25 december 2011

Gleðilig jól 2011

Gleðilig jól :D

Í dag eru vit hjá svigerforeldrinum og her hava vit fingið gás, sukureplir og brúnasós til døverða :D Uha, sum tað smakkaði væl! Svigerpápin dugur allarbest at gera sukureplir :D

Veðrið er øðiligt her í bygdini :s Sjeikens og svigerpápin fóru út at hyggja til teirra nýggju hús, tí at tað vóru fleiri takplátur farnar á flog fleiri staðni í bygdini! Klædningurin á húsinum hevur fingið skaða :( Rættuliga keðiligt! Tey eru ikki ein gongd flutt inn í tað enn...
Má siga, at mær dámdi einki, at teir gingu úti í hesum veðrinum, men teir eru komnir aftur í øllum góðum :D

Ætlanin hjá mær var, at pyntað meg í dag, men hugurin er ikki til staðar, má eg siga... Eg hevði bestan hug at gangað í náttkjóla og kimino allan dagin, men mamma meinti, at øll skuldu vera ílatin, um nakað skuldi fari á flog hehe...

Nú fara vit norður aftur til mammu og babba at vera saman við familjuni restina av deginum :D Tað er jú tað jól eisini gongur út uppi, ikki? :D

Hopi, at tú hugnar tær, sjálvt um at tað er ódn úti! 
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan 1. jóladag :D
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar