Nú er blivi eitt sindur myrkari og kaldari. Í seinastini havi eg havt hug til at binda okkurt. At síggja onnur binda, er motiverandi fyri meg. Eg eri ikki von við at binda og tá ið eg bindi, blaki eg ofta tað frá mær, tí at tað ikki gongur nóg skjótt ella tí at eg ikki dugi at rætta uppá okkurt.
Systi og eg fóru so í Tógvbúðina seinasta vikuskifti og hetta er garnið, ið eg keypt. Eg hevði avgjørt áðrenn, at eg vildi gera eitt rør. Eg sat av og á um kvøldanir og tað tók mær ein viku :) Eg bant perlubinding og tað hevði eg ikki roynt fyrr. Ikki tí at tað er ringt at binda...
Hetta er so úrslitið og eg eri glað fyri tað :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav eina góða viku :)
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar