08 august 2015

DIY wc-hyll

Mær dámar væl hvítt, men tað skal ikki alt verða hvítt. 

Eg tosi um veggir og rúm, og í hesum føri tosi eg um wc hjá okkum. 

Enn havi eg ikki funnið útav, hvat skal á veggirnir, men tað skal í hvussu so er ikki verða hvítt, eftirsum veggirnir eru hvítir.

Kumman hjá okkum hongur á vegginum og omaná var ein hvít hyll. Tað helt eg verða minni áhugavert, um ein kann siga so um eina hyll. 
Sjeikurin hevði lakkerað hana hvítari, men eg var enn ikki nøgd. 




So fyrradagin fekk eg hann at gera eina heilt nýggja hyll burtur úr viði, sum eg sjálv hevði valt frá Timburhandlinum. Eg valdi ein við, sum hevði feilir og av tí sama hevði eyðkenni.



Hendan litin skuldi tað ikki verða. Eg átti litin, sum hyllin skuldi vera. Hann hevði eg longu brúkt i arbeiðsrúminum hjá mær. 
Hyllin skuldi beisast. Eg vildi, at ein skuldi síggja viðin ígjøgnum beisuna.



This is more like it! :D Mær dámar væl stílin rustic og country. Natúrligir litir.





























Eg eri sera væl nøgd við hetta og eg havi hug at brúka hendan litin aftur á wc´inum.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde

29 juli 2015

Elegant, klassiskt og pent makeup

Her sært tú mín makeup look, sum eg gjørdi á Páskum. Tað er pent, classiskt og ein lítið sindur av pin up.

Eg veit, at eg eri nokk so seint við hesum, men eg haldi ikki, at tað bilar nakað, tí at hetta look er væl egna til øll høvi. Tú kanst bara broyta litirnir.

Tað skal sigast, at mín húð ikki hevur tað gott og tað er grundin til at eg ikki havi gjørt fleiri looks :(


Products I used:

Face:
MAC Select Moisturecover concealer in Nw20 .
Maybellin Dream Satin Liquid foundation in Ivory (i think) mixed with a oil.
NYX Taupe blush
Wet ´n´ Wild Blush in Pearlscent Pink
Makeup Store Wonder Powder in Sinai

Eyebrows:
Makeup Store Tri Brow Color (the lightest shade)
Dr. Melumad Unique Active Eyebrow Fix

Eyes:
MAC Painterly Paint Pot
MAC Vanilla e/s
MAC Wedge e/s
MAC Omega e/s
Makeup Store Eyedust in Crystal
Makeup Store Tri Brow Color (black)
Makeup Store Darkest shadow kohl
Makeup Store Glitter liner in ??
Wet ´n´ Wild e/s trio
Lancome Hypnose mascara

Lips:
NYX Lip liner in Natural
MAC Hue lipstick

Tónleikur av Brynjolfi - I Love You

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.

@solmunde

28 januar 2015

Mandlumjólk

Fyri einum ári síðani visti eg ikki, hvat mandlumjólk var. Takkað verið vinkonuni hjá mær, Guðrun, veit eg hvat mandlumjólk er. 
Eg brúki hana til havragrýn, greyt, smoothies, dessertir og heimagjørdan ís.
Mær dámar ógvuliga væl smakkin á tí, ein kann keypa í handlinum, men tann mandlumjólkin er so dýr! Ein pakki kostar 26,95 kr (í FK) og 29,95 kr (í Bónus). Eg brúki 1 pakka um vikuna og tað verður til 107,88 - 119,80 kr um mánaðin.

Ein annar møguleiki er at gera mjólkina sjálvur. Hvussu hugsar tú? Mandlumjólk er gjørt av mandlum og hon er sera nemm og skjót at gera! Tað einasta sum tekur tíð, eru mandlurnar, tí at tær skulu liggja á blot yvir nátt. 
So er spurningurin: er tað bíligar at gera mandlumjólk? 
Allarhelst ikki, tí at mandlur eru ikki bíligar. Eg keypi tær, tá tær eru á tilboð og tá fær ein tær ofta 2 pakkar nógv bíligari. 


Tær einastu rávørunar, sum tú skalt brúka, eru:

  • 100 g mandlur
  • 300 - 400 ml køldum vatni


Harafturat skal tú brúka: 

  • blendara
  • viskustykki til at síla við 
  • djúpt ílat

Tá ið mandlurnar hava ligið yvir nátt, koyrur tú tær í ein blendara saman við vatninum og blendar til mandlunar eru heilt fínt blendaðar. Um tú vilt, so kanst tú koyra eitt sindur av vanilju ella Stevia í. Legg viskustykki eitt sindur niður í ílatið og síla síðani. At enda kanst tú spakuliga pressa mjólkina úr viskustykkinum og tá tú er liðug at pressa, hevur tú bæði mandlumjólk og mandlumjøl. Tað eru nógvar uppskriftir uppá køkur og dessertir, sum hava mandulmjøl í. 

Mær dámar væl at gera eina roynd og at gera ymiskt frá botninum, tí gjørdi eg hesa mandlumjólkina. Hon smakkar av mandlum, men er ikki líka søt, sum tann ein keypur í handlum. Tí koyrdi eg eitt sindur av Stevia í. Stevia er eitt natúrligt søtingarevni.








Fløskuna keypti eg fyri nøkrum árum síðani frá Vøruhúsinum á Hjálla fyri uml. 9,95-19,95 kr.



Hetta er ein vanligur morgunmatur hjá mær. Havragrýn við hunangi, bláber ella peru og okkurt slag av mjólk. Í hesum føri er tað heimagjørd mandlumjólk.  

Inspiratión: carrotstick.dk/hjemmelavet-mandelmaelk/

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde