28 januar 2015

Mandlumjólk

Fyri einum ári síðani visti eg ikki, hvat mandlumjólk var. Takkað verið vinkonuni hjá mær, Guðrun, veit eg hvat mandlumjólk er. 
Eg brúki hana til havragrýn, greyt, smoothies, dessertir og heimagjørdan ís.
Mær dámar ógvuliga væl smakkin á tí, ein kann keypa í handlinum, men tann mandlumjólkin er so dýr! Ein pakki kostar 26,95 kr (í FK) og 29,95 kr (í Bónus). Eg brúki 1 pakka um vikuna og tað verður til 107,88 - 119,80 kr um mánaðin.

Ein annar møguleiki er at gera mjólkina sjálvur. Hvussu hugsar tú? Mandlumjólk er gjørt av mandlum og hon er sera nemm og skjót at gera! Tað einasta sum tekur tíð, eru mandlurnar, tí at tær skulu liggja á blot yvir nátt. 
So er spurningurin: er tað bíligar at gera mandlumjólk? 
Allarhelst ikki, tí at mandlur eru ikki bíligar. Eg keypi tær, tá tær eru á tilboð og tá fær ein tær ofta 2 pakkar nógv bíligari. 


Tær einastu rávørunar, sum tú skalt brúka, eru:

  • 100 g mandlur
  • 300 - 400 ml køldum vatni


Harafturat skal tú brúka: 

  • blendara
  • viskustykki til at síla við 
  • djúpt ílat

Tá ið mandlurnar hava ligið yvir nátt, koyrur tú tær í ein blendara saman við vatninum og blendar til mandlunar eru heilt fínt blendaðar. Um tú vilt, so kanst tú koyra eitt sindur av vanilju ella Stevia í. Legg viskustykki eitt sindur niður í ílatið og síla síðani. At enda kanst tú spakuliga pressa mjólkina úr viskustykkinum og tá tú er liðug at pressa, hevur tú bæði mandlumjólk og mandlumjøl. Tað eru nógvar uppskriftir uppá køkur og dessertir, sum hava mandulmjøl í. 

Mær dámar væl at gera eina roynd og at gera ymiskt frá botninum, tí gjørdi eg hesa mandlumjólkina. Hon smakkar av mandlum, men er ikki líka søt, sum tann ein keypur í handlum. Tí koyrdi eg eitt sindur av Stevia í. Stevia er eitt natúrligt søtingarevni.








Fløskuna keypti eg fyri nøkrum árum síðani frá Vøruhúsinum á Hjálla fyri uml. 9,95-19,95 kr.



Hetta er ein vanligur morgunmatur hjá mær. Havragrýn við hunangi, bláber ella peru og okkurt slag av mjólk. Í hesum føri er tað heimagjørd mandlumjólk.  

Inspiratión: carrotstick.dk/hjemmelavet-mandelmaelk/

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde