04 oktober 2011

Ein afturat...

Nú tá tað er kaldari og vátari í veðrið, er tað 1 gott hugskot at ansað enn betri eftir húðin. So hví ikki byrja við einari andlitsmask? Sum "altíð" við mær, fara vit í køkin at leita eftir rávøru :D
Tað einasta tú skalt brúka, er banan og honning. Um eg eri einsamøll, brúki eg ikki eina heila banan, tí at tað fer at vera nógv avlop. Kanska 1/3 av henni og 1 tsk av honningi. Mosa væl, smyr á andliti og lat sita í umleið 15 min. Skola síðani andliti við lunkaðum vatni og smyr tað vanliga andlitskremi á.
Hendan maskan skal stramma og geva fugt.

Hopi, at tú roynur hana, so góða eydnu :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar