30 juni 2012

Endurnýtsla 2

Ein sindur av máling kann gera nógvan mun! Hevur ein ikki ráð at keypa sær nýtt innbúgv, so er at klaska 1 sindur av máling á :p Tað dámar mær væl :)


Her eru 3 ting, sum er blivin endurnýtt og tey eru faktist rættulig "in" nú á døgum :) Skenkin og skápið hevur Babba sproyta og hyllina hevði eg málað :)




Eingin av okkum minnist, nær hesi innbúgv eru frá... Kanska tú veist?

Stólarnir eru faktist eisini endurnýtsla :) Teir blivu málaðir hvítir og fingu reytt "leður" um fyri nógvnum árum síðani, men teir hava brúk fyri einu yvirháling aftur ;) Minnist eg rætt, eru teir frá Fastur og manninum.




Hándtøkini høvdu eina rufluta "gull" skivu á, men ofta stóð onkur fastur av skivuni, so tær blivu tiknar av. (keypt frá Berentsens Teknik)




Eg vænti, at hyllin er frá 1980´inum. 


Eg havi einki ímóti endurnýtslu, so leingi tað ikki er fuktur ella fýrur í :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

13 juni 2012

M.A.C

Tá ið ein býr í Føroyum, er ikki nógv at fáa og ikki nógv at velja ímillum. Og tá ein fer uttanlanda, má ein keypta inn! ;)


Soleiðis havi eg tað við M.A.C. Tá ið eg kom og fór herfyri á flogvøllinum í Keypmannahavn, keypti eg fyri fleiri hundrað krónur og eg haldi, at tað er væl brúktir pengar (um tú spyrt meg) :)



Hesi keypti eg :)


Sera góðir penslar til eygnaskuggar


Okkurt gott til undir eyguni :)



Lekkur vátur eygnaskuggi, sum ein kann brúka sjálvan ella undir aðrar eygnaskuggar



Væl hósandi litir til míni bláu eygu :)


Woodwinked er 'creamy' og hin er turrur :)


Ein neutralan varrablýant


Og sjálvandi eina reyða varrastift


Við ljósareyðan undirtóna

Eg eri sera glað fyri alt, sum eg keypti! :D Hvat eg eri mest nøgd við? Tað eru penslarnir! :)
Tá ið góðskan er so góð og ein ikki kennur betur góðsku, kann ein ikki annað enn ynskja sær meir :p


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

10 juni 2012

Lumpandi starvsfelagir

Í seinastu viku var eg biðin at koma á fund á starvsplássinum. Eg segði ja og hugsaði ikki meir um tað. Eg møtti til fundi og áðrenn vit komu so langt sum at starta fundin, sigur leigarin við meg og hin starvsfelagin, at vit fara eitt øðrindi. "Ánei, fara vit nú oman á skrivstovuna, so er tað okkurt álvarsligt" hugsaði eg... men hon koyrdi næstan oman í miðbýin. Hon setti bilin við Sjónleikshúsið og so gingu vit niðaneftir. Eg hugsaði fyri meg sjálvari: "hvar í allari víðu verð fara vit?" og hugdi runtan um okkum, men so byrjaði leigarin at grína og starvsfelagurin skeldaði hana við ein gríni og segði: "pínad*** altíð skalt tú oyðileggja alt! :)". So fall 5 oyra! Vit fóru í Feet ´n´ Feed!




Tær høvdu avgjørt at geva mær eina viðgerð av Doctor Fish í føðingargávu :D
Glað var eg! Eg hevði roynt tað eina fer fyrr (í Rodos í fjør) og dámdi tað sera væl :) Aftaná var ikki nógv hørð húð eftir á halinum :)2 minus tó, tað er at ikki fleiri fiskar eru í karinum og at beinini ikki koma longur niðurí...





Ein deilig yvirraskandi gáva :D Hetta fari eg heilt sikkurt at gera aftur :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

08 juni 2012

Make-up Store keyp

Í dag er mentanarnatt og Make-up Store gevur 10 % av allari vøru :) (sum eg ikki visti av, tí at eg ikki hugsaði um dagin)


Ein starvfelagur og eg vóru ein túr í handilnum í dag, ádrenn arbeidstíð. Ætlanin var slett ikki at keypa nakað sum helst, men men... You know me? ;)


 Tað sum eg keypti kom í hesum "posanum".



Hesu bæði keypti eg :)


 "Bronzing Powder Baked"
(Bronzing powder baked gives a natural glow and a vigorous bronzed look. Apply with a powder or blush brush)


Swatch 


"Mircoshadow Choco D´or" eygnaskuggi


Swatch

Um tú gert limur, fært tú 5 % av vøruni, sum ikki er nógv! Men alt ger mun..? 
Onnur tilboð sært tú á facebook síðuni hja Make-up Store :) 



Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

06 juni 2012

Nýggja fartelefon...

Leingi havi eg hugsað, um hvørja fartelefon eg hevði vilja keypt mær, um mín Sony Erisson nú knappliga gekk fyri. Hon var næstan 3 ár, um eg minnist rætt, og hon slóknaði sjálvt til tíðir... Eg hevði ikki stóran hug at skifta fartelefon, tí eg anaði ikki, hvat var at fáa...


So seinasta mánaða fylti eg og eg fari ikki at siga ung eg bleiv ;) Anyway, sjeikurin spyrdi meg, um eg ikki skuldi fara í Toystovuna at keypa mær okkurt við hansara visakorti, við einum "overbevisende" útrykkið á andlitinum og vælvitandi, at eg fór at siga nei.  Sum vænta, segði eg nei og hann koyrdi hondina í innaralumma á jakkanum og tók ein lítlan pakka úr. Eg havi varhugað av hvat tað fór at vera og eg hevði rætt! Tað var ein hvíta iPhone 4S! :D Eg bleiv sooo glað! 




Eftir at hava hugt nógv á youtube, havi eg sæð fleiri, sum hava iPhone við covers av ymsum slag og prýði. Eg hugsaði, at tað er ein nemmur máti at prýða sína iPhone og so er ikki allar líka :)
Eg fór ein túr á ebay at hyggja dagin eftir. Har vóru sera nógv cover, ikki so nógv sum tiltalaði meg, men tað gjørdi hetta :) Segði nakar bling bling! ;)




Hetta coveri kostaði mær $7,98 við frakt :)


Ein kann væl prýðað sína eygnu iPhone, um ein vil, men tað havi eg ikki orku til í løtuni...


So nú nýtist mær ikki longur at hugsa um, hvørja fartelefon eg hevði vilja keypt mær :) Eri enn glað fyri hana og fyri at hon er hvít :D 



Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

04 juni 2012

Kos 2012

Sum tú kanska longu veist, hava sjeikens og eg verid 1 viku á Kos. Tað var grundin til, at eg ikki havi bloggað.


Vit búdu á **** Peridis Family Resort, sum lá umleið 1 km frá sentrum. Hóast tað vóru matstovur allastaðni!




Tað tiktist langt at ganga í byrjani, men gongutúranir vóru deiligir, veðrið var gott og nógv at hyggja at. Tað vóru sera nógvir flottir bátar, tó ikki nógvir flottir bilar, ein svartan Porsche 911 og ein gráan Mercedes, sum vit løgdu til merkis.


Pelagoniur vóru allastaðni :) Pretty




Fyri tad mesta lógu vit vid pool'in á hotellinum, og um tú hevur møtt mær síðan vit komu heim, sæst tad kanska ikki á mær :s Eg var so oheppin, at eg brendi meg fyrsta dagin og seinasta dagin. Eg segdi nemliga vid sjeikens, at eg ikki verdi verid Rudolf heldan turin and I spoke to soon! 




Ein fín greskt øl :)




Áftana fyrstu náttina vóru vit bæði so illa bitin av moyggjabitum og tað bleiv verri fyri hvønn dag! Vit smurdu bitini hvønn dag og vit smurdu á allan kroppin, fyri at halda moyggjabitinum burtur, men tad hjálpti einki serligt. Glað bleiv eg, tá eg fekk at vita og fann útav, at tad riggadi væl at smyrja sitónsaft a bitini, men tiverri var tað tann seinasta dagin... 



Ikki gjørdu vit nógv burtur úr at fara útferdir ella líknandi, men vit fóru á Grekstkvøld við Spies, har Ving og onnur ferðaløg eisini vóru við. Vit blivu heintadu av einum bussi kl. 18.15, og koyrdu í umleið 25 min til vit komu til bygdina Zia. Har hugna vit okkum i umleið 45 min, til vit fóru á matstovuna Fantazia. Har vóru vit móttøkin av fólki í greksum búna,  og sum faktisk eisini vóru undurhaldsfólkini. Vit skuldu sita við tað skandinaviask borðið, har millum annað finnar, svenskarin og 4 aðrir føroyingar vóru. Maturin var góður, men undurhaldi var ræðiliga hart! Vit vóru bædi samd um, at vit heldur burdu verða farin á grekstkvøld á hotellinum...




Eisini royndu vit mexikanska mat og temaði var totalt mexikansk eisini! :p Tann matin var sjeikens ikki so glaður fyri, hóast eg dámdi hann. El Paso.



Eina náttina slóð tóran. Tíverri sá eg hana ikki. Hon er so vøkur at hyggja at..
Her er 1 lítið video. Tú sært næstan einki, so hav ljóði frá (eg eri ikki von við at gera video)


Vit hava ein ferd fyrr verid á Kos, tad var fyri 11 árum sídan og eg vil siga, at mangt er broytt sídan... 

Niðurstøðan er tann, at túrur var deiligur og góður, hóast tað bara vóru vit bæði (hava ikki roynt fyrr) :D Tað lá um 25-28 hitastig og tað kann eingin klaga um! ;) Tann greski maturin var góður og tad søtu reyðvíni saman við tí greska matinum :) 
Hevði eg farið aftur til Kos? Ja, kanska um nøkur ár :)


Um tú ert áhuga/ur í at síggja fleiri myndir, so geri eg ein blogg um hotelli og ein um Ziu.


Allar myndirnar vóru tiknar við iPhone (sum eg fekk í føðingargávu frá mínum deiliga sjeiki)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde