30 juni 2012

Endurnýtsla 2

Ein sindur av máling kann gera nógvan mun! Hevur ein ikki ráð at keypa sær nýtt innbúgv, so er at klaska 1 sindur av máling á :p Tað dámar mær væl :)


Her eru 3 ting, sum er blivin endurnýtt og tey eru faktist rættulig "in" nú á døgum :) Skenkin og skápið hevur Babba sproyta og hyllina hevði eg málað :)




Eingin av okkum minnist, nær hesi innbúgv eru frá... Kanska tú veist?

Stólarnir eru faktist eisini endurnýtsla :) Teir blivu málaðir hvítir og fingu reytt "leður" um fyri nógvnum árum síðani, men teir hava brúk fyri einu yvirháling aftur ;) Minnist eg rætt, eru teir frá Fastur og manninum.




Hándtøkini høvdu eina rufluta "gull" skivu á, men ofta stóð onkur fastur av skivuni, so tær blivu tiknar av. (keypt frá Berentsens Teknik)




Eg vænti, at hyllin er frá 1980´inum. 


Eg havi einki ímóti endurnýtslu, so leingi tað ikki er fuktur ella fýrur í :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

1 kommentar:

  1. Hey góða, hesir møblsr eru allir frá 80unum, eg minnist at mamma tín og eg keyptu diskarnar um somu tíð tvs ca seinast í 80unum, men eg veit ikki nær hyllin er frá, annars sær hatta pent út.

    Eg havi onkra orginal mynd av mammu tínart tá hon var lítil, sum eg ætli at taka við suður tá eg komi í juli. Moss :)

    SvarSlet