ann,
SvarSletFín blogga tú hevur :-)
Ja hatta havi eg prøva í Filippininum einaferð, ordiliga stuttligt :-) kitlaði nokso illa hehe.