30 december 2013

Hugskot til nýggjars makeup og hár (2013)

So er nýggjárið her og tá er grund til at gera seg ordiliga til.

Av tí at eg havi havt so nógv at gjørt, fái eg ikki avgjørt, hvat og hvussu. 

Tá eg hugsi um nýggjárið, hugsi eg ofta um litirnir silvur, glimmur og svart. Í mínum huga er jól heitar litir og nýggjárið kaldar litir.

So eg tók tað lítla úrvalið, sum eg hevði uppi á mær og setti meg at spæla. Hetta er tað, sum eg endaði við. 






Tíverri hevði eg ikki falskar vippur. Tað hevði verið hóskandi í hesum føri.

Av tí at makeupi er kalt, vildi eg hava rocker chick hár við eitt sindur av glam, glam being the curls.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

10 december 2013

Hugskot til jólanegl


Íblástur er nakað fantastiskt! :)

Eg eri nógv á Instagram og har fái eg íblástur til tíðir. Tað kann verða viðvíkjandi ymskum og tað dámar mær væl.

Sum áður sagt, havi eg ikki serliga gott tol....
Líka miki tað, eg má verða vorin 1 sindur tolnari, eftirsum eg havi lakera mínar negl oftari fyri tíðina ella er tað bara tí at vit eru í jólamánaðinum. 
Í morgun fekk eg íblástur frá Julie G. Hon hevur sítt egna neglalakksmerki, sum eitur Julie G. Julie sjálv er at finna allastaðni, um tú ynskir at síggja hennar myndir ella tutorial (vegleiðandi filmklipp).

Eg eigi ikki nógv neglalakk, so eg mátti arbeiða við tí, sum eg hevði. Eg vildi brúka vetrarlitir og í míni "stóru" samling fann eg ein grønan lit. Hann minnur meg um jólatræ. 

Frá "eskpertum" havi eg fingið at vitað, at ein base skal undir fyri at verja neglirnar frá neglakkinum, so eg byrjaði við Xtreme Wear Nail color varnish í litinum 83 First Blush (fitt navn). 


Síðani legði 1 sindur tjúkt lag av grønum á. Hetta er frá Wet 'n' Wild.


Eg tími ikki, at alt skal vera líka, so eg smurdi 1 tjúkt lag av klárum neglalakki við glimmur í á ringfingurin. 


Hetta er eisini frá Wet 'n' Wild.



Fyri at gera tað 1 sindur jólaligari, valdi eg at mála kavaflykrur á hinar neglirnar.
Her er so endaliga úrsliti! :) Sjálvt um tað ikki er serliga pent, eri eg glað fyri. " practise makes perfect! " ;)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan desembur mánaða.
@solmunde

05 december 2013

Hvat er í postkassanum nr.4

Nú eri eg aftur við einum "Hvat er í postkassanum" bloggi. Hesin bloggur er 1 sindur forsinkaður, men betri seint enn ongantíð ;)

Eg minnist ikki, hvat pakkin kostaðu, men sum sagt mangan áður, keypi eg bert undir 300 kr. 

Hesu fer kom ein harður pakki.  


Tað fyrsta var ein clutch. Hvat er ein clutch? Ein kann siga, at tað er ein stórur pungur. 
Hendan clutch, helt eg, verða passaliga til eitt jólaborðhald. Eg skal til jólaborðhald í vikuskiftinum og ætli mær at brúka hana tá. Eg eri spent uppá dagin :)


Hon er av merkinum River Island og er keypt à asos.com. Hon er hørð, prýdd við perlum á báðum síðum og hevur eina silvur ketu, sum kann takast av. Sum tú sært, er hon ikki serliga stór, men tað er ikki neyðugt. Eg skal bara hava pláss til Visa-kortið, pengar, varrastiftina, lipgloss og lykilin. Hon kann sjálvandi eisini brúkast til annað, sum t.d. ein túr í býin. 

Tað næsta sum var í pakkanum var ein stór hálskeda, eitt "statement piece", sum tað verður kalla. Tað merkir, at hálskedan er tann, sum er í fokus.


Sum tú sært, fyllur hon eitt sindur. Hon hevur fleiri ketur, ein kross, píkar og eina stóra ørn. Eg brúki hana saman við einari einslittari blus, av tí at hálsketan fyllur so nógv av sær sjálvum.

Niðurstøðan: eg eri glað fyri hesi bæði og fari at brúka tey nógv. Eg havi longur brúkt hálsketuna nakrar ferir.

Takk fyri, at tú læs mítt blogg.
Hav ein góðan desembur :)
@solmunde

29 november 2013

Enn fleiri tattoos

Leingi havi eg viljað fingið mær eina tattovering, men ikki vitað, hvat tað hevur skulla verið...

Eg visti, at tað ikki skuldi vera eina mynd (um ein kann siga so), men ein stuttan tekst og tað var ein, sum ofta lá mær í huganum.
Tá eg endiliga hevði avgjørt, hvat tað skuldi vera, var eingin tattovørur í landinum. Tað merkti so, at eg mátti bíða nakrir mánaðir og tað merkti eisini, at eg gjørdist sera spent.

Fyri umleið 2 mánaðum síðani fekk eg tær endiliga gjørdar. Nú hugsar tú "tær?" Ja, eg havi fingið mær tvær. 

Tattovørurin segði mær, at eg hevði harða húð og at tólið gleyð ikki eftir, sum tað ger hjá nógvum. Tað føldist eisini, sum tað var ein 200 ára gamal rustaður knívur, sum skar niður í meg ;)

Her eru tær.



"love is enough..." Need I say more? :) Fitt, ha? Faktiskt bleiv hon eitt sindur størri og tjúkkri enn eg hevði ætlað... Hon er á innara síðu av vinstra armi. 



Mær dámar væl krossar. Hesin bleiv eisini eitt sindur størri og penari enn tað eg hevði ætlað. Oh well, there's no turning back now :) Hon er á uttaru síðu á høgra armi.

Hevði Abbi vitað..

Niðurstøðan er tann, at eg eri sera glað fyri tær og av tí, at tær ikki eru stórar og klossutar, verði eg nokk ikki troytt av teimum.

Takk fyri, at tú læs mín blogg.
Hav ein góðan dag.
@solmunde


18 november 2013

Makeup til jólaborðhald v/4 ymiskum varrastiftum (look nr.1)

Nú er tíðin komin til at hava jólaborðhald og so skal ein hava okkurt pent at fara í. 

Eg tók makeup pungin, bustirnar, og 2 palette framm. Um eg ikki havi fingið íblástur onkustaðni, havi eg tað torført at taka eina avger. Eg haldi, at pin-up look er hóskandi til jólaborðhald. So fór eg í gongd. 

Eg eri kedd av, at liturin á myndinum ikki er líka. Tá ein tekur myndir inni (vanliga peru), er ljóði gult og tað tekur langa tíð at viðgerða. So vinarliga haldið mær til góðar.

Tann fyrsta myndir er uttan varrastift og uttan falskar vippur. Bara fyri at vísa mun. Eg haldi, at tá ein skal vera eyka fínur, kann ein væl hava vippur á. 



Burtur frá varrunum, er makeupi tað sama á øllum myndinum. 

Vippurnar er keyptar á Ebay, tað vóru 4 pør í og kostaði mær $14 (umleið 78kr). Kunnu brúkast fleiri ferur, um ein fer væl um tær. Slagið eitur Ardell Professinal og akkurát hesar eita Demi Vispies. 

Look nr. 1 (nude lips)





Look nr. 2 (pink lips)





Look nr. 3 (burgany lips)






Look nr. 4 (red lips)





Mær dámar væl at vera fyrireika, tí so gongur alt betri og skjótari á degnum.

Eg havi enn ikki avgjørt, hvønn varralit eg skal hava á til jólaborðhaldið? Hevur tú hug at hjálpa mær? Sig mær tína meining :)

Instagram myndin.




Takk fyri, at tú læs mín blogg.
Hav ein góðan dag :)
@solmunde

12 november 2013

Toppur frá Rokokko

Onkentíð má ein forkela seg sjálva...

Herfyri var kvinnukvøld í Rokokko í Norðragøtu. Lýst var við mótasýning, -20% av allari vøru og gávu til viðskiftafólk. Vit vóru tvær, sum fóru.

Tað byrjaði kl. 20 við mótasýningini. Ovara hæddin var gjørt til eitt catwalk og stólar vóru settur upp. Tað var tíverri ikki pláss hjá øllum at sita, men tað er bara gott fyri Rokokko. 
Har vóru klæðir til tað vaksnu konuna og tað ungu damuna. Tað vóru 4 modellir, tvær konur og tvær damur. Tað bleiv víst mest av fínum klæðum, sum kundu brúkast til jólaborðhald t.d. og at endanum vóru gallakjólanir. Afturvið mótasýningini var kaffi, tea, vatn, saltstengur, dipp, mega lekkur sandwich o.a. 
Aftaná mótsýningina var møguleika fyri at keypa og kl. 22 var drigið um 2 gávukort. Eg minnist ikki, hvat upphæddin var, men umleið 300 - 500 kr. 

Tað vóru so nógvar damur og tað var trongt. Eg hevði ikki hug at leita eftir nøkrum, men at endanum fann eg ein super penan topp. Hetta slagið av toppi havi eg havt eyga á leingi, men havi hildið, at hann ikki fór at hóska mær, uttan at hava roynt hann. Eg mátti royna hann og fann síðani útav, at hann sæt nógv betur enn eg hevði væntað! Prísin fekk eg ikki við, tí at prísmerki var ikki á, men við -20% bleyv tað umleið 329 kr.

Her er toppurin.


Myndir av mær í honum, verða á einum av komandi bloggi.

Gávan var ein Gosh pigment eygnaskuggi og eitt gávukort uppá 100 kr :) Allar fingu ikki sama lit eygnaskugga.


Tá eg sá litin av eygnaskugganum, hugsaði eg, at hasin liturin klæðir ikki meg. Eg lat krukkuna upp og bleiv jaliga yvirraska. Liturin var sera penur og spennandi. Hann minti meg um jól. Eg fari heilt sikkurt at royna at brúka hann. Kanska til eitt christmas party look?

Eg eri glað fyri at eg fór til hetta tiltakið, tí at tað var hugnaligt, eg kendi nógv fólk og eg fann ein part av mínum outfit til jólaborðhaldi í næsta mánaða.
Eg kann viðmæla tílík tiltøk. 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

10 november 2013

Mítt fall makeup look (2013)

Ein leygardag herfyri var eg eitt sindur forkølað og vildi ikki fara út, sjálvt um veðrið var so gott og vakurt. 
Eg setti meg á youtube, sum ikki einaferð at hyggja at fall makeup looks, sum er eitt av teimum looks, sum mær dámar allarbest vegna litinum. Har fekk eg íblástur frá Jaclyn Hall. Tú kanst hyggja at hennara film klipp longur niðri.

Eg eri klár yvir, at hetta kann vera í so nógv og myrkt fyri summi, men eg vildi vísa lookið avlíkavæl. 
Litinir eru myrka lilla, matt appelsingult og hvítt highlight.  

Hetta er mín version av tí hjá Jaclyn. Tað kemur ikki at blíva tað sama, tí litirnir eru ikki teir somu og tí at vit eru ikki tann sami persónurin. 







(Við falskum vippum og blush)

(Við falskum vippum og blush)
(Myndirnar eru tiknar við iPhone, tí at myndatólið er útlænt)

Mær dámar hetta ordiliga væl! Mínu bláu eygu síggjast betur og hetta klæðir meg. Eg hevði ikki gingið við hesum gerandisdagar, men í vikuskiftinum og/ella tí eg skal okkurt serligt.


Linki til film klippið hjá Jaclyn:
http://www.youtube.com/watch?v=Wv6Y9JCOuIk

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

07 november 2013

Ikki tíð ella orku til at keypa inn til náttara. Smekka okkurt lætt og skjótt saman

Summir dagar er ein ikki heilt, sum ein plagar at verða...

Eg hevði fúla høvuðpínu í kvøld, tá ið eg kom heim og tað endaði við, at eg ikki orkaði at gera døgurða. Eg legði meg á hitapútuna í umleið tveir tímar, so var eg klár. Eg hevði ikki tikið nakran døgurða upp og eg tímdi ikki at eta tað sama páleggið, sum eg hevði gjørt tann dagin.
So eg tók tað framm, sum eg helt kundi brúkast. Eg fór at gera eina eggjakaku. Eg kundi hugsað mær ymiskt annað at koyra í, men eg tímdi ikki út aftur.

Her er uppskriftin uppá hesa heimagjørdu eggjakaku (vurdering).

3 egg
1-2 dl mjólk
1/3 leyk
2 spsk sweet chilli sauce
1/4 piparfrukt
fetaost
citróngras
salt
pipar




Eg lat hana simra eina løtu, so setti eg pannuna inn í ovnin, so at toppurin skuldi fáa sítt. Aftur við hevði eg 1 breyðstykki. Hetta var nummar 3. Mær dámdi eggjakakuna og eg fari at gera hana aftur. Hon var eitt sindur sterk og tað er tað góða fyri meg. Hevði eg átt Tex Mex rivnan ost inni...

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

03 november 2013

Hvat er í postkassanum nr.3

The joy of online shopping :)

Nú havi eg aftur keypt online og tað fari eg nokk at halda áfram við. Eg eri ikki typan, sum tímur væl at ganga í handlar, so at keypa online passar mær væl :)
Eg keypi frá Asos.com, tí at tað kostar einki í sending og har er eisini bíligt. Eg haldi meg undir 300 kr.


Hesu fer komu 3 ting. 

Tað fyrsta er hálsketan við krossinum í. Sum tú sært liggur hann og tað dámar mær væl. Vónandi merkir tað ikki nakað ónt!



Eg væntaði krossin at vera størri. Tað eri eg 1 sindur skuffa av, men eg dámi hana væl.

Tað næsta eru 2 armbond. Eg helt, at tey sóðu so pen og fitt út á heimasíðuni. Annað armbandi hevur eina silvur ketur og Love er copar'ish. Hitt er gull og hevur eitt hjarta í.



Eg haldi, at eg eri ov gomul til at brúka hesi armbond, so onkur verður so heppin at fáa tey í jólagávu.

Buksirnar minnist eg faktisk ikki, at eg havi keypt, men eg fari at brúka tær.

Tær eru tunnar og bleytar. eru gráar, sum er eitt minus, tí at eg klæði ikki væl grátt, men tær eru deiligar at vera í.

Hatta var tað fyri hesu fer. Hope U liked...

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :)
@solmunde

15 oktober 2013

M.A.C. 4

Í viku 40 var eg í Dk við ommu mín, sum skuldi til kanningar. Hetta mátti eg sjálvandi útnytt eftirsum eg var har. 

Hesu fer keypti eg foundation, eina bust, highlight og eina varrastift. Alt var keypt á flogvøllinum i Kastrup sjálvandi.


Eg havi ongantíð royn M.A.C. Foundation, men havi vilja leingi. Ein vinkona segði mær, at hetta merkið er so 'harsh' og hevur angað í. Eg eri ikki sum onnur, tí vil eg royna tað og um tað ikki er til mín, kann eg geva tað til onkran.


Hetta er eitt mineralize foundation í einum compact og liturin er NC20. Eg havi roynt tað og liturin passar næstan perfekt. Tað liggur pent á húðini. Nú skal eg bara finna besta mátan at smyrja tað uppá.
Eg vildi ikki keypa powder foundation, tí at eg vænti, at tað turkar húðina enn meir. 


Bustina/pencilin keypti eg, tí at eg fari at øva meg at gera winged eyeliner. Eg keypti eina fer ein pencil frá Nilens Jord og eg eri slett ikki glað fyri hann, tí at hann er ov bleytur og tí dugi eg sera illa við honum.


Sum tú veitst, dámi eg væl nude lips. Tí keypti eg varrastiftina Hue. Eg eri ikki vekk í henni enn. Allar varrastiftir halda longur, sum tað er blýantur undir. So eg brúki mín M.A.C. Subculture undir, sum riggar væl, men eg má siga, at eftir nakrir tímar blíva mínar varrar turrar.

Eg vil ikki síggja feittut út, men hava eitt glow. Eg havi eitt powder fyri The Make-up Store, sum eg eri sera glað fyri, men tað er so stórt og fyllur nógv. Eg kann ikki heilt siga, at hetta er nógv minni. Hetta er eitt hightlighter powder og eitur M.A.C Mineralize Skinfinish Soft and Gentel. Tað er ein lekkran gyltan lit og sær gott út á húðini. 

Hetta var tað, sum eg keypti av M.A.C. hesa fer. 
Annars opnar ein M.A.C. handil í Keypmannahavn í hesum mánaðinum.

Hopi, at tú dámdi mín blogg.
Hav ein góðan dag :)
@solmunde

08 oktober 2013

Hvat er í postkassanum (nr.2)

So eri eg aftur við "Hvat er í posskassanum". Tað merkir so, at eg aftur havi keypt online...

Í pakkanum hesu fer var ein svartur tubetop. Hann ætli eg bara at brúka innan fyri. Summartíðir er onkur blusa ella toppur so niðurringaður ella eru armholini so djúp, tá er gott at hava ein slíkan :) 
Eg ætli at brúka hann innan fyri mína DIY Regatta t-shirt. Eg eri í fer við at gera ein blogg um hana.


Aftur hesu fer havi eg keypt 1 par av skóm. Hóast summari er av, havi eg keypt ballerina skógvar. Grundin til tað, er at teir eru ein neutralan lit og teir fara nokk ikki av móta. Teir eru av slaginum New Look, eru velour og hava eina vækra kedu við prýði hangandi úr keduni.








Eg eri ordiliga glað fyri teir og eg gleði meg til at brúka teir í næsta ár :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

11 september 2013

Banan pannakøkur (sera nemt og bíligt)

Nú eri eg aftur við eini matuppskrift! :) Eg elski mat og tað sæst á mær, tíverri!

Ein dagin kom eg fram á eina heimasíðu, sum hevur ymiskt um suntheit. Harímillum eg fann á hesa uppskriftina. Eg bleiv bilsin og segði við meg sjálva: "hasa fari eg at royna!"

Morgunin eftir tók eg foodproccer'in fram og fór í gongd. Hon er sera sera einføld, nemm og skjót! Tað einasta, ið skal í, er 1 banan og 2 egg. Jú, eg meini tað! 

"Hvussu úrslitið bleiv?" Tað bleiv lekkurt :) Eg átti tíverri ikki hunang inn, tí eg át sirop omaná :)


Eg hopi, at tú roynur hetta. Góða eydnu.
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

05 september 2013

Hvat er í postkassanum (nr.1)

Eg elski at hyggja í postkassan og vita, hvat er í har! :) Tíbetur er tað ikki bara rokningar...

Fyri umleið 4 vikum síðan, fór eg at hyggja í postkassan og fann hendan Pakkan.


Eg sá og føldi beinan vegin, at tad var ein skógvaeskja. Eg skal vera heilt og siga, at eg mintist ikki at hava bílagt nakað par av skóm, men tá eg opnaði eskjuna, mintist eg til tað. 
Hetta eru teir. 


Eru teir ikki penir? :) Eg havi ikki havt kjans at fara út í teimum enn, men tað verður vónandi skjótt. Eg vil at tað er turt út, tá eg fari í teir og veðrið er so skiftandi...


Teir eru ikki heilt "behagelige". 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)

Hav ein góðan dag.
@solmunde