29 september 2012

Fondantkøku nr.4

Hvør dámar ikki køkur? ;) Ikki øll, men flest fólk, vænti eg. Tað er nokk ikki umráðandi, at ein køka er pen, men tá ið hon er pen, er hon meir eyggjandi enn aðrar :) Mær dámar væl at gera penar køkur og tær skula eisini smakka væl :)

Fondantkøkur kunna blíva sera vækrar, men tað krevur tíð og tolsemi. Arbeiðstól er gott at hava! Tað havi eg ikki nógv av...

"Hvat er fondant?" Tað er tað ein prýður køkuna við. Nei, ikki marsipan.
"Hvat er í fondanti?" Tað er marshmellows (skumfidus), florsukur, vatn og liting, um tú ynskir ein serligan lit.

Tú hevur kanska sæð Cake Boss ella Planet Cake í sjónvarpinum. Tey duga ótrúliga væl! 
Eg havi nógva venjing fyri framman, áðrenn eg komi á teirra støði! Kanska er tað tí at fara ein túr á ebay ;)

Hetta var aðru fer eg brúkti fondanti, sum eg keypt og tað er als ikki nemt at arbeiða við. Har er heimagjørt fondant nemmari!
Tá ið vit vóru í Newcastla, keypt eg 5 smáir pakkar av fondant. Litirnir vóru blátt, reytt, grønt, ljósareytt og svart. Um eg minnist rætt, so kostaðu teir 18 kr stk. Tað helt eg vera øðiligta bíligt, minnist eg, men góðskan er nokk eisini hareftir...

Hesu fer var tað lítli fitti bollin, Seth, sum fylti 2 ár. Hann elskar køkur (faktist elskar hann mat :))

Eg havi tikið myndir av køkuni stig fyri stig, so tú kanst síggja, hvat skal til og her er ein leys frágreiðing.
Ætlanin var ikki at prýða køkuna soleiðis, men sum áður nevnt er hatta fondanti ikki nemt at arbeiða við. Eg eri enn nýggj til hetta, so vinarliga haldi mær til góðar :)

Fyrst bakar tú eina køku.
Ger eitt mousse ella okkurt krem at leggja í millum. (Tú avgerður sjálv, um tú vilt hava 1-2 sløg)
Sker køkuna í 2-3 stykkir (vandrætt), tá ið hon er kølna.
Ger smørkrem
Legg mousse´i/kremi ímillum.
Smyr smørkremi rundan um køkuna
og at enda prýð við fondantinum



Sitrónmousse. (smakkar akkurát sum sitrónformagen í pakkanum, sum ein keypur i handlum)


Eg valdi, at hava bara eitt slag ímillum hesa køku.


Smørkremi komi á...


So brúkti eg florsukur, fondant og eina rullu.


Fyri at festa stjørnurnar, koyrur tú vatn undir. Pensilin sum eg brúkti, var í so stórur. Tað bleiv ikki pent...

Fyri at goyma tað, drússaði eg florsukur yvir :)

Eg eri klár yvir, at tað stendur nr.4 í yvirskriftini, men tú bert finnur bloggir av 3 av køkinum. Tað er tí, at eg tók ikki mynd av mínari køku í mai mánaði, tíverri...

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Gott vikuskifti :)
@solmunde

26 september 2012

Keypt av netinum...

Ongantíð havi eg fylgt mótanum og tað fari eg nokk heldur ikki, men eitt kvøld í seinastu viku bleiv eg inspirera av heystlitum.
Eg fór síðani at surfa og tað endaði við, at eg keypti hesa tasku. Eg veit eg veit, einki við heyst at gera, men beigu kann ein brúka allar ársins tíðir :)
(komandi bloggur hevur við heystlit at gera)



Eg keypti hana á asos.com 18/9, hon kostaði 15 pund (tilboð), fekk hana inn gjøgnum hurðina í dag 26/9 og tað er ókeypis frakt :) Fantastiska! :)

Mær dámar hana væl, tí at hon hevur ein natúrligan lit, kostaði ikki nógv, "gull" ger at hon virkar fín í tí og er ikki óv stór! :)

Kanska tú klárar at gera kvetti! :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

23 september 2012

Perlurør

Nú er blivi eitt sindur myrkari og kaldari. Í seinastini havi eg havt hug til at binda okkurt. At síggja onnur binda, er motiverandi fyri meg. Eg eri ikki von við at binda og tá ið eg bindi, blaki eg ofta tað frá mær, tí at tað ikki gongur nóg skjótt ella tí at eg ikki dugi at rætta uppá okkurt.

Systi og eg fóru so í Tógvbúðina seinasta vikuskifti og hetta er garnið, ið eg keypt. Eg hevði avgjørt áðrenn, at eg vildi gera eitt rør. Eg sat av og á um kvøldanir og tað tók mær ein viku :) Eg bant perlubinding og tað hevði eg ikki roynt fyrr. Ikki tí at tað er ringt at binda...

Hetta er so úrslitið og eg eri glað fyri tað :)


Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav eina góða viku :)
@solmunde

05 september 2012

4 foundation royndir

Leingi havi eg (sum áður nevnt) leita eftir tú rætta foundation. Ikki timi eg at keypa okkurt, um tað kemur til tað niðurstøðu, at eg ikki kann brúka tað...
So yvir nakrar vikur havi eg roynt ymisk foundation fyri at royna at finna tað rætta foundation til mín.

Vanligvís vilja damur við turrari húð hava 1 foundation sum ger at húðin skínur, men tað vil eg ikki, tí at tá sært tú væl mínar turrheits rukkur :( So má eg brúka powder yvir. At leggja powder yvir foundation hevur tað bonus við at foundationi heldur longur.

Her eru tey 4 foundationi, sum eg havi roynt.



(mynd tikin av google)

Lancome Teint Miracle nr.010 dámar mær væl, liturin passar næstan perfekt og tað dekkar medium +. 
Fyrsta royndin var við powder og tað sá gott út. 
Onnur roynd var uttan powder. Húðin skein og tað er 1 minus í mínum føri, men var næstan ikki turr :)
Riggar best við vanligari foundationbust. 
Eg keypti mær hetta á flogvøllinum í summar, eftirsum tað er bíligar. 



(mynd tikin av google)


DIOR Forever Foundation dámdi mær væl og tað dekkar medium +. Tað lá ok og liturin var 1 sindur heitur, men eg kann væl brúka tað
Eftir fystu roynd, turkaðist húðin, men eg hevði roynt tað eina fer fyrr og tá var tað øðiliga gott, so eg gav ikki upp. Eg fekk hetta so í føðingargávu í ár og havi brúkt tað næstan hvønn dag. Nú havi eg roynt við øðrum bustum og tað riggar best við vanligari foundationbust.



(mynd tikin av google)


Origins Youthopia Foundation nr.02 light dámdi mær slett ikki. Tað lá ikki væl, liturin var 1 sindur off og tað luktar ikki væl. Húðin turkaðist av tí... Hevði ikki hug at royna aðrar bustir.
Eg legði eisini á E-borg og hon dámdi tað heldur ikki.


(mynd tikin av google)

Clinique Even Better Foundation nr.2 dámar mær eisini væl. Tað dekkar medium + og liturin passar væl :) men húðin skein og í nógvum føri er tað gott. Eftir at hava lagt powder á, er tað sum um at powder ikki verður liggjandi.
Hóast tað mátti eg keypa mær hetta í summar, men tað var at fáa í nr.3. So tað verður til summarbrúk...

Niðurstøðan er nokk tann, at Clinique Even Better Foundation er vinnarin í mínum føri! :) men av tí at tað er for myrkt nú, skiftist eg um at brúka Lancome og Dior :)
Ein skal hugsa um status á húðini, sum ger nógvan mun... Munur er eisini á, um ein brúkar powder yvir foundation, men ikki leggja á tað turra øki, tí at tað turkar uppaftur meir. 
Kanska eg skuldi skift powderi út við okkurt annað powder?
Bustirnar gera eisini mun!

Hvat heldur tú?

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

04 september 2012

Endurnýtsla 3

Aftaná stromin í novembur í fjør og at mamma fór, bleiv tað ruddað í húsinum hjá Babba. Eg bleiv spurd, um eg vildi hava gamla seymiborði hjá langommu. Tað vildi eg fegin :)

Sum tann sløva padda, sum eg kann vera av og á, gloymdi eg at taka mynd av borðinum áðrenn tað bleiv pussað og málað...
Tað er ikki nógv pussað, tí at eg vil ikki hava tað slættað og uttan merkir. Soleiðis fer karakterurin...
Enn mangli eg at seta nýtt handtak á, men tað havi eg ikki funnið enn. Eg finni tíverri ALDRIN tað, ið eg vil hava. Tað er tað lorta við at búgva í Føroyum!

Her eru so myndir av borðinum í dag. Eg eri sera glað fyri tað :)









Stólin bjargaði eg frá nýttársbálinum fyri nøkrum árum síðani :) Enn havi eg ikki avgjørt nakað við hann. Eg veit ikki, hvat eg skal gera við hann. Sjeikens heldur, at hann eisini skal gerast hvítur, men vit hava ein annan hvítan stól, sum omma og abbi áttu.

Veist tú nakað um hetta seymiborðið, vinarliga sig mær frá :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

03 september 2012

"Lost and found" 2

Seinasta vikuskifti ruddaðu og vaskaðu systi og eg nøkur skáp heima hjá babba. Í rokaninum fór eg í kjallin at leita eftir einum kassa ella kurv. Ikki fann eg tað, sum eg leitaði eftir, men kom á hesa fittu kaffikannu. Tó hon er skitin og rusta eitt sindur, tók eg hana, uttan at spyrja. 
Eg hopi, at tað er ok, Babba? Eg vænti, at eg veit svarið til handan spurningin ;)






Eg havi vaskað hana, men ikki funnið hennara pláss... Hon skal brúkast til prýði :) Fyrst hugsaði eg, at hon kundi standa úti, men eg eri ikki vís í tí...








Sig mær, hvar tú heldur, at hon skal standa :)

Alt hevur eina søgu og eg vil vita søguna um hesa kaffikannu :) Um tú kennur til hana, vinarliga fortel mær um hana :) 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde