Enn eina fer bleiv eg spurd av Birgit, um at gera hana klára og lekkrari (hesa fer til jólaborðhaldi). Eg segði, ja við gleði beinan vegin :D
Eftir sum, at tað er vetur og kalt, vildi eg brúka tað í look´inum og eftirsum hennara kjóli var svartur og skógvarnir myrka reyðir, vóru møguleikanir nógvir. Tíverri var tíðin sera knøpp! :( Eg skuldi jú gera hári eisini, so eg gjørdi tað besta eg kundi...
Eg brúkti ljóst silvur, myrkt silvur og svart á eyguni.
Her er so úrsliti :D
Tikið uttan blits
(Eg hati myndir, sum er taknar við blitsi! Má fara at skaffa mær 1 eksternt blits)
Er hon ikki fín? :D
Tá ið vit báðar koma saman, dáma við væl at tvætla við myndatólinum :p Her er ein av myndinum hehe :D
Takk góða fyri, at eg kundi brúka teg enn eina fer :*
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar