30 januar 2012

Gamla bambusinnbúgvið hjá okkum (endurnýtsla)

Bara tí at okkurt er gamalt, merkir ikki at tað ikki kann brúkast. So hví ikki fríska tað upp og gev tí "lív" aftur :)

Fyri ein tíð síðan fingu vit bambusstólarnir og borðið hjá Mammu og Babba norður, tí at tey brúktu tað ikki. Tað skuldu bara verða fyribils innbúgv, men tá ein ikki fær/finnur tað í Føroyum, sum ein ynskir sær, so blívur tað ofta permanent...
Tú, sum kennur meg, veist at eg hati trælit og eg vænti ikki, at tað fer suður aftur. Sooo eg havi málað tað :) 
Eg eri klár yvir, at hetta er tacky ella kiksa, men eg leggi ikki í... Heilt erligt, so er tað upp til mín ella okkum, hvat fyri innbúgv vit hava inni hjá okkum, right?
Líka mikið... Her eru so before and aftur myndir.



Máling ger nógvan mun, ha? :) 
Sær 1 sindur løgi út uttan hyndurnar, men tær eru hjá Fastur. Eftirsum, at Mamma ikki kláraði at fáa tær lidnar, hevur Fastur tikið yvir. Eg eri ikki so køn til at seyma, tíverri... Tær skulu beklæðast av nýggum, tí at beklædningurin er illa farin og litfarin. 
Soleiðis síggja tær út nú hehe...


Eg geri ein nýggjan blogg, tá ið eg havi fingið hyndurnar aftur :) 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

2 kommentarer:

  1. Hey, haldi at tað sær flott út og so haldi eg at tað hevði rigga ordiliga gott at klætt pútuna við Zebra tøj :) muss moss

    SvarSlet
  2. Hey Moss :)
    Zebra er ikki akkurát eg, tá ið tað kemur til heimi.
    Tí hevi eg valt nakað so einfalt sum hør hehe :)

    SvarSlet