25 december 2011

Gleðilig jól 2011

Gleðilig jól :D

Í dag eru vit hjá svigerforeldrinum og her hava vit fingið gás, sukureplir og brúnasós til døverða :D Uha, sum tað smakkaði væl! Svigerpápin dugur allarbest at gera sukureplir :D

Veðrið er øðiligt her í bygdini :s Sjeikens og svigerpápin fóru út at hyggja til teirra nýggju hús, tí at tað vóru fleiri takplátur farnar á flog fleiri staðni í bygdini! Klædningurin á húsinum hevur fingið skaða :( Rættuliga keðiligt! Tey eru ikki ein gongd flutt inn í tað enn...
Má siga, at mær dámdi einki, at teir gingu úti í hesum veðrinum, men teir eru komnir aftur í øllum góðum :D

Ætlanin hjá mær var, at pyntað meg í dag, men hugurin er ikki til staðar, má eg siga... Eg hevði bestan hug at gangað í náttkjóla og kimino allan dagin, men mamma meinti, at øll skuldu vera ílatin, um nakað skuldi fari á flog hehe...

Nú fara vit norður aftur til mammu og babba at vera saman við familjuni restina av deginum :D Tað er jú tað jól eisini gongur út uppi, ikki? :D

Hopi, at tú hugnar tær, sjálvt um at tað er ódn úti! 
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan 1. jóladag :D
@solmunde

19 december 2011

Keypt...

Sunnudagin tá ið eg hjálpi mammu og svigermor við at keypa jólagávur, fekk eg eisini keypt okkurt til heimið hjá okkum :D
Hesu 3 tingini keypti eg í The Pier á Hálsi. Tann handilin hevur so nógv lekkurt! :D

Búrið kostaði 129 kr, ljósasløkkjarin 29,95 kr og ljós 39,95 kr.


Hetta fitta klokkuspælið keypti eg týsdagin í Kathrinu Kristiansen. Tað kostaði 50 kr og fæst eisini í silvur. Handilin hevur bert opið til 23 desembur.

Øll jól sum eg kann minnast, hevur 1 slíkt klokkuspæl staði á borðinum hjá mammu og babba. So ein kann siga, at it brings back good memories :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

17 december 2011

Gløgg

Herfyri avgjørdu vit bæði, at vit skuldi fara at gera gløgg. Vit høvdu ikki gjørt tað fyrr...
Eg hevur ongantíð dámt gløgg, men sum árini fara, kemur ein at dáma meir :) Og so var eisini við hesum :)
Vit bjóðaðu okkara grannum frá báðum síðum og 1 vinarpar heim til okkara at royna okkara gløgg :) Holukøkurnar máttu eisini við ;)
Liðugtgjørt Gløgg frá Rúsuni
Gløggmix og vodka vóru eisini koyrt í 
Uhmm.. tað smakkaði væl :D
Holukøkur og annað gott aftur við :D


Gløgg er einki uppá seg at gera :) Vit fara heilt avgjørt at gera tað aftur um jóla :D
1 sera hugnaligt kvøld og veldugt at hava góðar grannar, so takk til tykkum :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

Heimagjørt jólaprýði

Í hesum deiliga mánaði, havi eg verið sera aktiv innanfyri ítriv og havi gjørt 1 sindur av jólaprýði :)
Hesa stjørnuna gjøri eg ein dagin :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

16 december 2011

Hmm...

Løgin at síggja hehe... Hygg at klippinum :p



Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav 1 gott vikuskifti :D
@solmunde


14 december 2011

Newcastle gjøgnum míni eygu...

Herfyri voru vit í Newcastle :D (3 fer vit eru)
Sjálvt um hetta var ein jólashoppingtúrur, sum vit vóru á, vildi eg síggja 1 sindur av býnum. So eg gekk við einum myndatóli  akkurát sum kinesarnir ;) Nei tvætl, eg tók ikki so nógvar myndir :p
Tíverri ani eg ikki, hvat alt er :s Um tú gert, ert tú vælkomin at viðmerkja niðriundir :)


Her eru myndirnar, sum eg vil vísa tær :D Tær eru nakrar tilsamans :p
Orsaka kvalitetin av myndatólinum. Eg havi ikki hug at takað mítt stóra við ein tílíkan dag...
Hetta má so vera ein kirkja ;)
Vakur bygningur við karakteri. Tílíkir bygningar verða nokk iki gjørdi longur, tíverri :(
Hesin bygningurin er eisini vakur.
Gøtuskilti inni á gongugøtuni.
Ein partur av gongugøtuni. Nógv fólk úti henda dag...
Eisini á gongugøtuni. So vakurt :D
Hesin glasbygningurin er shoppingcentri í miðbýnum. Hygg at speglmyndini :D
Ein síðugøta á gongugøtuni.
Hesin vakri bygningurin var mitt í øllum. Navnið á handilinum er tað sama, sum eg kalli mostur mína :p
Endiliga komu vit frammá H&M :D 
Her var teltbásurin, sum seldi Bonzaitrøini og dreamcatcher :D
A closer look...
Eldon Squar
Her sært tú 1 sindur av pyntinum aftanfyri systi mín :)
Blurry :(
Her sært tú jólaprýði 1 sindur betri hehe...
Sjálvandi var Primark við á skránni! :D
Tá ið vit vóru liðug at shoppa, fóru vit umborð við posunum. Síðani endaðu vit kvøldi við at fara í Chinatown at eta :D
Dagin eftir fóru vit tríggjar á Asda at keypa víðari :D
Ferðaligið hjá mær :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

Keypt í Newcastle

Tá ið eg fari at shoppa, keypi eg ikki 1 og hvørt! Nei, eg hugsi meg um. Um eg fari at brúka tað, sum eg hugsi um at keypa...

Sum barn fekk eg altíð eina heita varmapútu, tá ið eg hevði ilt í búkinum ella var køld, aftaná at hava verið úti í kavanum :D Brings back pleasent memories :D
Hesa lekkru varmapútuna við umslagi fann eg í Primark fyri heilt lítið, minnist ikki hvussu nógv :s 7 pund? Umslagi er so lekkurt, bleytt og logið.

Eg dámi væl taskur, men eg keypi ikki ein og hvørja! Sum sagt áður í blogginum, so hugsi eg meg um, um eg fari at brúka hana. Svarið er ja! Eg havi brúkt hana hvønn dag síðan eg keypti hana :p


Ikki kann eg minnist, at eg nakrantíð havi átt eina poncho, men avlíkavæl hómi eg eina...
Hesa penu poncho fann systi í H&M :) Hon ætlaði sær hana, men klæddi hana ikki so væl. So eg royndi hana. Hon er so deiligt og heit at vera í :D Gangi nógv í henni og eri sera glað fyri hana :D


Nú jólaborðhaldi í langar banar skuldi vera, mátti eg keypa mær okkurt hárprýði :p


Eyka prýði :p


My drug! Oyraringar :p Einki annað at siga ;)



Eisini keypt eg eina myrkabláa tunna skjúrtu við einum brúnum belti. Hon er farin í vask.

My little black classic dress fara tit at síggja ein annan dag, um tit vilja. 

Sjeikurin keypti tað, sum hevur angar, at hann ikki keypti fyri 1 ári síðan! hehe... Tá ið við gingu eftir gongugøtuni, komu vit frammá nakrar teltbásar (sum eisini vóru í fjør). Í einum av básinum seldu 2 damur Bonzaitrø. Tey vóru so pen :D Hetta er so Bonzaitræi, sum sjeikens keypt :D Vit kalla tað bara Miyagi :p Eg eri sjálv glað fyri hann :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

12 december 2011

Stuck...

Fyri tíðina er tað hetta lagið, ið hevur sett seg fast hehe...
Blív so glað av hesum lagnum :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

11 december 2011

E-borg klár til jólaborðhald

Seinasta vikuskifti skuldi E-borg til jólaborðhaldi við arbeiðsplássinum. So spurdi hon meg, um eg kundi seta hári og leggja makeup á seg. Tað segði eg gleðiliga ja til :D 


Eg legði foundation á húðina fyri, at javna hana út og bronzara á fyri, at gera henni lit og at forma andliti. 
Á eygni brúkti eg shimmer hvítt, gráar og svartar eygnaskuggar :) Kohlstift og maskara.
Eygnabrýrnar fylti eg við einum ljósum brúnum liti.
Eg legði ljósareytt á varrarnir, men tað gekk hon ikki við til :s So hon legði lipsgloss á, sum hon sjálv átti.


Her er so úrsliti :D
Flott, ha? :D Tað skal sigast, at hon var sjálv sera glað fyri tað, sum eg hevði gjørt :D Eisini fekk hon nógv rós :)
Tá ið vit vóru í Newcastle, keypti hon hendan sera vakra kjólan :D Hon riggar sera væl í honum :D Perlurnnar í oyrinum og hárprýðið keypt eg í Newcastle :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

08 december 2011

Kend fólk og vit...

Hví hevur útsjónd so nógv at siga? Held í teimum, sum ikki ganga uppí sjónd :)

Kend fólk síggja altíð fantastiska væl út og fleiri hugsa: hví kann eg ikki síggja soleiðis út??
Tað skalt tú ikki leggja so nógv í! Hví? Tí at tey eru akkurát líka sum vit! :) Einasti munur er, at tey hava ein makeupartist og frisør...
Hygg bara her...

Hopi, at dagurin hjá tær lætnaði ;) Minst til, at øll eru pen uppá sín máta...

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav 1 gott vikuskifti :D
@solmunde

Partur 3

So var hann aftur :D
Hetta er eisini 1 av teimm fyrstu video´inum av Bibb. Tikið í feb. 2011
Er hann ikki fittur? :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

07 december 2011

Makeup Geek Challenge: Water For Elephants

Enn eina fer kom eg frammá eina make-up kapping :p (ikki tí at eg nakrantíð havi ella fari at vinna)...
Fyri at kunna vinnað, skalt tú gera 1 make-up look inspirera av Resse Winterspoon í filminum Water For Elephants.
Vinningurin er filmurin sjálvur og 5 eygnaskuggar frá Makeup Geek (vel sjálv litirnir).
Kappingin endar 9 des 2011.
Um tú vil vera við, far á http://www.makeupgeek.com/look-of-the-week/weekly-challenge-water-for-elephants/


Her er mín inspirera look...
Haldi, at mítt foundation er ov ljóst! Ironiskt, tí at eg keypti tað í vár ella summar hehe... 


Eg havi ikki sæð filmin. Er hann góður??


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

04 december 2011

Christmas/winter wonderland make-up look

Tað var sunnukvøld, kalt og kavi úti. Høvdu slappa av allan dagin :D Høvdu eisini vitjan av sysknabarninum og hugdu at Blå Mænd :D Seinni keddi eg meg... So enn eina fer tók eg make-upi framm og eftirsum vit eru í jólamánaðinum :p

Her er 1 samansett look, sum eg havi gjørt :D
Í hesum brúkti eg 1 frosty-lit og 1 ljósabrúnan lit við lítlum glimmur í. Sjálvandi svartan eyelinara og reyðan varralit :D

Tíverri sært tú ikki mínu fínu klokkuoyraringar :p sum eg keypti í Newcastle fyri 1 ella 2 pund :p
Hope U like :p

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

Christmas make-up look nr. 1

Tað var leygarkvøld, kalt og kavi úti :D Jólaperurnar og tað livandi ljós lýstu so vakurt og skaptu ein hugnaligan stemning inn. 
Eftir 1 stravna viku við Norrøna, jólashopping o.a., sæt sjeikens og læs bókina, sum hann hevur bíða eftir í nøkur ár, og eg læt meg inspirera av litinum av jól... So eg tók mítt make-up framm :D

Jól nærkast and why not look the part? ;) Tað er skeg við make-up :D
Tá ið eg hugsi um jól, síggi eg litirnir reytt, grønt og gull fyri mær. (Reytt er ikki ein góður litur til mín :/ )


Í hesum look´inum havi eg brúkt ljóst gull og kopar. Um tú vilt tað look´ið at vera djúpri, so er at leggja brúnt uttast :)
Eg vildi ikki gera nakað yvirdrivi, men nakað ein og hvør kann ganga við :)


Not my best colour...

Ætlanin er at leggja 1 ella fleiri bloggar við myndum út hvørja viku framm til jóla. Myndirnar vera av make-up looks og tær hava okkurt við vetur ella jól at gera.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan 2. Aventsunnudag :D
@solmunde

Lagið fyri tíðina 2

Kennur tú tað, tá okkurt setur seg fast í heilan? Eg havi havt nógv av tí í seinastini... Summartíðir kann tað vera rættiliga irriterandi, tí at tað er onkentíð sangir, sum eg slett ikki dámi!

Hevur tú verið í námd av mær í seinastini, so hevur tú nokk hoyrt hetta nakrar ferir: "I love you like a lovesong baby" lol :D What can I say...? Tað situr FAST! :p

Her er so sangurin :D


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde

Birgit klár til jólaborðhaldið

So eri eg aftur við einum pyntan :D Kann ein siga so? hehe...
Enn eina fer bleiv eg spurd av Birgit, um at gera hana klára og lekkrari (hesa fer til jólaborðhaldi). Eg segði, ja við gleði beinan vegin :D


Eftir sum, at tað er vetur og kalt, vildi eg brúka tað í look´inum og eftirsum hennara kjóli var svartur og skógvarnir myrka reyðir, vóru møguleikanir nógvir. Tíverri var tíðin sera knøpp! :( Eg skuldi jú gera hári eisini, so eg gjørdi tað besta eg kundi...  
Eg brúkti ljóst silvur, myrkt silvur og svart á eyguni.


Her er so úrsliti :D
Tikið uttan blits





(Eg hati myndir, sum er taknar við blitsi! Má fara at skaffa mær 1 eksternt blits)
Er hon ikki fín? :D


Tá ið vit báðar koma saman, dáma við væl at tvætla við myndatólinum :p Her er ein av myndinum hehe :D

Takk góða fyri, at eg kundi brúka teg enn eina fer :*


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde