31 januar 2012

Liting av hári hjá E-borg


Aja, tað eru verri enn so øll, sum eru nøgd við sín egna hárlit. Eg eri ikki, sum tú kanska veist! Soleiðis er tað bara...
E-borg er tíverri ikki so tolin sum eg, tá ið tað kemur til hári ;) (ikki tí at eg eri so tolin) og hon leggur ikki heilt so nógv í kaffi (um tú veist, hvat eg meini við) :p 
So vit báðar vóru í Bónus og keypti henni liting til hári. Eg tók ein pakka framm og fyri at vita, um liturin á pakkanum riggaði til hana (ja, eg veit. Tað blívur allarhelst ikki sum á pakkanum, men ein kann royna), so helt hon pakkan upp til andliti og eg tók mynd :) 

Her sært tú hana og pakkan :) Passar væl saman?


Hon hugdi ikki ein gongd eftir pakkanum ella navninum. Eg haldi, at tað ljóðar lekkurt, tað eitur Cocoa (Garnier Nutrisse Cream). 
 Fyri at fáa mest burtur úr, setti eg ein liturposa omaná hári.
Meðan ein bíðar, kan ein akkurát tað sama gera ella hyggja at onkrum. Í hennara føri, hygdi hon at Best of Wipe Out á YouTube hehe :)

Hendan seinasta myndir er ikki serliga góð, tí at hon er tikin við blitsi... 
Hárliturin er ikki heilt burturfrá :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

30 januar 2012

Gamla bambusinnbúgvið hjá okkum (endurnýtsla)

Bara tí at okkurt er gamalt, merkir ikki at tað ikki kann brúkast. So hví ikki fríska tað upp og gev tí "lív" aftur :)

Fyri ein tíð síðan fingu vit bambusstólarnir og borðið hjá Mammu og Babba norður, tí at tey brúktu tað ikki. Tað skuldu bara verða fyribils innbúgv, men tá ein ikki fær/finnur tað í Føroyum, sum ein ynskir sær, so blívur tað ofta permanent...
Tú, sum kennur meg, veist at eg hati trælit og eg vænti ikki, at tað fer suður aftur. Sooo eg havi málað tað :) 
Eg eri klár yvir, at hetta er tacky ella kiksa, men eg leggi ikki í... Heilt erligt, so er tað upp til mín ella okkum, hvat fyri innbúgv vit hava inni hjá okkum, right?
Líka mikið... Her eru so before and aftur myndir.



Máling ger nógvan mun, ha? :) 
Sær 1 sindur løgi út uttan hyndurnar, men tær eru hjá Fastur. Eftirsum, at Mamma ikki kláraði at fáa tær lidnar, hevur Fastur tikið yvir. Eg eri ikki so køn til at seyma, tíverri... Tær skulu beklæðast av nýggum, tí at beklædningurin er illa farin og litfarin. 
Soleiðis síggja tær út nú hehe...


Eg geri ein nýggjan blogg, tá ið eg havi fingið hyndurnar aftur :) 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

29 januar 2012

Heimagjørd accessoriefarme

Fleiri fyri árum síðani keypti eg 1 gull spegl í Vøruhúsinum í Suðuroy. Eg var glað fyri tað :)
Aftaná nógv ár bleiv eg troytt av litinum gull, so eg spray´aði tað antikkhvítt og útyvir aftur við svørtum, sum sprekkaði.
Inntil víðari setti eg tað á mínari skógvahyll, men ein dagin tá ið eg fór út í úthurðina at rysta teppi, koppaði tað og fór í smildur! :( Ramman lá so eina løtu, tí at eg vildi ikki koyra hana í skrell.
So 1 dagin sat eg og blaðaði í Isabellas (sum eg so mangan geri) og fekk inspiratión herfrá og eg var so glað :) Tað hevur verið ein lang going procces, tí at eg mátti spyrja Babba, um at seta rammuni saman aftur, so tapiseraði og spray´aði baksíðuna og krókarnir, og sjeikens setti alt saman fyri meg :)

Leingi hevur hasin veggurin verið tómur... Endiliga er hon liðug!




Enn mangla nakrir krókar, sum eg má spray´a fyrst...
Tíverri sært tú ikki sprekki í tí svarta.
Eg eri sera glað fyri hana :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

25 januar 2012

2 jan 2012 (seinasti dagurin)

2 jan fóru 4 av okkum á Nes í Hvalba at hyggja at einum augusti, sum hevði gjørt landgongd. Ikki lugtaði hann væl. Minnist eg rætt, var hann 15 metrar langur.
Fleiri enn vit vóru har og hugdu, sum sæst á myndini.

Lítið vistu vit um, hvat fór at henda seinni...




Hetta var seinasti dagurin, ið vit høvdu saman við mammu. Eg noyddi hana út við okkum og tað eri eg glað fyri, tí at hon hevði brúk fyri at koma út :) Sjálv um tað ikki hjálpti í longdini...
Hetta var ein av teimum seinastu myndinum eg fekk av henni.

Takk fyri, at tú læs mín blogg
Hav ein góðan dag.
@solmunde

21 januar 2012

Pin up


Hvør sigur, at tað gamla ikki er inn ella hott? Tað er nógvur munur á, hvat var hott fyrr og nú! Eg tími ikki at skriva ella leggja myndir her um, hvat er hott nú, tí at tað kenna vit øll.

Pin up girls eru enn inn. Tað er klassist og pent.
Makeupi er faktisk rættuliga einfalt. Tað er kent fyri tær reyðu varrarnir, myrkar eygnabryr og svarta eyelinarin.

Hári er eisini nakað serligt. Kent fyri krúllurnar og victory rolls. Tær eru ikki ringar at gera :) 





























Norma Jeane Baker ella betri kend sum Marilyn Monroe koyrdi pin up look´ið. Hon var ikki tann vakrasta, men hon var charmerandi, sera forførandi og er kend sum eitt sex symbol. Hon kláraði jú at skorað presidentin John F Kennedy ;)
Les meir um Marilyn á:


































Her sært tú modern pin up :)

























Christina Aguilera
Videolaginum Candyman hjá Christinu Aguilera er bygt uppá annað heimsbardaga. Tað er rættuliga feitt og skeg at hyggja at :D
Les meir um videolagið á:






















Gwen Stefani koyrur pin up make-up always :D Eg havi hugt í gjøgnum nógvar av hennara videoløgum og í næstan hvørjum hevur hon pin up make-up á, sjálv frá hennara tíð í No Noubt...

















Beyonce Knowles
Videolagið Why Don´t You Love Me skal vera frá 1950´inum.
Beyonce bleiv seinni saksøkt av eina granna av manninum, sum búgvi har videolagið var upptikið.
Les meir á:


Dita Von Teese er sera kend fyri hennara pin-up stíl, sum model og hennari arbeiði innanfyri burlesque, sum er sera frekt og "gammeldags". Hon hevur altíð verið hugtikin av 1940´inum og vildi føra tað look´ið inn aftur. Eg vil siga, at tað eydnaðist henni, tí at hon er verðinskend.
Les meir um Dita Von Teese á:


At enda vil eg siga takk til Rannstur :* Tú ert millum annað mín insperatión! og við hesum videolaginum hjá Beyonce. Feit videolag :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góða dag.
@solmunde

19 januar 2012

Blogging 2012

Hey tú :)


Grundina til, at eg ikki havi bloggað í ár, kennur tú nokk. 
Tað kom sum 1 sjokk fyri okkum øll. Nú sita vit eftir her, hugurin til nakað er ikki serliga stórur, men vit eru her fyri hvønn annan, minnast tað góða og tað er tað mest týdningarmikla :) 
Life must go on... sjálvt um tað sær svart út.


Eg havi ikki lagt ætlan fyri bloggin, so teir koma av og á...
Eg takk fyri, at tit eru so tolin og skiljandi :) 

Minst til, at vera góður við tínu kæru. Tú veist jú ikki, hvussu leingi tú hevur tey...


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

08 januar 2012

Okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma

Jórun Johannesen
Fødd í Syðrugøtu 23/10-1954
Andaðist í heiminum í Trongisvági 3/1-2012



Takk fyri tryggleika, umsorgan og treytaleysan kærleika.
Vit elska teg og sakna teg altíð.

Maður, børn, verbørn og ommubørn