Viser opslag med etiketten online-shopping. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten online-shopping. Vis alle opslag

05 maj 2014

Hvat var í postkassanum nr. 5, 6 og 7.

Nú er ein tíð farin, síðan eg havi gjørt 1 tílíkt innlegg. Tað merkir ikki, at eg ikki havi keyp nakað ;) 

Eftirsum eg havi fingið 3 pakkar, leggi eg allir saman. Eg minnist tíverri ikki í hvørja rekkjufylgi teir komu í, men sama ger.

Hesin niðurdeilurin er av slagnum Asos og eg keypti hann í std. 12 (40). Eg dámar hann, men eg hevði vilja, at hann var í einum øðrum liti, tí at grátt er ikki mín litur. Kanska eg liti hann.





Hesin toppurin er av slagnum New Look. Hann er std. 12 (40), men hann er petit. Hann er 1 sindur stuttur, men eg brúki hann allíkavæl. Mær dámar hann væl. 


Hesin kjólin er eisini av slagnum Asos og hann er eisini std. 12. Hann hevur 1 sindur niðurringaðan háls og so er tað útskori um akslarnir.
Eg havi tað 1 ringt við at brúka hann, tí at eg eri ikki von við at vísa so nógv av mínum beinum, men eg fari at vera raskari við at brúka leggings ella nylonsokkar saman við. Hann hevur ongan form, so eg komi nokk til at brúka 1 belti við honum.


Hesar deiligu ballerina skógvarnir eru eisini av slagnum New Look og teir eru í std. 5 (38). Teir kundu verið 1/2 nr minni. Mær dámar so væl blondirnar, tí at tær gera skógvarnir femininir og romantiskir.





Alt sum tú sást her, var keypt frá asos.com. 

Eg ætli at vísa tær í einum øðrum innleggi, hvussu eg style klæðini. 


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Asos senda ókeypis ;)

@solmunde

05 december 2013

Hvat er í postkassanum nr.4

Nú eri eg aftur við einum "Hvat er í postkassanum" bloggi. Hesin bloggur er 1 sindur forsinkaður, men betri seint enn ongantíð ;)

Eg minnist ikki, hvat pakkin kostaðu, men sum sagt mangan áður, keypi eg bert undir 300 kr. 

Hesu fer kom ein harður pakki.  


Tað fyrsta var ein clutch. Hvat er ein clutch? Ein kann siga, at tað er ein stórur pungur. 
Hendan clutch, helt eg, verða passaliga til eitt jólaborðhald. Eg skal til jólaborðhald í vikuskiftinum og ætli mær at brúka hana tá. Eg eri spent uppá dagin :)


Hon er av merkinum River Island og er keypt à asos.com. Hon er hørð, prýdd við perlum á báðum síðum og hevur eina silvur ketu, sum kann takast av. Sum tú sært, er hon ikki serliga stór, men tað er ikki neyðugt. Eg skal bara hava pláss til Visa-kortið, pengar, varrastiftina, lipgloss og lykilin. Hon kann sjálvandi eisini brúkast til annað, sum t.d. ein túr í býin. 

Tað næsta sum var í pakkanum var ein stór hálskeda, eitt "statement piece", sum tað verður kalla. Tað merkir, at hálskedan er tann, sum er í fokus.


Sum tú sært, fyllur hon eitt sindur. Hon hevur fleiri ketur, ein kross, píkar og eina stóra ørn. Eg brúki hana saman við einari einslittari blus, av tí at hálsketan fyllur so nógv av sær sjálvum.

Niðurstøðan: eg eri glað fyri hesi bæði og fari at brúka tey nógv. Eg havi longur brúkt hálsketuna nakrar ferir.

Takk fyri, at tú læs mítt blogg.
Hav ein góðan desembur :)
@solmunde

08 oktober 2013

Hvat er í postkassanum (nr.2)

So eri eg aftur við "Hvat er í posskassanum". Tað merkir so, at eg aftur havi keypt online...

Í pakkanum hesu fer var ein svartur tubetop. Hann ætli eg bara at brúka innan fyri. Summartíðir er onkur blusa ella toppur so niðurringaður ella eru armholini so djúp, tá er gott at hava ein slíkan :) 
Eg ætli at brúka hann innan fyri mína DIY Regatta t-shirt. Eg eri í fer við at gera ein blogg um hana.


Aftur hesu fer havi eg keypt 1 par av skóm. Hóast summari er av, havi eg keypt ballerina skógvar. Grundin til tað, er at teir eru ein neutralan lit og teir fara nokk ikki av móta. Teir eru av slaginum New Look, eru velour og hava eina vækra kedu við prýði hangandi úr keduni.








Eg eri ordiliga glað fyri teir og eg gleði meg til at brúka teir í næsta ár :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde