03 september 2012

"Lost and found" 2

Seinasta vikuskifti ruddaðu og vaskaðu systi og eg nøkur skáp heima hjá babba. Í rokaninum fór eg í kjallin at leita eftir einum kassa ella kurv. Ikki fann eg tað, sum eg leitaði eftir, men kom á hesa fittu kaffikannu. Tó hon er skitin og rusta eitt sindur, tók eg hana, uttan at spyrja. 
Eg hopi, at tað er ok, Babba? Eg vænti, at eg veit svarið til handan spurningin ;)






Eg havi vaskað hana, men ikki funnið hennara pláss... Hon skal brúkast til prýði :) Fyrst hugsaði eg, at hon kundi standa úti, men eg eri ikki vís í tí...








Sig mær, hvar tú heldur, at hon skal standa :)

Alt hevur eina søgu og eg vil vita søguna um hesa kaffikannu :) Um tú kennur til hana, vinarliga fortel mær um hana :) 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar