25 februar 2013

Prodject me 2 (gardinan)

Ein og hvør kvinna eigur at duga at seyma, men at seyma er ikki mín sterka síða. Mær damar at royna av og á, sjálv um tað ikki altíð gongur so væl og tolið ikki er til staðar...

Systur mín nevndi fyri mær ein dagin, at um hon skuldi sovað hjá okkum, hevði hon gjarna vilja havt eina gardinu upp í lítla kamar. "Ups!" hugsaði eg beinan vegin, tí at tað hevði eg slett ikki hugsa um, eftirsum vit ikki brúka tað kamari og Babba hevði einki sagt um tað.

So skrivaði hon til mín fyrr í kvøld og spurdi, um hon kundi sova her og sjálvandi segði eg ja. Tá kom eg í tankar um hasa gardinuna! So eg skundaði mær uppá at leita eftir tøji.

Hetta er tað eg fann :p


Bleytt hør og hvítt silkiband


Hetta er vindeyga, ið eg skal seymað eina gardinu til.


Aftur hesa fer var mín trustly helper hjá mær ;)


"Huff..!" segði eg bara. Hatta tøji var ikki skeg at arbeiða við... 


Hetta er so úrslitið :)


Silkibandi ger, at hon bleiv eitt sindur romantisk og fitt. Hon var nemm at gera og kundi verið gjørd betur, men vit fáa vónandi ikki brúk fyri henni leingi afturat. Eg eri væl nøgd :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

12 februar 2013

Eg skuldi bara keypa kakao...

Brákeyp! Nakað lort ella ikki?

Føstalávintsmánakvøld, aftaná at eg hevði hjálpt til við tunnusláing fyri børn og meðan grýlurnar komu á gátt, avgjørdi eg at gera føstalávintsbollar og hesu fer skuldu teir vera vandbakkelsir :) Um ein ikki ger teir á hesu ársins tíð, nær so?

Eg hevði bakað bollarnir, gjørt kakukremi og var við at gera glasur, tá eg fann útav, at vit ikki áttu kakao. Huff also! Klokkan var næstan 22 og Inn stongdi um 15 min. So eg drønaði avstað.
Tá ið eg fari í Inn, royni eg at halda meg burtur frá prýðisdeildini (ella hvat ein kallar tað), tí at eg finni næstan altíð okkurt til heimi ;) Sum eitt býtt fór eg at hyggja :p Ístaðinfyri at brúka umleið 20 kr, brúkti eg yvir 500 kr!

Hetta keypti eg.




Serviettar fyri 19,95 kr


Hvítan bakka fyri 129,95 kr


Ljósastaka fyri 74,95 kr.


Svampar fyri 24,95 kr.



Seingja teppi fyri 299,95 kr.

Eg skuldi also bara keypa kakao...


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)

Hav ein góðan dag.
@solmunde

08 februar 2013

Føstalávint 2013

So er aftur tíðin komin, har vit hugna við ósunnum, keypa inn til grýlur og lata okkum í alt annað enn vanligt klæðir :)

Í ár havi eg gjørt eitt annað slag av føstalávintsbollum enn eg gjørdi í fjør. Kanka tú minnist mín blogg frá Damnarks túrinum í 2012, har systi og eg fingu føstalávintsbollar frá sysknabarninum. Teir smakkaðu super gott :) Eg havi spurt sysknabarni um uppskriftina og hon var so fitt at geva mær hana. Teir eita Chocolade fastalavnsboller :)



Sjálvandi fór sjokuláta omaná :)

Leygarkvøldi vóra vit á Grýluveitslu. Har var lekkurt matur, søla av lutaselum, tunnusláing, dansur og ársins grýla. Ársins grýla vann eitt gávukort uppá 2500 kr frá Atlantic Airways, og hendan vinning vildi eg gjarna vinna :) 

Fyrr í vikuni avgjørdi eg, at eg vildi vera ein brotin dukka. Dukkuklæðir eru tíverri ikki nemm at finna, so eg fór at leita ígjøgnum míni klæðir og kom framá ein bláan summar kjóla sum eg keypti frá H&M í 2010. Eg helt, at hann kundi brúkast, men var ikki serliga áhugaverdur. 







Eg hevði ein lítlan hjálpari :) Hann er soo fittur :*

So eg fór at leita víðari fyri at vita, um eg fann okkurt áhugavert at seyma á kjólan og eg fann blondir og silkiband :) 





Tað var alt ov bert at vera í bara kjólanum, so eg hevði lánt ein hvíta t-shirt (nei, eg eigi onga hvíta t-shirt!) 
Eg tímdi ikki at hava ber bein, so eg keypti eina hvítar blonduleggings í Miklagarði (fyri 99 kr!! Tað var enntá tilboð). 



Silkibandi koyrdi eg um miðuna og um rotthalinum :)Hárið bleiv krúlla.
Á neglirnar smurdi eg ljósareytt neglalakk :p




Sjeikens segði við meg áðrenn vit fóru út: "Við hasum vinnur tú einki góða. Eg hevði vænta meir av tær". Rætt hevði hann, tí at eg vann ikki... Oh well, tað verður betri næsta ár :)


Eg gloymdi alt um at taka mynd av mær sjálvari :( Hetta er tann einasta eg tók :o



So tú mást bara gleðast við hesar heilt fáu myndirnar, sum eg tók :/ Ikki øll vildu vera við í blogginum :/



Hesin fitti maðurin hevði avgjørt, at hann skuldi ikki ílatast í ár, men broytti síðani meining hjá okkum. So eg fór í skápi at finna okkurt til hann. Har fann eg ein reyðan kjóla, stay-up neilonsokkar og ein gamlan bh :)



Vinnmaður hjá honum hevði eisini hug at lata seg í okkurt, so hann lánti eisini ein kjóla frá mær :p 


Aftaná borðhaldi bleiv innrás heima hjá okkum og tað bilaði ikki petti. Eg var bara ikki fyrireika uppá tað. Tíbetur hevði sjeikens keypt chips og dipp fyrr um dagin :) Her gjørdu fólk seg kláran til grýludansin og ársins grýlu. Skeg at síggja, hvat fólk funnum uppá. Eg má siga, at fólk vóru kreativari enn eg hevði væntað :) 
Eg eri kedd av, at eg ikki tók fleiri myndir :(


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hopi, at tú hevði ein góðan føstalávintsdag.
@solmunde

04 februar 2013

Keypt feb '13

Systi og eg høvdu avtala at fara ein túr í býin leygardagin :) Fyrst fóru vit í Reinfann og heppin var eg, at eg fann nøkur ting á útsølu :)

Smykkuskrýni av glasi hevði kostað 355 kr og eg fekk tað fyri 175 kr.



Taskan/pungurin av slagnum Dixie var ikki á útsølu. Kostnaðurin var umleið 359 kr og eg haldi faktist, at hon var dýr, men eg vildi hava ein pung, sum eg eisini kundi hava mína iPhone í.



Kurvanir vóru heldur ikki á útsøla, men kostaðu bert 45 kr stk. Ætlanin er at hava tær á wc'inum.



Ljósini høvdu kostað 55 og 45 kr. Eg fekk tey fyri 15 og 25 kr.




Eftir Reinfann fóru vit í Toyatovuna og har var eisini útsøla uppá 70%.

T-shirtin er eitt sindur kul og hana brúki eg til hvønn dagsbrúk. Hon hevði kostað 275 kr. Eg fekk hana fyri 125 kr.



Skjúrtuna brúki eg til eitt sindur fínari brúk og við einum belti. Hana fekk eg fyri 145 kr, minnist eg rætt.



Kjólan fari eg at brúka til a night out (tá eg eina fer passi hann, eitt persónligt mál eg havi sett mær sjálvari). Hann hevði kostað 549 kr og eg fekk hann fyri 245 kr.



Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde