30 april 2014

-25% í Glimmur

Ein kann aldrin eiga nokk av bling bling... :)

Í morgun fekk ein vinkona lokka meg við í handilin Glimmur á gongugøtuni í Havn. Í byrjandi hugsaði eg, at eg ikki burdi fari, men so helt eg, at tað ikki var neyðugt at keypa nakað. So fóru vit. 
Eg var ikki meir enn komin inn í handilin, tá eg hevði hug at venda út aftur. Tað var so "órudduligt" (í okkara eygum)! Tað var lítið yvirblikk og eg mátti konsentrera meg væl, tá alt var laga útyvir hvørt annað. Anyway eg gekk so har spakuliga og hugdi, kom so framm á okkurt, sum eg helt verða kul og okkurt, sum eg hevði ynskt mær. Og allatíðina hevði eg í tonkinum, at alt var -50% (dumma eg!). Eg fór til kassan, áðrenn eg fann nakað annað, sum mær dámdi og læt okkum bara siga, at ið keypt var, kostaði ikki lítið! :p 

Her eru so tingini, sum eg bleiv fátakari av ;) 

Kassadaman legði alt í hesu fínu papírsposarnir.


1 par av klassiskum rundum oyraringum má man eiga.


Hesir helt eg var kulir og raw. Teir eru silvur.


Hesir eru eisini kulir og raw, men av tí at teir eru "gull", eru teir 1 sindur fínari.


Eina tílíka hálskedu havi eg vilja havt leingi, men havi faktiskt ikki unna mær at brúkt fleiri hundra krónur uppá. Tí stóð eg til.


Hendan hálskedan er mega kul og raw, men allíkavæl fín.


Eg keypti ein gávu eisini, men eg fari ikki at vísa hana.


Takk fyri, at tú læs mín blogg:)
@solmunde