13 oktober 2011

Falskar neglir

Vit konufólk dáma væl at síggja damuligar út til tíðir og tað er einki gali við, ha? :)

Í eina tíð hava Tina og eg bíða eftir at filminum Breaking Dawn, sum er ein av Twilight filminum, skuldi koma í bio. Tá ið hann enduiliga kom, bjóðaði hon at leggja mær negl á áðrenn :D Tað eri eg sera glað fyri :D Hesu fer legði hon hvítt lím á. Vanliga leggur hon klárt á.
Eg havi fingið hetta gjørt fleiri ferir, bæði hjá pro og vinkonum. Má siga, at Tina klára tað væl :D
Av tí at mínar neglir eru so veikar og knekka bara við at hyggja at teimum, dámar mær væl at ganga við følskum. Ein skal líka venja seg við tað tær. Eg eri komin til at skava og klór meg nakrara ferir hehe, men no harm done. Á ein hátt haldi eg tað vera "fína kona"-agtigt, men eg leggi ikki í :p

Ætlanin var at taka myndir, meðan Tina legði neglirnar á, men tað gloymdi eg tíverri alt um :( Tíðin var eisini avmarka...


Eg ynskti langar negl, tó haldi eg, at tær eru 1 sindur ov langar. So er bara hjá mær at fíla tær :) Vónandi halda tær til øll jólaborðhaldini, sum eru á veg :)

Prísurin fyri franskum kantum (sum tú sært á myndini) er 200 kr. Nú hugsar tú nokk: "200 kr?! Tað er ikki nógv!" Nei, tað er tað nevnliga ikki :D Um tú fert til ein kosmetolog, kostar tað yvir 500 kr!
Hevur tú hug at fáa lagt neglir á av Tinu, kanst tú skrivað henni ein mail á facebook (Tina Grønbech). Hon leggur eisini klárir kantar á.

Annars var Breaking Dawn so góður! :D Tími illa at bíða 1 ár eftir tí næsta :(

Hopi, at tú dámar tær og hopi, at tú bleiv inspirera til at royna Tinu :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

2 kommentarer:

  1. cool Ann (og Tina) eg plagi at leggja á sjálv eisini. Brúka tit silicon til at fylla út vid, so ongin kantur er millum tad følsku og tína egnu negl?

    SvarSlet
  2. Hey Helena,
    Nej jeg bygger bare op med Gel.

    SvarSlet