Ein vinkona og eg fóru ein túr í SMS aftaná at hava verið á Carello og eti. Ætlanin var ikki at shoppa, men vit fóru inn í Vero Moda at hyggja fyri at fáa íblástur.
Eg eri so glað fyri tað skríggjandi litirnir, sum eru frammi nú og tað einasta skríggjandi eg eigi, eru mínir Nike Air skógvar og mín neongula tasku við einum deydningahøvdi av glimmur á. Linki til myndinar av taskuni og skónum eru longur niðri.
Eg fann hesir toppanir.
Hesin hvíti toppurin er frá Vero Moda. Hann er fínur og femininur. Hann er í std M og hann kostaði 259 kr.
Linki:
Skógvarnir http://instagram.com/p/mX7sq2iDzh/
Taskan http://instagram.com/p/czP1uoCDxf/
Eg fari at vísa tær í einum øðrum innleggi, hvat eg seti teir saman við.
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar