29 maj 2012

A feriu...

Sum tu kanska veist, eru sjeikens og eg a Kos og ferast :D Tad er grundin til, at eg ikki havi bloggad. Her er so deiligt og heitt. Tad liggur um 24-26 hitastig! Hotellid er lekkurt, folkini eru blid og fitt :) men maturin a oynni er ikki nakad at reypad av.. Einasta stora minus er, at myg elska okkum og tad er mega bummer :( Vit hava ein ferd fyrr verid a Kos, men tad var fyri 11 arum sidan og eg vil siga, at mangt er broytt sidan... Tiverri riggar tad ikki at leggja myndir ella video a her :( Orsaka stavuvillur, eg skrivi a mini iPhone :s sum eg fekk i fødingargavu fra sjeikinum :D Takk fyri, at tú læs mín blogg :) Hav ein góðan dag. @solmunde

18 maj 2012

Makeup ein sunnudag...

Fyrr á døgum vóru vit fínt ílatin sunnudagar, men so er ikki longur... Flestu sunnudagar havi eg bara hug at ganga í joggingklæðum :s


Sum nevnt í einum øðrum bloggi, royna E-borg og eg at vera fínt ílatnar sunnudagar :) Tað gongur ikki altíð eftir ætlan, men men... :)


Ein sunnudag í seinast mánaða legði eg hetta makeupi á og mær dámar tað væl :) Sjálvt um E-borg ikki dámdi appelsingula og bláa litirnir :p






Her havi eg lagt Clinique Even Better Foundation á og húðin er ikki turr :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

09 maj 2012

Kandee´s chocolate cake

Sjálv um tað ikki er vetratíð, havi eg ikki mist hugin til at bakað :)
Eg brúki 1 sindur av tíð á youtube og har kom eg fram á eina amerikanska sjokulátakaku uppskrift, sum skildi vera sooo góð. Hana skrivaði eg niður og royndi herfyri. 
Hon var nemm at gera :)



Eg var 1 sindur brá. Køkurnar kláraðu ikki at kølna, áðrenn eg smurdi glasurin á og ímillum...
E-borg dámdi hana sera væl :)
Tað skal sigast , at 1 stk var nokk, hildu vit øll hehe :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

08 maj 2012

Kroppurin...


Lítil, langur, klanur, tjúkkur, breiður, smalur, what ever!!
Vit eru øll ymisk! Øll skullu ikki vera líka. Tað er tað góða við at vera øðrvísi :)

Her er ein spurmingur til tín

(Mynd tikin av netinum)

Finn tín form og ger tað besta burtur úr honum :)
Her er 1 link, sum kanska kann hjálpa tær.

Verð glað fyri tað tú hevur og brúka tað :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

01 maj 2012

Ynskilisti (2012)

Eg veit, at tað virkar ego at gera sær ein ynskilista, men tú veist líka væl sum eg, at tú verður spurd til hvønn føðingardag og jól, hvat tú ynskir tær. So hví ikki gera ein lista? Ger tað nemmari fyri hini og fáa okkurt, sum tú ynskir tær :) Tey seinastu árini havi eg fingið nógv mest til heimi. Nú vil eg gjarna hava okkurt til mín.

Nike sokkar (std. 35-38)
Knæhøgar halvhosir

Húgvu
Handkrem
Troyggju
Makeup
Maskara (toli IKKI Maxfactor)
Kropsrøkt av onkrum slag

Kardigan (ikki svartan ella gráan)

Gávukort frá Frú C
Gávukort frá Heilsu
Gávukort frá Body Shop ella Body Butter Coconut
Gávukort frá Face It


  • M.A.C. large powder brush nr.134
  • M.A.C. tapered face brush nr. 138 
  • M.A.C soft brown eyeshadow

Yvir 300 kr:
Fótviðgerð hjá Fótterapi v/Miu Krog Sørensen
Thai massagu í miðbýnum í Havn

Onkra lítla parfumu (blubblegum lukt sum t.d. Escada dámar mær væl)
Bylgjujarn
Medium tjúkt krúllurjarn

Yvir 1000 kr:
Lightroom 4


  • Fæst ikki í Føroyum (men í Kastrup floghavn imillum annað)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde