Lítli beiggi mín og kona hansara vóru á Stølafjalli hósdagin í seinastu og sama kvøldi spurdi hann meg, um eg kom við á eitt annað fjall dagin eftir. Sjálvandi segði eg ja og eg var skjót at spyrja mín treningspartnara, Guðrun, um hon hevði hug at koma við. Jú, svaraði hon.
Dagin eftir møttust vit øll í Syðrugøtu. Vit høvdu latið okkum í eftir umstøðum og vit høvdu gjørt okkum matpakka og sjálvandi høvdu vit nokk av vatni við.
Veðrið var gott og 3-4 m/s, so líkindini vóru góð.
Vit vóru avstað beinan vegin og steðgaðu líka á í Norðragøtu fyri at spyrja um veg. Eingin av okkum hevði gingið um hetta fjallið (Leirvíksfjall høvdu vit fingið fortalt) fyrr. Kona beiggja mín hevði avgjørt áðrenn, at hon ikki fór at koma við uppá fjall, men helt á at ganga á fløtum.
Jú, tað var nemt nokk. Vit skuldu bara fara niðan til Blásastovu og so fylgja prestinum harfrá. Á hesu myndini sært tú nøkulunda, hvussu høgt fjallið er.
Longur niðan vit komu, sóðu vit varðar og fylgdu teimum. Eg má siga, at eg bleiv pøst skjótt, tí at eg dreyv á frá byrjan og hugsaði ikki um andadráttin hjá mær, sum elvdi til, at eg bleiv trong og mátti steðga nakrar ferir á veg niðan. Tað góða við tí tí, var at eg fekk tíð at taka myndir.
So við og við lærdi eg, at lurta eftir mínum kroppi, ganga í mínum tempo og at anda rætt.
Herfrá sóðu vit sjálvandi Syðrugøtu, Gøtugjógv og eisini Kambsdal.
Longur uppi høvdu menn verði til verka. Steinanir vøru lagaðir til trapputrin og har vóru rimaverk at halda í. Eina staðni hevði verið omanlop, tí at ein sá at rimaverki lá flatt.
Sum tú sært, var eldur í reyvini á beiggja mín. Kona hansara helt eyga við okkum frá vegnum. Tað gjørdi hon við at fylgja tí hvíta plettinum, sum var mín treningsjakki.
Vakurt er. Syðugøta, Gøtugjógv og Norðragøta.
Her sært tú aftur rimaverki. Eisini sært tú tær lagaðu trappurnar, sum er mega kul og ein rustaðan spaka.
Herfrá var ikki so langt uppá toppin. Tað gleddi meg. Ein tílíkur túrur er góður fyri allan kroppin, men serliga beinini og reyvina.
So komu vit enduliga uppá og har er sera vakurt!
Fitta raska Guðrun
Mín fitti raski lítli beiggi.
Eg reyð sum ein tomat sum altíð (Syðrugøta í bakgrundini).
Me and my partner in crime! :)
Vit gingu eina lítla løtu, so sóðu vit Leirvík.
Tá ið vit komu oman á vøllin hjá Víkingi, settu vit okkum og fingu okkum okkara lekkru sandwich, sum Guðrun og eg gjørdu fyrr tann morgunin. Jummy! :)
Á veg oman til bygdina er ein lítil fitt viðalund, sum eitur Limmulund og har skal ein taka upp eftur hundi sínum. Tað haldi eg verða eitt sindur løgi, tí at tað er úti í natúruni, men tað er kanska tí at øki er innibyrt.
Eg mátti taka mynd av hesum húsinum. Eg haldi, at tað verða so lekkurt! :D Hatta er mítt dreymahús.
Ætlanin var at kona beiggja mín skuldi koma eftir honum, so kundu vit fari við, men vit avgjørdu at ganga eftir gamla vegnum úr Leirvík og tað vild lítli beiggi eisini verða við til.
Vit koma fram á eitt telt og hildu, at tað var spell at tann sum eigur tað ikki hevur tikið tað við sær. Tað sær ikki serliga sjarmerandi út, sum tú sært á myndini niðanfyri.
Aftaná eg hevði tikið myndina, síggi eg 2 dreingir klintra í bøinum við síðinar av. Eg mátti líka rópa pent á teir, um at ansa eftir sær. Eitt fitt jaja var svari eg fekk :)
Farvæl Leirvík.
Ferðaliðið hjá mær.
Ætlanin var at fara til Syðrugøtu, men vit avgjørdu at ganga til stóra beiggja, sum arbeiður í Kambsdali. Eg ringdi til hann fyri at vita, um hann var til arb og segði bara, at Guðrun og eg vóru gongutúr og at eg hevði fingið mær Vodafone Red, so eg kundi ringja oftari nú. Hann var glaður fyri samtaluna og misstonki einki. Umleið 40 min seinni stódu vit í handlinum. Hann fór at flenna, gav okkum ein klemm og segði við meg: "tú lumpaði meg" við einum stórum smíli :)
Hóast vit báðar eru grovar at venja, er ein tílíkur túrur ikki tað sama sum at vera inni í einum fitnesssentri. Men hevði eg ikki havt vant, hevði eg nokk ikki komi so væl frá hesum túrinum, sum eg gjørti.
Í summar ætli eg at verða nógv raskari at gera tílíkar túrar enn eg havi verið og njóta okkara vakru nattúru.
Hav ein góðan dag
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar