30 april 2013

Hvar eg havi mítt makeup

Í dag fari eg at vísa tær, hvar eg havi mítt makeup. Eg royni at hava tað samla, soleiðis at eg ikki nýtist at leita eftir tí. 

Sum tú nokk veitst, dámar mær væl makeup og hevði mín húð hildið til tað, hevði eg brúkt tað hvønn dag...

Í 2007 ætlaði eg at selja LR, men broytti meining. Áðrenn eg broytti meining, keypti eg kufferti av makeupi frá teimum, sum var á tilboð tá. Eg eri ikki sooo glað fyri LR makeup, men tað kann brúkast. 
Í kuffertinum hevði alt sítt pláss og á skuffunum stendur á, hvat er í hvar. Eg havi lagt tað hareftir.

Her sært tú mítt LR kufferti. Búmerið er yvir alt kufferti. Tað hevur eitt handtak og ein reim.



Eg opni tað við at brúka lýnlásið.


Í ovastu skuffu havi eg ymiskt, t.d. penslar, ymiskt til brýr og falskar vippur.
  

Í næstu skuffu havi eg alt til varrarnar, varrastiftir, varrablýantar og lipgloss.


Í tryðju skuffu havi eg maskara, vátar og turrar linarar, eye-primer, 2 bíligir eygnaskugga palettes og ein blýantskískara.



Í næst niðastu skuffu eru eygnaskuggarnar.



Og niðast eru foundation, blush, powder, bronzer, 1 slag av serum og M.A.C Fix + Spray.



Soleiðis veit eg, hvar alt er :)

Eg havi onnur ting, men tey liggja í mínari makeup tasku, sum eg altíð havi við mær.



Í seinastu viku segði eg farvæl til hetta og eg eri slett ikki kedd av tí. Tað einasta eg eri kedd av, er at hava brúkt peningini uppá makeup frá The Body Shop....



Nú hugsar tú nokk: "Hví gavst tú tað ikki til onkran?" Grundin er, at eg haldi, at vøran er so vánalig, at eingin hevði fingið gleði av tí...

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

15 april 2013

Wet 'n' Wild Sugar Plum Fairy

Løgi sum ein broytist og kemur at dáma ymiskt, sum ein ikki hevur dámt fyrr...

Í hesum føri eri eg follin fyri litinum blomma ella plum, sum tað eitur á enskum. Tað er ikki ein litur eg havi lagt nógv merki til. Mótin hevur eisini sín part...

Eg hyggi nógv eftir filmum á youtube og tað er fyri tað mesta um makeup. Eg havi lagt merki til hendan eina litin, sum nakrar av damunum hava havt á varrunum. Í byrjani helt eg, at liturin var nakað myrkur, men oftari eg sá hann, meiri dámdi mær hann. Tann varrastiftin eitur MAC Rebel og hon er ikki at skaffa her. Eg kundi sjálvandi keypt hana á ebay, men hon kostar eitt sind nógv, tá eg hugsi um, at eg næstan ongantíð brúki varrastift. (Eri við at broyta uppá tað).

Herfyri keypti Sammi, sum er ein beauty guru á youtube, sær eina varrastift, sum líktist Rebel nógv og eg visti, at hatta merki ikki var durt, so eg fór beinan vegin á ebay og keypti mær eina. Hon eitur Sugar Plum Fairy frá Wet 'n' Wild.
2-3 vikur seinni kom hon og eg havi hana á 2 Páskadag. Eg má siga, at eg fekk nógva "uppmerksomheit", men tað kann hava verið okkurt annað t.d. mín stóra reyv, lol! :D 
Luturin er kanska í so sterkur fyri summi, men sum áður nevnt, dámar mær væl hann :)





Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag :)
@solmunde

08 april 2013

Maxfactor Lipfinity Lasting Lip Tint

So eri eg aftur við einum varra ummæli :) Hesu fer er tað um Maxfactor. Eg skal vera heilt erliga og siga, at eg brúkti næstan ikki tað slagið. Eg eigi 4 eygnaskuggar og brúki bara ein av teimum. Tað er nokk, tí at eg havi dumma meg við at velja litir.

Eg haldi, at tað var í seinast ár, at eg keypti hesa varrastiftina. Hon kom við einum maskara og kostaði ikki serliga nógv. Eg minnist ikki prísin. Eg havi roynt nøkur Maxfactor maskara, men toli tey ikki. Grundin til, at eg keypti hesi, var tí at eg vildi so gjarna royna hesa varrastiftina. Hon eitur Maxfactor Lipfinity Lasting Lip Tint. 
Nú havi eg royna hana nakrar ferir og hesu fer havi eg tikið myndir :)



Her hevði eg akkurát smurt tað á.


Liturin er ikki tann sami á mynd, sum í verileikanum. Her er hann meir skríggjandi.




Eg má siga, at eg eri ikki serliga hugtikin av hesu lip tint. "Hví?" Tí at tað dekkaði ikki væl og 



tað fór av aftaná at hava etið, sum tú sært á myndini. 

Sum eg havi skilt tað, skal tað halda allan dagin, men tað ger tað ikki. 
Hevði eg keypt tað aftur? Svarið er nei...

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

05 april 2013

Forrætt (rækjir)

Tá ið tað kemur til vikuskifti, dámar mær væl at hugna. Einki er sum ein góður nemmur forrættur og hvíttvín :)

Sjeikens var í Miklagarði ein dagin og har fann hann ein pakka av mini thailenskun fingurmati, sum eitur Thai Selection. Vit høvdu ikki roynt tað fyrr og okkum dámar væl at royna nýggjan mat. Fyri meg ljóðar thai matur spennandi. 
Eg veit ikki, hvat tað kostaði í Miklagarði, men eg fann tað eisini hjá Inn fyri 49,95, haldi eg.

Sum tú sært á seinnu myndini, eru 5 sløg at velja ímillum, 15 stk í alt, trý av teimum eru rækjir og sweet chili sous er eisini við. Tað skal í ovnin í nakrar minuttir.






Mær dámdi best tað sum var vundið í báðum endunum :) Eg veit ikki, hvat er í har :s

Eina fer í framtíðini skal eg til Thailands!

Eitt annað kvøldi vóru svágrur og konuna hansara til døgurða og tá høvdu vit marineraði rækjir á einum pinni til forrætt :)
Ikki vistu vit, at kona svágr ikki dámar rækjir :s  



Tað er nokk neyðugt at siga tað, men eg elski rækjir! :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

04 april 2013

2 Páskadags makeup

Sum børn vóru vit altíð fínt ílatin og ótu góðan mat sunnudagar og heilidagar. Nú eru okkara sunnudagar sum oftast "vit gera einki í dag" dagar ;)

Nakrar fáa ferir um ári verður etið gás og nú var dagurin endiliga komin. Eftir sum tað var Páskir, vildi eg prýðast ;)

Eg ivaðist eina løtu í, hvussu eg skuldi leggja makeup. Skuldi tað vera myrk eygu og ljósar varrar ella ljós eygu og myrkar varrar? So kom eg í tankar um mína Suger Plum Fairy varrastift. Hana hevði eg ikki brúkt fyrr, tí at hon var nýggja.
Ljós eygu og myrkar varrar bleiv tað til :)

Soleiðis sá eg út áðrenn eg smurdi Sugar Plum Fairy á varranir :)











Tað sá nógv betur út í verðileikanum...

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Eg hopi, at tú hevði eini góð Páskir :)
@solmunde

02 april 2013

Skírishósdag 2013

Á Páskum skal man vera saman við familjuni, um tú spyrt meg...

Skírishósdagurin byrjaði væl :) Sólin skein, morgunmaturin fór niður um, bilurin var pakkaður, ein skjótan kaffimunn og síðani var fari avstað :)

Komi suður, fóru vit til mítt barndómsheim við Bibb og eftir systi, tí at vit skuldu til sviger at eta døgurða.
Tann fyrsta vit møttu var fitta Rifa :) Hon er altíð blíð og tekur væl ímóti okkum :)


Ein stuttlig mynd av henni :)


Vit fóru 7 fólk til døgurða og á matskránni var lambakjøt, sum altíð er gott. Eftir at vit vóru mett og væl sett, sótu vit eina løtu og prátaðu um heitari lond. Tað var sera hugnaligt :)

Síðani avgjørdu systi og eg, at fara norður aftur at hyggja at dystinum ímillum TB og NSÍ við Stórá og eg komi við tí geniala hugskotinum, at fara uppá takið at hyggja :) Eg lat meg í troyggju og termodrakt hjá Babba, húgvu hjá systi, hevði teppi og termokopp klárt at taka við.
  
Sum barn plagdi vit at fara út á takið via vindeyganum í kamarinum hjá bróður, men eg eri tíverrri ikki líka lítil og nett, sum eg havi verið og vindeyguni eru eisini nýggj. Men haraftur ímóti er systi "lítil" og nett, so hon fór at royna seg :) Eg má siga, at eg var um at skrædna av grin! :)




Langt um leingi kom hon út og hon var so móð av at flenna :)

Nú var mín túrur! Eg fór ikki at fara út gjøgnum vindeyga, tá systi akkurát slapp út. So eg fór í bilhúsi eftir einum stiga og setti hann á trappuna. 


Systi var klár at taka myndir av mær! :p


Termokopp við :)


Here we go! :p


Eg kundi ikki flyta stigan longur út, annars hevði hann koppað. Tað bleiv eitt sindur trongt hjá mær og eg vildi ikki oyðileggja buksurnar! :P Systi var um at doyggja av grin! 


Gott útsýnið, tó síggja vit ikki allan vøllin og málið...


Har var hugnaligt at sita... Hevði eg bara minst til sólbrillurnar ella ein kepp!

Seinni á kvøldi bleiv eg svong, so eg avgjørdi at gera mær suppu. Eftirsum vit ikki fingu tíð at keypa ordiligt inn, mátti eg brúka tað, ið var inni. 


Í suppuna fór:
Kóka vatn, grønmetisbótamoli, høsnarungabótamolar, piparfrukt, gularøtur, leykur, hvítleykur, pasta, karri, salt, pipar og flutes afturvið.

Systi fekk vitjan og gestirnir vildu gjarna royna suppuna eftirsum hon luktaði so væl. Eg gjørdi tíverri ikki nógva suppu :( 


Guðri, systi og Aster eta suppuna. Rani kom seinni og fekk eisini 1 sindur.


Guðri og Aster vildu geva mær stig fyri suppuna, akkurát sum í Til MIddag Hos o.s.fr. Tær spurdu eisini Rana, sum vildi verða við. Tær báðar góðu mær 10 út av 10 stigum og Rani gav mær 7, tí at hann ikki bleiv mettur! Alt bleiv etið! :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Eg hopi, at tú hevði eini gleðilig Páskir :)
@solmunde