30 december 2013

Hugskot til nýggjars makeup og hár (2013)

So er nýggjárið her og tá er grund til at gera seg ordiliga til.

Av tí at eg havi havt so nógv at gjørt, fái eg ikki avgjørt, hvat og hvussu. 

Tá eg hugsi um nýggjárið, hugsi eg ofta um litirnir silvur, glimmur og svart. Í mínum huga er jól heitar litir og nýggjárið kaldar litir.

So eg tók tað lítla úrvalið, sum eg hevði uppi á mær og setti meg at spæla. Hetta er tað, sum eg endaði við. 






Tíverri hevði eg ikki falskar vippur. Tað hevði verið hóskandi í hesum føri.

Av tí at makeupi er kalt, vildi eg hava rocker chick hár við eitt sindur av glam, glam being the curls.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

10 december 2013

Hugskot til jólanegl


Íblástur er nakað fantastiskt! :)

Eg eri nógv á Instagram og har fái eg íblástur til tíðir. Tað kann verða viðvíkjandi ymskum og tað dámar mær væl.

Sum áður sagt, havi eg ikki serliga gott tol....
Líka miki tað, eg má verða vorin 1 sindur tolnari, eftirsum eg havi lakera mínar negl oftari fyri tíðina ella er tað bara tí at vit eru í jólamánaðinum. 
Í morgun fekk eg íblástur frá Julie G. Hon hevur sítt egna neglalakksmerki, sum eitur Julie G. Julie sjálv er at finna allastaðni, um tú ynskir at síggja hennar myndir ella tutorial (vegleiðandi filmklipp).

Eg eigi ikki nógv neglalakk, so eg mátti arbeiða við tí, sum eg hevði. Eg vildi brúka vetrarlitir og í míni "stóru" samling fann eg ein grønan lit. Hann minnur meg um jólatræ. 

Frá "eskpertum" havi eg fingið at vitað, at ein base skal undir fyri at verja neglirnar frá neglakkinum, so eg byrjaði við Xtreme Wear Nail color varnish í litinum 83 First Blush (fitt navn). 


Síðani legði 1 sindur tjúkt lag av grønum á. Hetta er frá Wet 'n' Wild.


Eg tími ikki, at alt skal vera líka, so eg smurdi 1 tjúkt lag av klárum neglalakki við glimmur í á ringfingurin. 


Hetta er eisini frá Wet 'n' Wild.



Fyri at gera tað 1 sindur jólaligari, valdi eg at mála kavaflykrur á hinar neglirnar.
Her er so endaliga úrsliti! :) Sjálvt um tað ikki er serliga pent, eri eg glað fyri. " practise makes perfect! " ;)


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan desembur mánaða.
@solmunde

05 december 2013

Hvat er í postkassanum nr.4

Nú eri eg aftur við einum "Hvat er í postkassanum" bloggi. Hesin bloggur er 1 sindur forsinkaður, men betri seint enn ongantíð ;)

Eg minnist ikki, hvat pakkin kostaðu, men sum sagt mangan áður, keypi eg bert undir 300 kr. 

Hesu fer kom ein harður pakki.  


Tað fyrsta var ein clutch. Hvat er ein clutch? Ein kann siga, at tað er ein stórur pungur. 
Hendan clutch, helt eg, verða passaliga til eitt jólaborðhald. Eg skal til jólaborðhald í vikuskiftinum og ætli mær at brúka hana tá. Eg eri spent uppá dagin :)


Hon er av merkinum River Island og er keypt à asos.com. Hon er hørð, prýdd við perlum á báðum síðum og hevur eina silvur ketu, sum kann takast av. Sum tú sært, er hon ikki serliga stór, men tað er ikki neyðugt. Eg skal bara hava pláss til Visa-kortið, pengar, varrastiftina, lipgloss og lykilin. Hon kann sjálvandi eisini brúkast til annað, sum t.d. ein túr í býin. 

Tað næsta sum var í pakkanum var ein stór hálskeda, eitt "statement piece", sum tað verður kalla. Tað merkir, at hálskedan er tann, sum er í fokus.


Sum tú sært, fyllur hon eitt sindur. Hon hevur fleiri ketur, ein kross, píkar og eina stóra ørn. Eg brúki hana saman við einari einslittari blus, av tí at hálsketan fyllur so nógv av sær sjálvum.

Niðurstøðan: eg eri glað fyri hesi bæði og fari at brúka tey nógv. Eg havi longur brúkt hálsketuna nakrar ferir.

Takk fyri, at tú læs mítt blogg.
Hav ein góðan desembur :)
@solmunde