27 marts 2012

Gøta

Ongantíð áður havi eg sæð Gøtu frá hesum sjónarhorninum...
Hvat við tær?


Tikið sunnudagin 17.07.11 eftir G!

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

Páskaprýði

Í dag er týsdagur. Tað er grátt og vátt úti, men várið er áveg og páskaliljurnar fara at spírað skjótt. At síggja lív koma í aftur, allir teir vakru litirnir og tað góða veðrið. Hetta gleði eg meg til og tað gevur mær vón fyri framman... 



Sum barn minnist eg, at vit plagdu at pynta á Páskum. Ikki áttu vit nógv páskaprýði, men alt ger mun, ikki? Mamma setti hvørji Páskir greinar við eggum á borði í køkinum og tað dámi mær so væl. Eg ætli at taka hetta til mín og halda áfram við :) 
Sera fitt, hugnaligt og páskaligt :) Tað er nemt og bíligt.



Greinanir keypti eg í FK í Hoyvík í gjár fyri 24,95 kr og tað vóru 4 stk í.
Eggini havi eg keypt í Tiger í Dk fyri 10 kr. (16 stk í pk)
Vasan á ovaru myndi keypti eg á útsølu í The Pier, haldi eg.
Vasin á niðaru mynd fekk í føðingargávu frá Rannvu fyri nøkrum árum síðan. Hann var nokk keyptur í Skemmuni. 


Ætlanin hjá mær er at gera fleiri páskaprýðir. Eg havi nøkur hugskot :)
Seinni í vikuni fari eg yvir til Mostur og har fara vit at blása egg :) Tað havi eg ikki roynt fyrr. Vónandi minnist eg at taka myndatóli við.


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

15 marts 2012

St. Patricks Day MU

Leygardagin 17 mars er Saint Patricks Day. Tað er ein írskur heilidagur, sum heirar Patrick. Tað er sagt, at Patrick brúkti  eina plantu við tríkleyvarum til at greiða teynum heidnu frá um tað heilaðu tríeinigheitina. Harfrá kom liturin grønt, ið altíð verður settur í samband við St. Patricks Day.


Tín viðmerkingur er nokk: Vit hava ikki St. Patricks Day í Føroyum! Og mítt svar er so: Eg veit, eg veit, men tað er ein grund til at "bust out" mítt makeup og spæla við grønar litum :) Eg havi jú ikki gjørt nakað makeup look í 1 mánaða og eg havi longst eftir tí :p


Hetta er tað, sum eg spældi meg fram til :p


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde