Hesu 3 tingini keypti eg í The Pier á Hálsi. Tann handilin hevur so nógv lekkurt! :D
Búrið kostaði 129 kr, ljósasløkkjarin 29,95 kr og ljós 39,95 kr.
Hetta fitta klokkuspælið keypti eg týsdagin í Kathrinu Kristiansen. Tað kostaði 50 kr og fæst eisini í silvur. Handilin hevur bert opið til 23 desembur.
Øll jól sum eg kann minnast, hevur 1 slíkt klokkuspæl staði á borðinum hjá mammu og babba. So ein kann siga, at it brings back good memories :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar