Viser opslag med etiketten 2014. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten 2014. Vis alle opslag

04 oktober 2014

Damusnapsur v/tranuberjum

Er tú ikki til teir reinu beisku snapsarnir, so er hetta nokk ein snapsur fyri teg. 
Endiliga ein snapsur, sum smakkar. Ger hann í góðari tíð fyri, at hann skal blíva søtur og liðugur til tíðina :)

Grundin til at eg kalla hendan snapsin fyri ein damusnaps, er tí at hann er søtur. Mannfólk kunnu sjálvandi eisini drekka hann. 



Hetta er uppskriftin, sum eg kom fram á í blaðinum Isabella:

1 kg tranuberjum
saft og skal av 1 øko appelsin
4 dl vodka
4 dl sukur
1 stong kanel

Sker berðini og appelsinina, við skalinum á, í smærri stykkir. Koyr tað í eina stóra krukku saman við øllum hinum. Ryst javnliga og lat tað trekkja í umleið 1 mánaða. Skal standa kalt og myrkt. Sýla áðrenn tað verður stoytt í ein fløsku og borðreið síðani.



Eg broytt eitt sindur upp á uppskriftina. Eg koyrdi bara 200 gr av turkaðum tranuberjum í og eina stóra kanelstong. Vodka er ikki bíligt, tí brúkti eg Drakkar.

Hesin snapsur er góður til øll jólaborðhaldini, sum eru á veg. Av tí at snapsurin skal standa so leingi, er tað gott at byrja nú.

Um tú ikki ynskur, at hann at vera jólaligan ella hevur hug at gera hann aðra tíð av árinum, droppa so appelsin og kanel.

Vit á (táverandi) arbeiðsplássinum fingu gleði av honum til seinasta jólaborðhaldinum :)


Tranuberju fáast til keyps í FK og Bónus (Earth Control, 2 pk upp á tilboð). Drakkar kostar 199 kr í Rúsuni. 


Eg havi sett snapsin inn í køliskápi, har tað er kalt og myrkt. So nú er einki annað hjá mær at gera enn at verða tolin og at rysta tað dagliga.


Tað er skjótt og nemt. Skál og væl gagnist :D 

Takk fyri, at tú læs mín blogg.

Hav ein góðan dag :)

@solmunde

02 oktober 2014

Heimgjørt mintte

Tað, sum einki hevur at týða fyri ein, kann hava nógv at týða fyri ein annan...

Ein dagin fór eg til svágin og tey at lána okkurt og kom út aftur við eini gávu frá dóttur teirra. Hon hevði verið ein túr við flokkinum og tey vóru komin fram á eina mintplantu. Hon hevði tikið eitt sindur við heim, men tey høvdu ikki brúk fyri tí, so eg fekk eitt tyssi av mint.


Eg tók tað við gleði heim við tí eg drekki mint í mínum te næstan hvønn dag. 


Tankin um at planta mint og at hava mína egnu mintplantu gjørdi meg so spenta og glaða. Tíverri var tað ov langt síðan, at tað var tikið upp. Bløðini følnaðu heilt skjótt og tyssið endaði við at liggja á einum borði.


Ein dag í summar var eg hjá beiggja mínum og damuni. Tá eg kom inn, gjørdi hon klárt til at turka mintbløðini, sum hon var komin fram á í tí bygdini, har tey búgva. 




Seint í gjárkvøldi tímdi eg ikki at síggja uppá hesi følnaðu bløðini longur, so eg ringdi til svigerinduna og spurdi um ráð. 



Eftir at hava tosað við hana, fór eg í gongd við at petta bløðini sundur. Rúmið fyltist við sterkum mintlukti og eg gjørdist glað, tí at tann luktin dámar mær væl.







Tað var sera nemt, tí at bløðini vóru hørð og tað var bert neyðugt við einum klemmi.




Eg fann eina lítla Beauvais leverpostei krukku og koyrdi mintteið í hana.  




Eg var "noydd" at royna teið, eftirsum eg sjálv hevði gjørt tað. Eg væntaði at var sterkt, so eg koyrdi ikki nógv í. Eg má siga, at eg skuldi havt koyrt meira í, men tað smakkaði væl.
Í seinastuni havi eg gjørt tað til ein vana at fáa mær te, áðrenn eg fari í song. Eg havi lisið, at mint ger ein róligan og tað er gott fyri sodningina.


Vanliga drekki eg eina blanding av minti og lakresrøtum. Tað er tað besta teið eg nakrantíð havi roynt. Vanligt ella annað te koma ikki upp um knøini á hesum. Hetta er bara mín meining :) 




The Pier á Hálsi selur mint og lakresrøtur (helar og í stykkum) (14,95 kr stk). Tú fært tað eisini í Matas fyri 30 kr stk.  




Í morgun sat eg her við tenum og skrivaði hendan bloggin, meðan stormurin brast á uttanfyri. Góðan Morgun Føroyar var frá í bakgrundini og eg hoyrdi, at tey tosaðu um Gekkin, sum verður í annaðkvøld. Eg kundi ikki lata vera við at lurta. Allir spurningarnir, sum vóru settir, sum t.d. um børn hava loyvi at spæla og um tey vinna, hvør fær vinningin, og um tað kundi vera longur ímillum tølini, tí at fólk hava nógvar Gekkar, vegna tað stóru upphæddina (1.2 mill). Tann spurningurin, sum fangaði mín áhuga, var, kann tann, sum hevur fulla plátu vera dulnevndur. Svarið var nei, tí tey máttu vita, hvør vinnarin var. Eg hugsaði bara: "Døøøh!! Sjálvandi skullu tey vita, hvør vinnarin er, men kundi persónurin ikki verið duldur á skíggjanum?!" Tí sendi eg ein spurning inn. Tað bleiv tann seinasti spurningurin um Gekkin og eg helt tað verða skeg at hoyra hann, sjálvt um hann var settur øðvísi enn hann var spurdur :) Eg spurdi: "Kann ein ikki siga navnið fyri teknikkarinum ella tí, ið svarar, og ikki fyri opnum skermi?" Eg var so ovfarin av, at spurningurin var komin við, at eg gloymdi at lurta eftir svarinum! 

Hetta hevði einki við mintte at gera, men bert eitt innskot um, hvat fer fram um ta tíðina hesin bloggurin bleiv skrivaður ;)
Annars mátti eg út í oysandi regni fyri at taka bonkin inn í bilhúsið, so hann ikki fór á flog og tá eg kom inn aftur, hevði Bibbur skitið á telduskermin! 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 

Hav ein góðan 1 oktobur. 

@solmunde

09 august 2014

Lana Del Rey inspirera makeup

Tær løturnar inn ímillum...

Ein dagin eg hevði fríð, setti eg meg niður at hyggja at youtube, meðan eg át. Eg kom á 1 look hjá Petra, sum er ein youtube makeup guru. Hetta lookið, sum hon gjørdi, var 1 grunge look, sum hon bleiv inspirera av Lana Del Rey. Tað var út filmlagnum West Coast. 
Mær dámdi so væl úrsliti hjá henni, eg hevði hug at royna meg.

Tað fer ongantíð at blíva akkurát líka sum hjá Petru, tí at hon er makeupartisk og tað eri eg ikki. Heldur Lana Del Rey, tí at vit hava ikki somu eygu.

Her er so mín roynd. Tú sært tað stig fyri stig og lista yvir, hvat eg brúkti longur niðri.

Eg byrji við foundation og einum ljósum concealer undir eygunum.




Síðani legði eg tann ljósa og brúnu eygnaskugganir á "in the crease"




og undir eygunum smurdi eg eina svarta kohlstift og legði svartan eygnaskugga útyvir. Bibbur vildi við á myndina ;)




Ein svartan linara.




og at enda nógv av maskara og eitt sindur av bronzara á andliti, oyraringar í, í klæðir og seta hárið eitt sindur. 
Hetta er so mítt grunge look. Eg turkaði eitt sindur av tí svarta undir eygunum av, tí at eg klæði ikki, tá ið tað kemur ov langt niður.





Petra legði falsar vippur á, men eftirsum eg ikki fór nakrastaðni tann dagin, tími eg ikki at leggja tær á.

Andliti:
Dior Forever foundation (020)
M.A.C Mineralize skinfinish natural powder (í medium)
Elizabeth Arden Bronzing powder duo


Eyguni:
3 litir frá einum palette, sum eg keypti á ebay. Tað hevur einki navn.
M.A.C Wedge e/s
L´oreal liner Super Liner Perfect Slim
Lancome Hypnose Drama maskara
Wet'n'Wild Iconkohl black

Varranir:
Feittstift

Linki til looki hjá petru: 
https://www.youtube.com/watch?v=E7usPc0TEzQ

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde

03 august 2014

Lætt og bíligt (Risitto)

Tað er gott at fara út sínum "comfert zone"

Eg var einsamøll heima eitt kvøldi, sjúk og eg hevði ikki ordiliga hug at gera nakað burturúr og eg var svong. Kl var 22.30 og til handils tímdi eg heldur ikki. Eg fór at hyggja í frystiboksina og har fann eg hot wing. Tað dámar mæe væl, men eg tímdi ikki at eta bara tað. So at leita í skuffuni og har fann eg Risotto, sum eg hevði keypt fyri einari tíð síðan. 
Eg hevði blandaðar kenslur, tá eg keypti tað, tí at eg hevði ikki gjørt tað fyrr og hevði hoyrt, at tað ikki var so nemt at gera. Eg avgjørdi so at gera tað allíkavæl, eftirsum eg var einsamøll heima og um tað smakkaði øðiligt, so gekk tað bara útyvir meg.
Inn í ovnin við hot wings, nemt nokk. Uppskriftin og vegleiðingin stóð á pakkanum, men eg átti ikki alt, sum stóð á t.d. soppar. Gott er, hugsaði eg. Eg brúkti tað eg átti inni. Eg koyrdi squash, gularøtur og høsnarungabitar frá deginum fyri í. Víni átti eg :p

 Eg eri ikki vís í tí, men eg haldi, at eg keypti tað í Bónus og prísurin hevur verið umleið 19,95kr.


Hetta fari eg at gera aftur. Um hini ikki dáma tað, screw them ;)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)

@solmunde

14 juli 2014

Neutral makeup til pisuball

Herfyri skuldi eg á pisuball og tað var ein møguleiki at leggja makeup á :)

Eg gloymdi tíverri at taka myndir, men eg tók tað uppá film.

Alt sum eg brúkti stendur í filminum.







Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 

Hav ein góðan dag. 

@solmunde

06 juli 2014

Í SMS ein dagin...

Tá ein ongan penging eigur, finnur ein altíð okkurt at keypa... Tá skal ein ikki fara í handlar ;)

Ein vinkona og eg fóru ein túr í SMS aftaná at hava verið á Carello og eti. Ætlanin var ikki at shoppa, men vit fóru inn í Vero Moda at hyggja fyri at fáa íblástur.

Eg eri so glað fyri tað skríggjandi litirnir, sum eru frammi nú og tað einasta skríggjandi eg eigi, eru mínir Nike Air skógvar og mín neongula tasku við einum deydningahøvdi av glimmur á. Linki til myndinar av taskuni og skónum eru longur niðri.

Eg fann hesir toppanir.



Hesin 1 sindur skríggjandi ljósareyði toppurin er frá Vila. Hann er 1 lekkurt ullintum stoff. Hann er í std L og hann kostaði 199 kr.


Hesin hvíti toppurin er frá Vero Moda. Hann er fínur og femininur. Hann er í std M og hann kostaði 259 kr.

Linki: 
Skógvarnir http://instagram.com/p/mX7sq2iDzh/
Taskan http://instagram.com/p/czP1uoCDxf/

Eg fari at vísa tær í einum øðrum innleggi, hvat eg seti teir saman við.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.

@solmunde

12 juni 2014

Neutral makeup við bláum

Eg elski fríggjadagar!

Tá ið er fríggjadagur havi eg hug til at gera meg til. Hendan dagin vil eg brúka onkran lit eisini, so eg valdi blátt.
Ert tú bangin fyri at brúka lit, so er tað eitt gott hugskot at leggja tann litin undir eygunum, sum tú fert at síggja her.







Hesu fer gjørdi eg ikki stig fyri stig, so tú mást bera yvir við mær.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

05 juni 2014

Hvussu eg styli nr. 1 (kjólan)

Eins egni stýlur er tann besti stýlur, ikki so?

Herfyri vísti eg tær kjólan, sum eg keypti frá asos.com og eg visti ikki heilt, hvat eg skuldi seta hann saman við, men eg havi roynt meg.

Hetta er tað sum eg kom fram á.



Kjólin er 1 sindur funky í sær sjálvum, men hetta er 1 meir avslappa set til tá veðrið er gott. Fyri at fáa 1 sindur av liti í looki, havi eg grønt belti og taska og so mínar skríggjandi gulu Nkie Air.



Hetta var eg í, tá ið vit vóru í Marmaris. Ein sær ikki detaljunar á akslunum, men tað bilar ikki. Eg helt, at tað riggaði betur uttan belti í hesum føri. Eg hevði eitt pari av ljósum wedges á (sum eg keypti í Turkalandi í fjør). Teir vóru bíligar, men góðir at ganga í. Jakkin er gamal. Eg minnist ikki, hvar eg keypti hann, men tað var í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.

Ein annar møguleiki hevði verið at havt ein cardigan og eina svartar wedgeboots. Hetta kann ein brúka hvønn dag, um ein er djarvur ;)



Ella ein leðurjakka og eina litríka tasku. 




Ella ein cowboyjakka ella cowboywest og eitt par converse fyri 1 avslappa look.




Fyri 1 fínt look, far í ein blazer, kanska 1 leopard-, gull- ella silvurbelti, eina høgir stilettir og eina pena clutch. Í hesum føri valdi eg at vísa tær wedges og ballerinaskógvar og uttan belti.




Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

28 maj 2014

Longsti gongutúrur í ár (2014)

Systur mín og eg vóru ein langan gongutúr í novembur í 2012. Tað var úr Trongisvági til Hovs. Eg var 1 sindur irritera uppá hana, tí at hon orkaði ikki so væl, men vit kláraðu tað uppá 2 tímar.

Hesu fer fór eg sjálv og eg vildi klári túrin innan 2 tímar. So farturin fór upp, eg var í nýggjum treningsskóm, væl ílatin, tónleik í oyrinum (høgt tempo) og veðrið var gott, men kalt.

Her eru nakrar fáar myndir frá túrinum.



Næstan akkurát komin inn í tunnilin. 



Har var endin! Tað var kalt og tað tók sína tíð... 




Sum tú sært á myndini niðriundir, kláraði eg tað væl undir 2 tímar og eg eri bara stolt av mær sjálvari. 


Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Eg hopi, at eg kláraði at geva tær íblástur til slíkan túr ;) Hav ein góðan gongutúr :)

@solmunde





14 maj 2014

Langafríggjadags makeup

Eg veit, at Páskini eru farin aftur um bak og at vit eru komin í mai mánaða, men eg helt, at eg skuldi vísa tær mítt makeup frá Langafríggjadegi.
Á tílíkum døgum og á serligum døgum dámar mær væl at "go all in" við mínum makeup. Tað kann eg ikki hvønn dag uttan eftirfylgir...

Eg vildi ikki, at tað skuldi verða hvønndagsligt makeup, eftirsum tað vóru Páskir og ein skuldi leggja tað til merkis. Eg valdi ein lit (Satin Taupe), sum eg ikki hevði brúkt í langa tíð og mær dámar hann ordiliga væl.

Eisini havi eg skriva hvørja vøru eg havi brúkt.





Á andlitinum:
M.A.C Prep + Prime
M.A.C Select moisturecover concealer (í NW20) 
M.A.C Mineralize foundation (compack í NC20)
NYX HD Photogenic concealer (í CW01 Porcelaine) 
M.A.C Mineralize skinfinish natural powder (í medium)
Elizabeth Arden Bronzing powder duo
Wet 'n' wild blush í Pearlscent Pink
Makeup Store Wonder Powder í Sinai 001 (highlighter)

Á eygnabrýrnum:
The Body Shop Eye Definer Shade Rich Brown (pencil) 
Unique Active eyebrow fix

Á eygunum:
M.A.C Painterly Paint Pot (primer)
M.A.C Satin Taupe e/s
M.A.C Omega e/s
M.A.C Vanilla e/s
Wet 'n' wild Coloricon svørt kohl
Lancome Hypnose maskara

At enda sproytaði eg 1 sindur av Mac Fix + á. Tað setur makeupi.

Øll Mac vøran er keypt á flogvøllinum í Kastrup.

Her sært tú akkurát, hvussu eg gjørdi.



Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hopi, at tú dámdi hann og hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at spyrja:)
Hav ein góðan dag:)

@solmunde

11 maj 2014

Holi í Hellinum

Fyri Páskir vóru vit á Suðuroy og vit vildu fara útferðir. Eg kom so við hugskotinum um at fara út í Holið í Hellinum í Froðba. 
Sjálv hevði eg ikki verið heilt inni í holinum, men hevði sæð myndir frá tí sysknabarni hjá mær hevði verið. So hugsaði eg, at um hon kundi, kundi eg eisini :)
Tað er nokk avbjóðandi fyri summi, tí at har eru stórur steinar, ein má klatra, tað kann vera hált og tað krevur balansu.












Har er ótrúliga flott og mær dámar væl at ganga har.
Hevði eg ikki havt vant so nógv, hevði tað verið strævnari fyri meg. Tað skal eg viðganga. 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Vónandi gevur hetta tær íblástur til at fara í Holið :)

@solmunde

07 maj 2014

Dramatisk "í býin makeup"

Tað er gott at keða seg av og á...


Fyri nøkrum árum síðani keypti eg ein eygnaskugga frá Makeup Store. Mær dámar væl litin, men eygnaskuggin "creased on me". Tað vil siga, at eygnaskuggin fer av og samlast á eygnalokinum og tað dámar mær ikki.
Anyway, eg helt, at eg skuldi royna hann eina fer enn og hesu fer leggja ein annað lit á áðrenn.

Ein dagin tá eg var sjúk, keddi eg meg so nógv, at eg fór at sminka mær. Tað var langt síðan at eg hevði gjørt nakað dramatiskt og okkurt, sum ein kann brúka til t.d. ein túr í býin. 
So eg fór inn í kamari, í mítt sminkukuffert, fann tað framm, sum eg skuldi brúka og fór so í gongd.

Eg havi gjørt eina myndarøð, so tú kanst fylgja við, hvat eg geri. Listin yvir, hvat eg brúkti er longur niðri.

Tað fyrsta eg geri, er at busta deyða húð av, vaska andlitið og smyrja húðina væl við olju og kremi.




Fyrst smyrji eg primari á. Hetta ger at foundation fer lætt á og at tað sær slættari út. Síðani smyrji ein peach concealara undir eyguni fyri at goyma tað myrka, sum ofta kemur av verða troyttur ella stressaður. Eftir tað leggi eg foundation á og ein ljósari concealer enn foundation, á undir eyguni fyri at gera tað ljósari har. Eingin vil síggja myrkur út undir eygunum!






Fyri at foundationi skal verða verandi á so leingi sum møguligt, leggi eg powder omaná foundationi og concealer. 



So er tíð til at gera skuggar við at bronza. Hetta ger at tú sært klænri út, um tú gert tað rætt.




Fyri at fáa eitt sindur av farvu á kjálkarnar, legði eg blush á. Ein sær so sunnur út við blush á, tó ikki, um ein koyrur óv nógv á.



Fyri at fáa eitt sindur av shine og glow, leggi eg highlighter á hægsta punkt á kjálkunum, eftir nøsini og á mítt "cupids bow", beint yvir varrunum.




So fari eg í gongd við mínar eygnabrýr. Eg greiði tær, fylli tær við eygnaskugganum fyri ikki at hava glopp og set tað við einum eyebrow fix. 
Her hevði eg bara gjørt eina eygnabrýr fyri at vísa mun. Tað sæst tíverri ikki væl.



Tá eg geri eyguni, leggi eg altíð ein primer á eygnaloki, so eygnaskuggarnir ikki "crease" og so omaná við eygnaskugginum. Fyrst ein ljósari lit. Tú sært beinvegin at eyguni fáa djúpd.

Hetta er faktiskt sami litur, sum eg legði á eygnabrýrnar. Ein litur sum eg brúk nógv.  




Eg leggi ein ljósan lit undir eygnabrýrnum, sum ikki hevur serliga nógv shine í, tí tann myrki eygnaskuggin ger so nógv um seg. Áðrenn eg legði tann myrka litin á, smurdi eg svarta kohlstift á niðri við vippurnar og gnýggjaði hana út og so á við tí myrka litinum, sum er ein olivenbrúnur litur við gull í. Øgiliga flottur litur. Leggur tú svart undir, blívur liturin, sum verður lagdur útyvir, meir intensur.



Eg veit, at tað ikki sær gott út, men tað blívur tað beinanvegin betur, tá kohlstift kemur á. Eg smurdi eitt sindur tunt lag á og smurdi hana út við bustini fyri ikki at hava eina skarpa linju, men eina bleyta.



At enda smurdi eg maskara á og setti eitt par av følskum vippum á. Tað gjørdi eg, tí at tá ein hevur so myrkar eygnaskuggar á, sær ein oftast ikki vippurnar. So misti eg eitt sindur av dagsljósinum, men tað ger kanska ikki so nógv, tá ein hugsar um, at hetta er eitt look til náttarlívi ;)







Hevði eg farið út í býin nú, hevði eg sjálvandi lagt meir bronzara og blush á, tí at annars sá ein tað ikki í barrum og diskotekum vegna ljósinum.

Eg eri klár yvir, at eygnabrýrnar síggja farligar út, men eg havi latið tær veksa, so eg kann fáa tær voksaðar. Eg hevði tíð seinni í vikuni.

Hevði tað verið vikuskifti og eg frísk!

Aftaná 4 1/2 tímar høvdu eygnaskuggin enn ikki "creased"! :)

Til andliti:

M.A.C Prep + prime
Makeup Store liquid foundation (Milk)
NYX Photogenic concealer (porclain)

NYX HD Photogenic concealer (í CW01 Porcelaine) 
M.A.C Mineralize skinfinish natural powder (í medium)
Banana Powder frá Ben Nye
Elizabeth Arden Bronzing powder duo
Wet 'n' wild blush í Pearlscent Pink



Til brýrnar:

M.A.C Omega e/s
Unique Active eyebrow fix



Til eyguni:

M.A.C Painterly Paint Pot (primer)


M.A.C Omega e/s
M.A.C Vanilla e/s
Makeup Store Microshadow Choco D´or
Wet 'n' wild Coloricon svørt kohl
Lancome Hypnose maskara
Ardell Demi Wispies lashes

Eg gloymdi at koyra á varranar. Av tí at eyguni er so dramatisk, hevði eg smurt M.A.C Hue varrastift á og kanska eitt klárt lipgloss.


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hopi, at tú dámdi hetta. Sig mær, hvat tú heldur um hetta step by step myndir.

@solmunde