Í ár havi eg gjørt eitt annað slag av føstalávintsbollum enn eg gjørdi í fjør. Kanka tú minnist mín blogg frá Damnarks túrinum í 2012, har systi og eg fingu føstalávintsbollar frá sysknabarninum. Teir smakkaðu super gott :) Eg havi spurt sysknabarni um uppskriftina og hon var so fitt at geva mær hana. Teir eita Chocolade fastalavnsboller :)
Sjálvandi fór sjokuláta omaná :)
Leygarkvøldi vóra vit á Grýluveitslu. Har var lekkurt matur, søla av lutaselum, tunnusláing, dansur og ársins grýla. Ársins grýla vann eitt gávukort uppá 2500 kr frá Atlantic Airways, og hendan vinning vildi eg gjarna vinna :)
Fyrr í vikuni avgjørdi eg, at eg vildi vera ein brotin dukka. Dukkuklæðir eru tíverri ikki nemm at finna, so eg fór at leita ígjøgnum míni klæðir og kom framá ein bláan summar kjóla sum eg keypti frá H&M í 2010. Eg helt, at hann kundi brúkast, men var ikki serliga áhugaverdur.
Eg hevði ein lítlan hjálpari :) Hann er soo fittur :*
So eg fór at leita víðari fyri at vita, um eg fann okkurt áhugavert at seyma á kjólan og eg fann blondir og silkiband :)
Tað var alt ov bert at vera í bara kjólanum, so eg hevði lánt ein hvíta t-shirt (nei, eg eigi onga hvíta t-shirt!)
Eg tímdi ikki at hava ber bein, so eg keypti eina hvítar blonduleggings í Miklagarði (fyri 99 kr!! Tað var enntá tilboð).
Silkibandi koyrdi eg um miðuna og um rotthalinum :)Hárið bleiv krúlla.
Á neglirnar smurdi eg ljósareytt neglalakk :p
Sjeikens segði við meg áðrenn vit fóru út: "Við hasum vinnur tú einki góða. Eg hevði vænta meir av tær". Rætt hevði hann, tí at eg vann ikki... Oh well, tað verður betri næsta ár :)
Eg gloymdi alt um at taka mynd av mær sjálvari :( Hetta er tann einasta eg tók :o
So tú mást bara gleðast við hesar heilt fáu myndirnar, sum eg tók :/ Ikki øll vildu vera við í blogginum :/
Hesin fitti maðurin hevði avgjørt, at hann skuldi ikki ílatast í ár, men broytti síðani meining hjá okkum. So eg fór í skápi at finna okkurt til hann. Har fann eg ein reyðan kjóla, stay-up neilonsokkar og ein gamlan bh :)
Vinnmaður hjá honum hevði eisini hug at lata seg í okkurt, so hann lánti eisini ein kjóla frá mær :p
Aftaná borðhaldi bleiv innrás heima hjá okkum og tað bilaði ikki petti. Eg var bara ikki fyrireika uppá tað. Tíbetur hevði sjeikens keypt chips og dipp fyrr um dagin :) Her gjørdu fólk seg kláran til grýludansin og ársins grýlu. Skeg at síggja, hvat fólk funnum uppá. Eg má siga, at fólk vóru kreativari enn eg hevði væntað :)
Eg eri kedd av, at eg ikki tók fleiri myndir :(
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hopi, at tú hevði ein góðan føstalávintsdag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar