21 maj 2013

Pom Pom

Eg havi áður sagt, at eg fór at brúka varrastiftir og annað til varrarnar oftari. Tað havi eg, men eg kann gera tað betur :)

Sum ikki eina fer havi eg hugt at klippum á Youtube. Sammi Maria viðmaldi ymsar vørur, sum henni dámdi og ímillum tær var hendan varrastiftin og hon eitur Soap&Glory Super-Colour Fabu Lipstick Powdercut mat og liturin eitur Pom Pom. Eg fór síðani á ebay.com at hyggja, hvussu nógv hon kostaði og keypti eina.

Eg helt, at eg mátti taka mynd av pakkanum, tí at hann var so penur :) 














Sjálv varrastiftin kostaði 9 pund og fraktin kostaði 2,99 pund, tað er tilsaman 110,75 kr. Eg veit ikki, um tað er nógv ella lítið, tí at eg keypi so sjálvdan varrastiftir. Men eg veit, at eg eri glað fyri hana og eg haldi, at hon riggar væl á mær, sjálvt um eg havi lítlar varrar :)


Tað sum mær dámar við hesari, er at hon er matt, liturin heldur væl og hon luktar ordiliga væl :) Proppurin situr væl á og góðskan er góða.


Hevði eg keypt eina nýggja, um einki var eftir av henni? Ja, tað vænti eg :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde