12 februar 2013

Eg skuldi bara keypa kakao...

Brákeyp! Nakað lort ella ikki?

Føstalávintsmánakvøld, aftaná at eg hevði hjálpt til við tunnusláing fyri børn og meðan grýlurnar komu á gátt, avgjørdi eg at gera føstalávintsbollar og hesu fer skuldu teir vera vandbakkelsir :) Um ein ikki ger teir á hesu ársins tíð, nær so?

Eg hevði bakað bollarnir, gjørt kakukremi og var við at gera glasur, tá eg fann útav, at vit ikki áttu kakao. Huff also! Klokkan var næstan 22 og Inn stongdi um 15 min. So eg drønaði avstað.
Tá ið eg fari í Inn, royni eg at halda meg burtur frá prýðisdeildini (ella hvat ein kallar tað), tí at eg finni næstan altíð okkurt til heimi ;) Sum eitt býtt fór eg at hyggja :p Ístaðinfyri at brúka umleið 20 kr, brúkti eg yvir 500 kr!

Hetta keypti eg.




Serviettar fyri 19,95 kr


Hvítan bakka fyri 129,95 kr


Ljósastaka fyri 74,95 kr.


Svampar fyri 24,95 kr.



Seingja teppi fyri 299,95 kr.

Eg skuldi also bara keypa kakao...


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)

Hav ein góðan dag.
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar