Aftaná stromin í novembur í fjør og at mamma fór, bleiv tað ruddað í húsinum hjá Babba. Eg bleiv spurd, um eg vildi hava gamla seymiborði hjá langommu. Tað vildi eg fegin :)
Sum tann sløva padda, sum eg kann vera av og á, gloymdi eg at taka mynd av borðinum áðrenn tað bleiv pussað og málað...
Tað er ikki nógv pussað, tí at eg vil ikki hava tað slættað og uttan merkir. Soleiðis fer karakterurin...
Enn mangli eg at seta nýtt handtak á, men tað havi eg ikki funnið enn. Eg finni tíverri ALDRIN tað, ið eg vil hava. Tað er tað lorta við at búgva í Føroyum!
Her eru so myndir av borðinum í dag. Eg eri sera glað fyri tað :)
Stólin bjargaði eg frá nýttársbálinum fyri nøkrum árum síðani :) Enn havi eg ikki avgjørt nakað við hann. Eg veit ikki, hvat eg skal gera við hann. Sjeikens heldur, at hann eisini skal gerast hvítur, men vit hava ein annan hvítan stól, sum omma og abbi áttu.
Veist tú nakað um hetta seymiborðið, vinarliga sig mær frá :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar