Eg minnist ikki, hvat pakkin kostaðu, men sum sagt mangan áður, keypi eg bert undir 300 kr.
Hesu fer kom ein harður pakki.
Tað fyrsta var ein clutch. Hvat er ein clutch? Ein kann siga, at tað er ein stórur pungur.
Hendan clutch, helt eg, verða passaliga til eitt jólaborðhald. Eg skal til jólaborðhald í vikuskiftinum og ætli mær at brúka hana tá. Eg eri spent uppá dagin :)
Hon er av merkinum River Island og er keypt à asos.com. Hon er hørð, prýdd við perlum á báðum síðum og hevur eina silvur ketu, sum kann takast av. Sum tú sært, er hon ikki serliga stór, men tað er ikki neyðugt. Eg skal bara hava pláss til Visa-kortið, pengar, varrastiftina, lipgloss og lykilin. Hon kann sjálvandi eisini brúkast til annað, sum t.d. ein túr í býin.
Tað næsta sum var í pakkanum var ein stór hálskeda, eitt "statement piece", sum tað verður kalla. Tað merkir, at hálskedan er tann, sum er í fokus.
Sum tú sært, fyllur hon eitt sindur. Hon hevur fleiri ketur, ein kross, píkar og eina stóra ørn. Eg brúki hana saman við einari einslittari blus, av tí at hálsketan fyllur so nógv av sær sjálvum.
Niðurstøðan: eg eri glað fyri hesi bæði og fari at brúka tey nógv. Eg havi longur brúkt hálsketuna nakrar ferir.
Takk fyri, at tú læs mítt blogg.
Hav ein góðan desembur :)
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar