31 oktober 2011

Tak árstíðini inn í heimi hjá tær...

Eg havi funnið útav, at heystlitur eru faktist rættiliga vakrir, sum eg ikki havi hildið fyrr. Mær dámdi best skríggjandi litir. Grundin var nokk tann, at eg vaks upp í  80´inum ;)

Nú heysti er komin, hevði eg hug at fylgja hesi árstíð og taka 1 sindur inn í heimi hjá okkum og verða 1 sindur grøn eisini. 


Hetta pyntið, sum eg fari at vísa tær,  er sera nemt og bíligt at gera. Tað krevur bert ein túr út og endurnýtslu :)
Tað einasta eg brúkti, var krukkurnar, trá, turka bløð, 1 tallerk og fýrfatsljós.


Endunýtsla er nakað, sum eg royni at gera gagn av og har komu krukkurnar væl við. Krukkur sum levurpostei, syltitøj og eplakrukkur hava verið í.   


Í seinastu viku var eg í viðalundinum í samband við arbeiði og útnyttaði eg møguleikan at taka nøkur bløð heim við. 
Tá eg kom heim, fann eg 1 gamalt vikublað fram og legði bløðini í millum, legði nakrar bøkur omaná og lat liggja í nakrir dagar. Hetta ger, at bløðini verða deiliga fløt og ikki krúlla saman.


Eg fekk lillalitta tallerkin í jólagávu frá fastur og manninum eitt ári og tað havi eg tikið framm aftur, tí at eg haldi at liturin lilla er heystligur og tað er so passaliga stórur.

Tráin keypti eg í 2x3 í fjør.

Hetta er so úrslitið :D I like it :D 






























Hesar syltitøjskrukkur standa á trappuni.






























Tallerkurin stendur á stovuborðinum.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

28 oktober 2011

Endin á temaðinum...

Ein plagar at siga: save the best 4 late ;)
Við hesum vil eg ynskja tykkum 
HAPPY HALLOWEEN! :D


http://www.trgala.com/mov0001.swf


Takk fyri, a tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

27 oktober 2011

Pumpkin :D (2011)

Enduliga fann eg 1 nøkuliga pent græskar :D Tað kostaði 50 kr í Miklagarði :( Oh well, eg fekk 1 sindur burtur úr :p
Eg fór at skera út og gera pumpkin pie :D


Soleiðis gjørdi eg:
































Hetta er tað eg brúkti (+ 1 bolla)






Dead pumpkin! xp




Tá ein hyggur at muðinum, skal ein ímynda sær, at hann hevur verið seymaður aftur og skriktur upp ;)











Like? :D Eg hevði ikki so nógv tíð at gera tað í, tí er taðnakað einfalt...


Her er so tertan :D


Nice, ha? :D Hon smakkaði vææææl :D


Uppskriftin fann eg á internetinum:
http://spisordentligt.blogspot.com/2006/10/grskartrte.html


Hopi, at tú roynur hana, so góða eydnu :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góða dag :D


@solmunde

26 oktober 2011

Pumpkin (2009)

Í samband við temavikuna hjá mær, sum er Hallowen, havi eg gjørt hendan bloggin. Eg valdi, at geva honum heiti pumpkin, tí at tað ljóðar betri enn græskar...


Av tí at eg enn ikki havi funnið nakað gott græskar, havi eg valt, at leggja myndirnar av míni pumpkinpie frá í fyrra árið út.
Ætlanin er enn at keypt 1 græskar, skera tað út og gera okkurt við innmatin :) Møguliga okkurt annað enn tertu, eftirsum eg havi longu roynt tað...

Uppskriftina fann eg á www.opskrifter.dk, men hon er ikki at finna í dag :/ Tíverri skrivaði eg hana ikki niður...
Tíbetur er google uppfunnið, so tað er bara at leita har og tú skuldi funnið fleiri uppskriftir :D

Her eru so myndirnar :)


Her er græskari :)


Eg gravaði og gravaði! Tað er 1 sindur av arbeiði, men eg geri tað gjarna aftur :)
































1 sindur av skemt ;)


Annað eyga skorið út..

Evil?! :p Muðurin teknaður...

Tada!! :D

So er tertan komin í ovnin 


og her er hon liðug :D Pen, ha? :D


Júst hendan tertan smakkaði ikki av so nógvum, tí ótu vit vaniljukrem afturvið...


Hopi, at tú roynur okkurt líknandi, so góða eydnu :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde 



Gleð 1 barn á jólum via Christmas Child

Hetta hevur einki við Halloween at gera, men fyri at tú skalt hava møguleikan at vera við, leggi eg hetta út í dag!

Hetta skal gerast í einasta legi 1 nov í ár!! So get to it!




Heimsins størsta jólatiltak fyri børn

Hvørt ár verður tað latið jólagávur til líðandi børn í 95 londum kring heimin. Vilt tú vera við og gera eina góða gera??

Hetta er í stuttum, hvat og hvussu... 
Fleiri upplýsningar um Christmas Child, heimasíðuna, email og tlf.nr er at síggja longur niðri.


Tað er lætt at pakka eina eskju! Soleiðis gert tú:

  1. Tú skalt brúka eina tóma skógveskju í miðal stødd, umleið 18 cm x 30 cm x 13 cm. Tú ert vælkomin at prýða eksjuna, so hon sær út sum ein jólagáva.
  2. Síðani skalt tú velja, hvør skal hava tína skógvaeskju. Tú kanst velja aldur og kyn. Bólkarnir eru sleiðis:  2-4 ár, 5-9 ár ella 10-14 ár. Um tú ikki hevur lepan frá faldarinum, ger so ein, har tað stendur aldur og kyn á.
  3. Fyll eskjuna við lutum og hugsa um aldurin, sum tú hevur valt.
  4. Koyr 1 elastikk um eskjuna. Eskjan skal kunnað latast upp, tí at pakkin skal kannast í Onglandi. 
  5. Legg 30 í ein brævbjálva og legg hann í eskjuna ella flyt peningin á konto ó EIK: 9181-1403917. (Peningurin skal brúkast til frækt av eksjuni)

GÁVUHUGSKOT:
  • Leikur - bamsur, dukka, sovidjór, bilar, flúgvara, jojo, oyraringar, munnharpa, hárprýði o.a...
  • Skúlaútgerð - blýant, penn, blýantspískara, pennahús, tussjir, blokkar, lineal, brævpapír, málibók o.a...
  • Ítróttarlutir - lítlan bólt, hoppiband, bólt at blása upp, sveittaband, svimjibrillur o.a...
  • Heilsurøkt - tannbust, tannkrem, sápa, hárbust, lappi o.a...
  • Annað - góðgæti, tó ikki sjokulátu, ið mist heldur sær til mars 2012, sólbrillur, keppur, hanskar, turriklæð, hosur, húgvu o.a....
  • HAVI HELST LUTIR ÚR ØLLUM BÓLKUM!


IKKI KOYRA Í:
  • matur, ið kann spillast
  • klæðir, uttan tað, sum er nevnt omanfyri
  • flótandi, sápa, húðkrem, sápubløðrur o.a...
  • krígslutir, spælibyrsu, herðmenn, revolvarar, kvívar o.a....
  • heilivágur, vitaminir, bomm hyri hosta, salvur o.a...
  • veikir lutir, sum kunnu brotna 
  • vandamiklir lutir, ið kunnu skaða, saksar o.a...
  • brúktir lutir
  • bøkur við teksti
  • politiskt ella átrúnarligt tilfar
  • hondgjørtar lutir, sum ikki eru av CE-merktar

Um tú hevur hug, kansk tú leggja 1 bræv við búðstaði og mynd av tær/tínari familju í, so barni kann hava møguleika at hava samband við teg.

Um tú ivast í nøkrum, kanst tú ringja til onkran av hesum:
Vágar tlf. 283715 / 533512
Streymoy tlf. 224217 / 597000
Eysturoy tlf. 589000 / 723560
Norðoyggjar tlf. 217869
Sandoy tlf. 361776 / 278702
Suðuroy tlf. 572244

Um tú vilt vita meir, kanst tú fara inná heimasíðuna:
www.christmaschild.fo
www.operationchristmaschild.org.uk
ella emaila á :
info@christmaschild.fo




Eg haldi, at hetta er 1 gott hugskot og endamálið er sera gott :D
Gleð 1 barn við eini jólagávu á jólum... Eg fari :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

25 oktober 2011

Look nr.5 til Halloween

Her er so look nr.5, Scary Clown...
Tó haldi eg ikki, at hon er serliga scary. Minnir meir um Joker hehe...

Before. All natural...



Eg byrjaði við at leggja hvíta andlitsmáling á alt andliti og hálsin

Síðan legði eg merki til 1 kukk! :s Finnur tú hann? hehe...

So at tekna nýggjar eygnabrýr. Eg brúkti eina svarta kohlstift til brýrnar, tí at eg hevði ikki tað brúnu við mær :s 


Bibbur vildi vera við :D Hann er so fittur :*




Til skuggar brúkti eg gráan eygnaskugga on a fluffy blush. Eg rukkaði pannuna og smílti stórt.



Til varranir brúkti eg reyða andlitsmáling, tí eg hevði gloymt mína reyðu varrastift heima :s


And voila! Fin...



Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

24 oktober 2011

Ger teg kláran til Halloween við gysarum!

Eg haldi, at Føstalávint ein fer um ári er ov lítið, tí gleði eg meg til Halloween. Sjálv um tað er ein amerikonsk høgtíð... Mær dámar væl at vera onkur annar enn eg sjálv av og á og let loose, um tú veist, hvat eg meini :D
Halloween er ein tíð til gys! Og har til vemmuligir filmar :p 
Her er ein listanum yvir nøkrum vemmuligum filmum, sum kunnu verða hóskandi til Halloween ella um tú bert hevur hug at hyggja at onkrum óhugnaligum :p Tað er gott við nøkrum klassikarum eisini. Skeg at hyggja at gomlu filmum til tíðir :D
Vit byrja sjálvandi við: 
Halloween (1978)
Halloween H20 (1998)
Rob Zombie´s Haloween (2007)
 H2 (2009)
Rosemary´s Baby (1968)
Brom stocker´s Dracula (1992)
Amityville Horror (1979 & 2005)
The thir13en Ghosts (2001)
The Ring (2002)
The Ring Two (2005)
Hellraiser (1987)
Piranha (2010)
An American Haunting (2005)
Friday the 13th (1980)
The Exorcits (1973)
The Poltergeist (1982)
The Shining (1980)
Saw I, II, III, IV, V og VI
The Fog (1980)
The Texas Chainsaw Massacre (1974 & 2003)
The Hills Have Eyes (1977 & 2006)
The Hills Have Eyes 2 (2007)
Carrie (1976)
Children Of The Korn (1984)
IT (1990)
A Nightmare on Elmstreet (1984 & 2010)
The Grudge (2004)
Wrong Turn (2003)
Wrong Turn 2 (2007)
28 Days later (2002)
28 Days Weeks Later (2007)
Dawn Of The Dead (2004)

Listin kann vera nógv longri, so onkustaðni skal eg steðga. Viðmerk endiliga niðriundir, um tú heldur, at tað manglar onkur :)


Ein filmur, sum eg ikki haldi er serliga vemmiligur, men eg elski, er, Brom Stocker´s Dracula (1992). Eg blívi bara ikki troytt av honum.
Ein annar gysari, sum mær dámar væl, er Amityville Horror (2005). Hann var eg í biograf til og eg helt hann verða mega góðan. At endanum av filminum, var eg so eym um armin, tí at Bjørt hevði hildið og kleymt hann so til hehe... 


Í vikuni fari eg at keypa mær 1 græskar. FK seldi tey fyri 40 kr stk herfyri. 
Eg ætli mær at skerað tað út og gera pumpkinpie, sum eg gjørdi í fyrra ári :D 
Myndir frá fyrra ár, eru á facebook (tær sært tú bert, um tú ert vinur við meg). Myndir frá í ár koma seinni í vikuni :D 
Halloween look nr.5 kemur eisini seinni í vikuni...


Ger tað, sum ger teg glaðan og ikki hugsa, um hvat onnur halda um teg :D


Farið út og kløkkið onkran ;) Hopi, at eg havi gevið 1 sindur av insperatión við hesum listanum og mínum Halloween make-up looks (linkinum liggja longur niðri), so Happy Halloween! xp


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde


http://asolmunde.blogspot.com/2011/10/nr1.html
http://asolmunde.blogspot.com/2011/10/nr2-til-halloween.html
http://asolmunde.blogspot.com/2011/10/nr3-til-halloween.html
http://asolmunde.blogspot.com/2011/10/look-nr4-til-halloween.html

21 oktober 2011

Look nr.4 til Halloween

Her er so look nr.4. Hetta var hægst á mínum list, og eg eri glað fyri, at eg havi gjørt tað :D
Looki´ð er inspirera av Emily frá stopmotion filminum Corpse Bride. Eg hevði ikki nakað blátt hár, so brúkti bara mínu myrku extendtions. Heldur ikki hevði eg slør, so eg brúkti eina gamla gardinu, sum eg fekk frá mammu :p
Av tí at eg ikki hevði ein nógv stóran blýantspískara, legði teg bara tað hvíta á andliti og hálsin...



Before! All natural :p



Fyri at fáa gjørt 1 hol, tók eg ein límstift og klipt ein petti av og legdi tað á kjálkan. Eftir tað límaði eg eygnabrýrnar inn at húðini. Hetta skal gerast fyrst, fyri at tað skal hava tíð at turka.






































Eg eigi ikki hvíta andlits máling, tí brúkti eg ein hvítan NYX Jumbo Pencil, har eg strikaði alt andliti og síðani smurdi tað út við eini foundationbust.






































Hvítt babypowder yvir alt andliti við eini kabukibust :p



Síðani skulu skuggar leggjast á..


Bláir eygnaskuggar á eyguni





































1 sindur av svørtum linara of course :D



Síðani at tekna eygnavippurnar við vátum eyelinara




Her signature eyebrows


Ljósareyðar varrar...



Voila! The finished look :D


B&W








Her er 1 videoklipp av Emily.



Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

20 oktober 2011

Nr.3 til Halloween

Look nr.3 Jack Skellington




































Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

19 oktober 2011

Productive me :D (pútur)

Fyri tíðina tími eg ikki væl at hyggja at sjónvarp ella sita við telduni. So eg havi hildið meg 1 sindur aktiva innanfyri hándarbeiði :p eg sigi ikki, at eg dugi væl, men tað er gott nokk fyri meg og eg eri glað fyri tað :D Eri ikki von við at seyma!
Tøji´ð havi eg átt leingi (sum tú kanska sær). Tað er ikki "up to date", men eg dámi tað væl og tað er tað, sum er tídningarmiki.
Hetta er so tað, sum eg gjørt :D 





Eg ætli mær at gera fleiri. Møguliga til jóla eisini :p Eftir sum eg keypti tøj til jólagardinur í seinastu viku, tá ið eg var í 2x3 við sysknabarninum :D 40 kr/m og pent!!


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

17 oktober 2011

Fitta barni Siri :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

13 oktober 2011

Nr.2 til Halloween

Her er so look nr.2 Creepy Doll!
Hetta tók mær umleið 2 tímar at gera. Klokkan var nógv tá ið eg byrjaði, tí hevur eg ikki gjørt nakað burturúr við hár og klæðum :s Eg siti ballað inn í teppi, tí at eg var køld...


Av tí at eg skuldi tekna aðrar eygnabrýr á meg, mátti eg goyma mínar egnu eygnabrýr. Fyri at gera tað, skuldi eg brúka 1 límstift, powder, powderbust og 1 ókvassan knív (smørknívur er betur). Límstifin var bara ein vanlig, sum til skúlabrúk.




Eg smurdi lím á ímóti vøkstrinum á brýrnum, rættaði tær við fingrinum, smurdi so við hárvøkstrinum og síðan powder á tær. Hetta gjørdi eg umleið 3 ferir, men aðru fer tók eg ein klump av lími og smurdi hann út við knívinum, fyri at fáa  eina slætta yvirflatu.




Eftir tað brúkti eg concealer frá LR (dekkstift) at goyma brýrnar. Hann skal vera ljósari enn tín húð.




So at leggja foundation á alt andliti. Dukkur eru ljósar, so eg brúkti tað ljósasta eg átti, sum var Milk frá Make-up Store.




Síðan skal powder á. Powder sum eg brúkti var translucent ("klárt").




Liðug at powdra, teknaði eg brýrnar á, um ikki var so nemt, sum eg vantaði hehe. Eg eigi bara ein brúnar eygnablýant, so hann brúkti eg. 




Síðani at gera eyguni størri við hvítum blýanti og eygnaskugga omaná, fyri at halda litinum á pláss. Niðast á eygnalokinum legði eg svart á. Síðan legði eg myrkt ljósareytt og longur upp eg komi, fleiri ljósareyðar litir brúkti eg. Endaði við hvítum undir teknaði eygnabrýrni. Fyri at gera eyguni liðug, legði eg eygnavippur á uppi á og niðri undir. Legg til merkis, at niðara vippur eru undir tí hvíta litinum, fyri at eyguni skulu síggja størri út.


Dukkur hava lítlar varrar. Eg brúkti sama concealer á varranir, fyri at gera tær til húðlit og powder á aftaná. Síðan tók eg ein lilla littan varrablýant og teknaði mínu nýggju varrar og legði lipgloss omaná.



Tada! :D Kanska hetta er nokk fyri teg, men ikki fyri meg! Not CREEPY enough... So eg arb víðari...

Eg teknaði sár og pentir við einum svørtum eygnablýanti. Aftaná blandi eg brúnan og bláðan eyganskuggar á ein breyðan pensil og legði á, fyri at tað skuldi síggja út sum "blátt merki". At enda legði eg "blóð" á.






























Her er so úrslitið hjá mær hehe... Knívurin kundi verið kvasari.
Hopi, at eg fái plettin úr blusuni!


Hopi, at tit dáma tað og royna tað, so góða eydnu :D
Vælkomin at viðmerkja niðriundir.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde