29 januar 2012

Heimagjørd accessoriefarme

Fleiri fyri árum síðani keypti eg 1 gull spegl í Vøruhúsinum í Suðuroy. Eg var glað fyri tað :)
Aftaná nógv ár bleiv eg troytt av litinum gull, so eg spray´aði tað antikkhvítt og útyvir aftur við svørtum, sum sprekkaði.
Inntil víðari setti eg tað á mínari skógvahyll, men ein dagin tá ið eg fór út í úthurðina at rysta teppi, koppaði tað og fór í smildur! :( Ramman lá so eina løtu, tí at eg vildi ikki koyra hana í skrell.
So 1 dagin sat eg og blaðaði í Isabellas (sum eg so mangan geri) og fekk inspiratión herfrá og eg var so glað :) Tað hevur verið ein lang going procces, tí at eg mátti spyrja Babba, um at seta rammuni saman aftur, so tapiseraði og spray´aði baksíðuna og krókarnir, og sjeikens setti alt saman fyri meg :)

Leingi hevur hasin veggurin verið tómur... Endiliga er hon liðug!




Enn mangla nakrir krókar, sum eg má spray´a fyrst...
Tíverri sært tú ikki sprekki í tí svarta.
Eg eri sera glað fyri hana :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

1 kommentar:

  1. Oh flott Ann!

    Eg havi leingi hugsa um at gjørt okkurt sovori við ljót ting og møblar, tú mást vísa mær hvussu man ger :)

    SvarSlet