Páskaprýði
Í dag er týsdagur. Tað er grátt og vátt úti, men várið er áveg og páskaliljurnar fara at spírað skjótt. At síggja lív koma í aftur, allir teir vakru litirnir og tað góða veðrið. Hetta gleði eg meg til og tað gevur mær vón fyri framman...
Sum barn minnist eg, at vit plagdu at pynta á Páskum. Ikki áttu vit nógv páskaprýði, men alt ger mun, ikki? Mamma setti hvørji Páskir greinar við eggum á borði í køkinum og tað dámi mær so væl. Eg ætli at taka hetta til mín og halda áfram við :)
Sera fitt, hugnaligt og páskaligt :) Tað er nemt og bíligt.
Greinanir keypti eg í FK í Hoyvík í gjár fyri 24,95 kr og tað vóru 4 stk í.
Eggini havi eg keypt í Tiger í Dk fyri 10 kr. (16 stk í pk)
Vasan á ovaru myndi keypti eg á útsølu í The Pier, haldi eg.
Vasin á niðaru mynd fekk í føðingargávu frá Rannvu fyri nøkrum árum síðan. Hann var nokk keyptur í Skemmuni.
Ætlanin hjá mær er at gera fleiri páskaprýðir. Eg havi nøkur hugskot :)
Seinni í vikuni fari eg yvir til Mostur og har fara vit at blása egg :) Tað havi eg ikki roynt fyrr. Vónandi minnist eg at taka myndatóli við.
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Vakrar stemningsmyndir, so kreativt :)
SvarSletTað er gott at halda traditiónirnar við líka, tað hevur nakað við samleika at gera, hvør man er.
Gleði meg til fleiri páskamyndir :)
Moss