04 november 2011

Jól og jólagávur!

Jól er ikki alt ov langt burturi, so nú er tíðin komin, har ein hugsar um at keypa jólagávur, um ein ikki longu hevur keypt tær.
Eg haldi, at jól er ein deilig og fantastisk tíð. Eg elski at vera saman við familju og vinum og hugna + allan tann deiliga og góða mat, vitjan, kavan, spøl og pynti :D Sum eg gleði meg :D Vit pyntaðu 25 nov :D Tíðliga? Tað veit eg nú ikki. Tað er 1 sunnudagur í Advent... 




1 sum eg haldi, at nógv gloyma! Tað er at jól er fyri at minnast Jesus, sum doyði fyri okkum, ikki um gávur..! Hví er tað fari so langt við gávum?
Ein burdi bert givið gávur til tey, ein heldur jól saman við... og tey, sum einki eiga sum Christmas Child og annað líknandi, um ein hevur hug. Men tað er sjálvandi upp til ein og hvønn at avgera. Tað burdi verið nokk at bara komi saman við familju og kæru, hugna og minnist tann, sum doyði fyri okkum og verða takksom fyri tað vit hava...


$$$!


Eg var ein av teimum, sum brúkti fleiri TÚSUND krónur uppá jólagávur. Tá eg sigi túsund, men eg við 6.000 kr, í fleiri ár! WTF??
Mær dámi væl at fara út av leita og finna tað rætta til hvønn persón, sum eg keypti til. Eg sigi ikki, at eg ikki havi rakt við síðirnar av til tíðir...


Eg fái ilt av at hyggja at hesi mynd :(


Sum tú nokk hevur funnið útav, havi eg fingið nokk! Eg haldi, at tað er langt úti, at ein brúkar so nógvar pengar uppá gávur! Tað er blivi so yvirdrivi við jólagávum! Ella er tað bara eg, sum haldi tað??
Tað koma fleiri og fleiri børn = fleiri gávur at keypa. Eg sigi ikki, at tey ikki skulu fáa gávur, als ikki!! Men hvar er grensan? 
Og listin yvir tinginum børn ynskja sær, OMG sigi eg bara! Tey tingini er so ræðuliga dýr! IPhone, farteldu, Nintendo Dsi 3D...! Øll mugu vera stjórar! Einki takksemi nú á døgum, ha? Minni og minni av respekt, if you ask me! Hugsa um tey, sum einki eiga!!

Summi siga, at tað er tankin, sum telur. Hetta hevur ein vinkona hjá mær at siga um tað: "Bullsh*it! Eg vil heldur EINKI hava, enn at fáa okkurt lort!" Right hon sjálv? ;) hehe...

Men nær steðgar ein at geva gávur til summi? Steðgar ein yvirhøvður? Hvønn? Sum sysknabørn, mostrar, fastrar, mammubeiggjar, pápabeiggjar, guðbørn, vinfólk ect... Summi geva ikki yvir 13-14 ára aldurin.


Tá eg var smágenta, spurdi Babba, um eg kundi fáa eina 20 kr , var aftursvarið: "Stendur tað Føroya Banki á rygginum á mær?" (tó ikki hvørja fer, tí at eg spurdi ikki so ofta)
Babba, tú skalt vera glaður fyri, at tú ikki eigur smábørn nú á døgum! 


Eg hopi ikki, at nakar tekur hetta persónligt og illa upp, tí at tað er als ikki ætlanin! Hetta er bert ein spurningur.


Eg vil endað við hesum linki. Eg veit ikki, hvat eg skal siga... Eg eri kanska fødd skeiva tíð. Tú kanst gera tína egnu meining.
http://ekstrabladet.dk/nationen/article1639375.ece


Tú ert vælkomin at viðmerkja niðriundir.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

2 kommentarer:

  1. Eg haldi, at hetta er tað besta tú hevur skriva ;)

    Vit liva í totalari yvirflóð, mangla einki..
    Haldi at øll burdu heldur givið teimum sum veruliga mangla nakað, eina jólagávu, ístaðin fyri at geva teimum sum eiga alt, meira.
    Einig við tær í at man bert burdi givið teimum man heldur jól við eina gávu. Og ístaðin fyri at geva til gummu og gubba børn, so heldur givið pengar til eitt vælgevandi endamál ;)

    SvarSlet
  2. Hey Ann,
    Góð grein,ein áminning til okkum øll. Deiligt at seta seg við kaffikoppinum og lesa tín blogg í morgun.
    Tú sigur akkurát tað sum eg havi hugsa í seinastuni, hvussu langt skulu vit fara, eg taki alla rúgvuna við aftur í ár, men tað verðau bert smáting - t.v.s. smáting, men nýtilig, so folks, eingin dýrr pakki frá moss/ommedidd í hesum Harrans árinum 2011:)

    SvarSlet