03 november 2014

Mítt heyst makeup look nr. 2 (2014)

Eg elski heyst litir! Les meir í mínum Heyst makeup makeup look nr.1 innslagið. Linki er longur niðri.

Vit skuldi í føðingardag hjá soni beiggja mínum seint í septembur og eg vildi gera okkurt burturúr mær sjálvari. Eg veit væl, at hetta er 1 sindur av makeup til ein føðingardag fyri einum 4 ára gamlan drongi, men eg royni at nýta høvði tá eg kann.
Hesu fer avgjørdi eg at hava eina myrka varrastift og dempa eygu. Dagurin var gráur og tað var eitt sindur av regni og vindi. Akkurát sum vit kenna veðrið í Føroyum.

Akkurát tann dagin kom vinkona mín, Guðrun, til okkara, tí at eg skuldi smyrja henni. Hon skuldi til eina stóra veitslu, ið hevði týdning fyri hana, so eg sagði gleðiliga ja við hana. Hon var so fitt at geva mær loyvið at filma ímeðan. Tann filmurin kemur seinni. So stay tuned! ;)

Her er úrslitið hjá mær. 





Vilt tú síggja akkurát, hvussu eg gjørdi, hygg at filminum her undir.



Hevur tú ikki sæð mítt heyst makeup nr.1, trýst á linki. Har sært tú eisini, hvussu eg legði makeupi á.

http://asolmunde.blogspot.com/2014/09/mitt-heyst-makeup-look-nr1.html

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde

04 oktober 2014

Damusnapsur v/tranuberjum

Er tú ikki til teir reinu beisku snapsarnir, so er hetta nokk ein snapsur fyri teg. 
Endiliga ein snapsur, sum smakkar. Ger hann í góðari tíð fyri, at hann skal blíva søtur og liðugur til tíðina :)

Grundin til at eg kalla hendan snapsin fyri ein damusnaps, er tí at hann er søtur. Mannfólk kunnu sjálvandi eisini drekka hann. 



Hetta er uppskriftin, sum eg kom fram á í blaðinum Isabella:

1 kg tranuberjum
saft og skal av 1 øko appelsin
4 dl vodka
4 dl sukur
1 stong kanel

Sker berðini og appelsinina, við skalinum á, í smærri stykkir. Koyr tað í eina stóra krukku saman við øllum hinum. Ryst javnliga og lat tað trekkja í umleið 1 mánaða. Skal standa kalt og myrkt. Sýla áðrenn tað verður stoytt í ein fløsku og borðreið síðani.



Eg broytt eitt sindur upp á uppskriftina. Eg koyrdi bara 200 gr av turkaðum tranuberjum í og eina stóra kanelstong. Vodka er ikki bíligt, tí brúkti eg Drakkar.

Hesin snapsur er góður til øll jólaborðhaldini, sum eru á veg. Av tí at snapsurin skal standa so leingi, er tað gott at byrja nú.

Um tú ikki ynskur, at hann at vera jólaligan ella hevur hug at gera hann aðra tíð av árinum, droppa so appelsin og kanel.

Vit á (táverandi) arbeiðsplássinum fingu gleði av honum til seinasta jólaborðhaldinum :)


Tranuberju fáast til keyps í FK og Bónus (Earth Control, 2 pk upp á tilboð). Drakkar kostar 199 kr í Rúsuni. 


Eg havi sett snapsin inn í køliskápi, har tað er kalt og myrkt. So nú er einki annað hjá mær at gera enn at verða tolin og at rysta tað dagliga.


Tað er skjótt og nemt. Skál og væl gagnist :D 

Takk fyri, at tú læs mín blogg.

Hav ein góðan dag :)

@solmunde

02 oktober 2014

Heimgjørt mintte

Tað, sum einki hevur at týða fyri ein, kann hava nógv at týða fyri ein annan...

Ein dagin fór eg til svágin og tey at lána okkurt og kom út aftur við eini gávu frá dóttur teirra. Hon hevði verið ein túr við flokkinum og tey vóru komin fram á eina mintplantu. Hon hevði tikið eitt sindur við heim, men tey høvdu ikki brúk fyri tí, so eg fekk eitt tyssi av mint.


Eg tók tað við gleði heim við tí eg drekki mint í mínum te næstan hvønn dag. 


Tankin um at planta mint og at hava mína egnu mintplantu gjørdi meg so spenta og glaða. Tíverri var tað ov langt síðan, at tað var tikið upp. Bløðini følnaðu heilt skjótt og tyssið endaði við at liggja á einum borði.


Ein dag í summar var eg hjá beiggja mínum og damuni. Tá eg kom inn, gjørdi hon klárt til at turka mintbløðini, sum hon var komin fram á í tí bygdini, har tey búgva. 




Seint í gjárkvøldi tímdi eg ikki at síggja uppá hesi følnaðu bløðini longur, so eg ringdi til svigerinduna og spurdi um ráð. 



Eftir at hava tosað við hana, fór eg í gongd við at petta bløðini sundur. Rúmið fyltist við sterkum mintlukti og eg gjørdist glað, tí at tann luktin dámar mær væl.







Tað var sera nemt, tí at bløðini vóru hørð og tað var bert neyðugt við einum klemmi.




Eg fann eina lítla Beauvais leverpostei krukku og koyrdi mintteið í hana.  




Eg var "noydd" at royna teið, eftirsum eg sjálv hevði gjørt tað. Eg væntaði at var sterkt, so eg koyrdi ikki nógv í. Eg má siga, at eg skuldi havt koyrt meira í, men tað smakkaði væl.
Í seinastuni havi eg gjørt tað til ein vana at fáa mær te, áðrenn eg fari í song. Eg havi lisið, at mint ger ein róligan og tað er gott fyri sodningina.


Vanliga drekki eg eina blanding av minti og lakresrøtum. Tað er tað besta teið eg nakrantíð havi roynt. Vanligt ella annað te koma ikki upp um knøini á hesum. Hetta er bara mín meining :) 




The Pier á Hálsi selur mint og lakresrøtur (helar og í stykkum) (14,95 kr stk). Tú fært tað eisini í Matas fyri 30 kr stk.  




Í morgun sat eg her við tenum og skrivaði hendan bloggin, meðan stormurin brast á uttanfyri. Góðan Morgun Føroyar var frá í bakgrundini og eg hoyrdi, at tey tosaðu um Gekkin, sum verður í annaðkvøld. Eg kundi ikki lata vera við at lurta. Allir spurningarnir, sum vóru settir, sum t.d. um børn hava loyvi at spæla og um tey vinna, hvør fær vinningin, og um tað kundi vera longur ímillum tølini, tí at fólk hava nógvar Gekkar, vegna tað stóru upphæddina (1.2 mill). Tann spurningurin, sum fangaði mín áhuga, var, kann tann, sum hevur fulla plátu vera dulnevndur. Svarið var nei, tí tey máttu vita, hvør vinnarin var. Eg hugsaði bara: "Døøøh!! Sjálvandi skullu tey vita, hvør vinnarin er, men kundi persónurin ikki verið duldur á skíggjanum?!" Tí sendi eg ein spurning inn. Tað bleiv tann seinasti spurningurin um Gekkin og eg helt tað verða skeg at hoyra hann, sjálvt um hann var settur øðvísi enn hann var spurdur :) Eg spurdi: "Kann ein ikki siga navnið fyri teknikkarinum ella tí, ið svarar, og ikki fyri opnum skermi?" Eg var so ovfarin av, at spurningurin var komin við, at eg gloymdi at lurta eftir svarinum! 

Hetta hevði einki við mintte at gera, men bert eitt innskot um, hvat fer fram um ta tíðina hesin bloggurin bleiv skrivaður ;)
Annars mátti eg út í oysandi regni fyri at taka bonkin inn í bilhúsið, so hann ikki fór á flog og tá eg kom inn aftur, hevði Bibbur skitið á telduskermin! 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 

Hav ein góðan 1 oktobur. 

@solmunde

28 september 2014

Mítt heyst makeup look nr.1 (2014)

Heystið er komið! Eftir nógvar góðar og vakrar summardagar og sera vøkur kvøld er heystið endiliga komið. Tað má sigast at hava verið eitt tað besta summari í longri tíð og tað vardi so leingi.

Tað er nógv, sum mær dámar við heystinum, t.d. mótan, litirnir og innidagarnar við onkrum góðum. Tó er eisini okkurt keðiligt við heystinum, men tað skal eg ikki koma inn á her. 

Ein litur, sum mær dámar sera væl eru berjalitirnir. Seinasta heyst hevði eg einar buksir frá Only (haldi eg), sum vóru berjalittar og eg var so glað fyri tær, at eg sleit hol á tær. Tað skal sigast, at tað ikki er torført hjá mær at slíta hol á buksir...

Í hesum blogginum er eitt heyst makeup look, sum eg gjørdi herfyri. Tað er eitt sindur ógvusligt, men eg haldi, at tað er skeg og pent. 



Tað hevði ikki verið skeg ella áhugavert, um øll vóru líka, ha? Minnist til at vera tú og at gera tað, sum ger teg glaðan. 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde

20 september 2014

Søtt makeup

Tað er nokk at fara til um summari og tað er at gera mest burturúr! ;)

Fyrst í august mánaði skuldi eg í føðingardag/ball og tú veitst, hvat tað merkir. Enn eitt høgi at gera eitt sindur meir burtur úr sær sjálvum. 
Eftirsum tað var bygdaball, tímdi eg ikki at hava heilt dramatiskt makeup á. Eg valdi eitt søtt dempa look við ljósareyðum og brúnum. Ein kombination sum riggar sera væl, haldi eg. 

Eg hevði lánt ein myndatól frá eini vinkonu sama dagin og eg skundaði mær at taka tað fram fyri at filma mítt look. Sum sagt, lookið er dempa, so ikki vænta alla verðina ;) og av tí sama gloymdi eg at taka myndir av mínum makeup! Men eg tók mynd av mínum outfit.




Eg vildi ikki verða bara í svørtum, so eg valdi einar myrkabláar buksir, ein svartan topp og ein svartan blazer. Ein blazeri ger altíð lookið fínari og toppurin í sær sjálvum er øðiliga penur. So hevði eg ein silvur kross við einum turkis steini í mittuni um hálsin, mítt Asos ur, silvur armband við einum turkis steini í mittuni á hinum arminum og einar klassiskar rundar oyraringar.

Her sært tú, hvussu eg gjørdi mítt makeup. 


Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde

09 august 2014

Lana Del Rey inspirera makeup

Tær løturnar inn ímillum...

Ein dagin eg hevði fríð, setti eg meg niður at hyggja at youtube, meðan eg át. Eg kom á 1 look hjá Petra, sum er ein youtube makeup guru. Hetta lookið, sum hon gjørdi, var 1 grunge look, sum hon bleiv inspirera av Lana Del Rey. Tað var út filmlagnum West Coast. 
Mær dámdi so væl úrsliti hjá henni, eg hevði hug at royna meg.

Tað fer ongantíð at blíva akkurát líka sum hjá Petru, tí at hon er makeupartisk og tað eri eg ikki. Heldur Lana Del Rey, tí at vit hava ikki somu eygu.

Her er so mín roynd. Tú sært tað stig fyri stig og lista yvir, hvat eg brúkti longur niðri.

Eg byrji við foundation og einum ljósum concealer undir eygunum.




Síðani legði eg tann ljósa og brúnu eygnaskugganir á "in the crease"




og undir eygunum smurdi eg eina svarta kohlstift og legði svartan eygnaskugga útyvir. Bibbur vildi við á myndina ;)




Ein svartan linara.




og at enda nógv av maskara og eitt sindur av bronzara á andliti, oyraringar í, í klæðir og seta hárið eitt sindur. 
Hetta er so mítt grunge look. Eg turkaði eitt sindur av tí svarta undir eygunum av, tí at eg klæði ikki, tá ið tað kemur ov langt niður.





Petra legði falsar vippur á, men eftirsum eg ikki fór nakrastaðni tann dagin, tími eg ikki at leggja tær á.

Andliti:
Dior Forever foundation (020)
M.A.C Mineralize skinfinish natural powder (í medium)
Elizabeth Arden Bronzing powder duo


Eyguni:
3 litir frá einum palette, sum eg keypti á ebay. Tað hevur einki navn.
M.A.C Wedge e/s
L´oreal liner Super Liner Perfect Slim
Lancome Hypnose Drama maskara
Wet'n'Wild Iconkohl black

Varranir:
Feittstift

Linki til looki hjá petru: 
https://www.youtube.com/watch?v=E7usPc0TEzQ

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 

@solmunde

03 august 2014

Lætt og bíligt (Risitto)

Tað er gott at fara út sínum "comfert zone"

Eg var einsamøll heima eitt kvøldi, sjúk og eg hevði ikki ordiliga hug at gera nakað burturúr og eg var svong. Kl var 22.30 og til handils tímdi eg heldur ikki. Eg fór at hyggja í frystiboksina og har fann eg hot wing. Tað dámar mæe væl, men eg tímdi ikki at eta bara tað. So at leita í skuffuni og har fann eg Risotto, sum eg hevði keypt fyri einari tíð síðan. 
Eg hevði blandaðar kenslur, tá eg keypti tað, tí at eg hevði ikki gjørt tað fyrr og hevði hoyrt, at tað ikki var so nemt at gera. Eg avgjørdi so at gera tað allíkavæl, eftirsum eg var einsamøll heima og um tað smakkaði øðiligt, so gekk tað bara útyvir meg.
Inn í ovnin við hot wings, nemt nokk. Uppskriftin og vegleiðingin stóð á pakkanum, men eg átti ikki alt, sum stóð á t.d. soppar. Gott er, hugsaði eg. Eg brúkti tað eg átti inni. Eg koyrdi squash, gularøtur og høsnarungabitar frá deginum fyri í. Víni átti eg :p

 Eg eri ikki vís í tí, men eg haldi, at eg keypti tað í Bónus og prísurin hevur verið umleið 19,95kr.


Hetta fari eg at gera aftur. Um hini ikki dáma tað, screw them ;)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)

@solmunde

29 juli 2014

Selfie við iPhone

Hvør tekur ikki selfie? Eg geri; serliga tá eg havi lagt makeup á meg. 

Fríggjadagin hevði eg lagt ordiliga pent makeup á meg og hevði ikki roynt akkurá tað fyrr, so eg tók nakrar selfies. 
Tá eg hugdi aftur á tær, vóru myndirnar slett ikki so góðar og tað gjørdi meg kedda, tí at eg vildi vísa, hvussu úrslitið bleiv og hvat eg dugi, men við tíðlíkum myndum, what's the point?!


Desi vísti í einum av hennara filmum, hvussu ein skuldi taka selfie og tað sum hon segði, hevði eg ongantíð hugsa um tað. Myndatólini framman og aftan hava ikki somu góðsku. Hon hevði eina iPhone 5S.

So eg avgjørdi at royna tað, sum Desi segði. Hald meg til góðar, eg var sjúk hendan dagin. 
Eg tók fyrst eina mynd av mær við tí fremra myndatólinum á mínari iPhone 4S og hon sá soleiðis út.



Aftaná tók eg eina mynd við myndatólinum, sum var aftanfyri og hon sá soleiðis út. 


Sum tú sært er tað ein øðiligur munur! Eg hugsaði ofta um, hvussu reyð eg sá út á myndinum! Eg havi einki makeup á andlitinum hesum myndinum.
Eg veit ikki at siga, um tað er soleiðis við øllum iPhones, men tað er við 4S.

Tað kann vera ringt at taka eina selfie við tí aftara myndtólinum, men tú kanst halda einum lítlum spegli aftanfyri tlf. Soleiðis sært tú, um tú ert í fokus og í rammuni.

Eg veit, at eg ikki fari at taka selfies við framra myndatólinum aftur! Royn tú tað og sig mær frá, hvussu títt bleiv og hvørja tlf tú hevur :) 

Hopi, at tú hevur lært okkurt :)
Hav ein góðan síðsta dag á Ólavsøku.

@solmunde

14 juli 2014

Neutral makeup til pisuball

Herfyri skuldi eg á pisuball og tað var ein møguleiki at leggja makeup á :)

Eg gloymdi tíverri at taka myndir, men eg tók tað uppá film.

Alt sum eg brúkti stendur í filminum.







Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 

Hav ein góðan dag. 

@solmunde

06 juli 2014

Í SMS ein dagin...

Tá ein ongan penging eigur, finnur ein altíð okkurt at keypa... Tá skal ein ikki fara í handlar ;)

Ein vinkona og eg fóru ein túr í SMS aftaná at hava verið á Carello og eti. Ætlanin var ikki at shoppa, men vit fóru inn í Vero Moda at hyggja fyri at fáa íblástur.

Eg eri so glað fyri tað skríggjandi litirnir, sum eru frammi nú og tað einasta skríggjandi eg eigi, eru mínir Nike Air skógvar og mín neongula tasku við einum deydningahøvdi av glimmur á. Linki til myndinar av taskuni og skónum eru longur niðri.

Eg fann hesir toppanir.



Hesin 1 sindur skríggjandi ljósareyði toppurin er frá Vila. Hann er 1 lekkurt ullintum stoff. Hann er í std L og hann kostaði 199 kr.


Hesin hvíti toppurin er frá Vero Moda. Hann er fínur og femininur. Hann er í std M og hann kostaði 259 kr.

Linki: 
Skógvarnir http://instagram.com/p/mX7sq2iDzh/
Taskan http://instagram.com/p/czP1uoCDxf/

Eg fari at vísa tær í einum øðrum innleggi, hvat eg seti teir saman við.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.

@solmunde

25 juni 2014

Um Leirvíksfjall (juni 2014)

Lítli beiggi mín og kona hansara vóru á Stølafjalli hósdagin í seinastu og sama kvøldi spurdi hann meg, um eg kom við á eitt annað fjall dagin eftir. Sjálvandi segði eg ja og eg var skjót at spyrja mín treningspartnara, Guðrun, um hon hevði hug at koma við. Jú, svaraði hon. 

Dagin eftir møttust vit øll í Syðrugøtu. Vit høvdu latið okkum í eftir umstøðum og vit høvdu gjørt okkum matpakka og sjálvandi høvdu vit nokk av vatni við. 
Veðrið var gott og 3-4 m/s, so líkindini vóru góð. 
Vit vóru avstað beinan vegin og steðgaðu líka á í Norðragøtu fyri at spyrja um veg. Eingin av okkum hevði gingið um hetta fjallið (Leirvíksfjall høvdu vit fingið fortalt) fyrr. Kona beiggja mín hevði avgjørt áðrenn, at hon ikki fór at koma við uppá fjall, men helt á at ganga á fløtum.
Jú, tað var nemt nokk. Vit skuldu bara fara niðan til Blásastovu og so fylgja prestinum harfrá. Á hesu myndini sært tú nøkulunda, hvussu høgt fjallið er.


Longur niðan vit komu, sóðu vit varðar og fylgdu teimum. Eg má siga, at eg bleiv pøst skjótt, tí at eg dreyv á frá byrjan og hugsaði ikki um andadráttin hjá mær, sum elvdi til, at eg bleiv trong og mátti steðga nakrar ferir á veg niðan. Tað góða við tí tí, var at eg fekk tíð at taka myndir.


So við og við lærdi eg, at lurta eftir mínum kroppi, ganga í mínum tempo og at anda rætt. 


Herfrá sóðu vit sjálvandi Syðrugøtu, Gøtugjógv og eisini Kambsdal. 
Longur uppi høvdu menn verði til verka. Steinanir vøru lagaðir til trapputrin og har vóru rimaverk at halda í. Eina staðni hevði verið omanlop, tí at ein sá at rimaverki lá flatt. 


Sum tú sært, var eldur í reyvini á beiggja mín. Kona hansara helt eyga við okkum frá vegnum. Tað gjørdi hon við at fylgja tí hvíta plettinum, sum var mín treningsjakki.


Vakurt er. Syðugøta, Gøtugjógv og Norðragøta. 


Her sært tú aftur rimaverki. Eisini sært tú tær lagaðu trappurnar, sum er mega kul og ein rustaðan spaka. 


Herfrá var ikki so langt uppá toppin. Tað gleddi meg. Ein tílíkur túrur er góður fyri allan kroppin, men serliga beinini og reyvina.


So komu vit enduliga uppá og har er sera vakurt! 



Fitta raska Guðrun 



Mín fitti raski lítli beiggi.



Eg reyð sum ein tomat sum altíð (Syðrugøta í bakgrundini).



Me and my partner in crime! :)



Vit gingu eina lítla løtu, so sóðu vit Leirvík. 





Tá ið vit komu oman á vøllin hjá Víkingi, settu vit okkum og fingu okkum okkara lekkru sandwich, sum Guðrun og eg gjørdu fyrr tann morgunin. Jummy! :)



Á veg oman til bygdina er ein lítil fitt viðalund, sum eitur Limmulund og har skal ein taka upp eftur hundi sínum. Tað haldi eg verða eitt sindur løgi, tí at tað er úti í  natúruni, men tað er kanska tí at øki er innibyrt.



Eg mátti taka mynd av hesum húsinum. Eg haldi, at tað verða so lekkurt! :D Hatta er mítt dreymahús.



Ætlanin var at kona beiggja mín skuldi koma eftir honum, so kundu vit fari við, men vit avgjørdu at ganga eftir gamla vegnum úr Leirvík og tað vild lítli beiggi eisini verða við til. 
Vit koma fram á eitt telt og hildu, at tað var spell at tann sum eigur tað ikki hevur tikið tað við sær. Tað sær ikki serliga sjarmerandi út, sum tú sært á myndini niðanfyri. 
Aftaná eg hevði tikið myndina, síggi eg 2 dreingir klintra í bøinum við síðinar av. Eg mátti líka rópa pent á teir, um at ansa eftir sær. Eitt fitt jaja var svari eg fekk :) 



Farvæl Leirvík.



Ferðaliðið hjá mær.


Ætlanin var at fara til Syðrugøtu, men vit avgjørdu at ganga til stóra beiggja, sum arbeiður í Kambsdali. Eg ringdi til hann fyri at vita, um hann var til arb og segði bara, at Guðrun og eg vóru gongutúr og at eg hevði fingið mær Vodafone Red, so eg kundi ringja oftari nú. Hann var glaður fyri samtaluna og misstonki einki. Umleið 40 min seinni stódu vit í handlinum. Hann fór at flenna, gav okkum ein klemm og segði við meg: "tú lumpaði meg" við einum stórum smíli :)

Hóast vit báðar eru grovar at venja, er ein tílíkur túrur ikki tað sama sum at vera inni í einum fitnesssentri. Men hevði eg ikki havt vant, hevði eg nokk ikki komi so væl frá hesum túrinum, sum eg gjørti.

Í summar ætli eg at verða nógv raskari at gera tílíkar túrar enn eg havi verið og njóta okkara vakru nattúru. 

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag

@solmunde

12 juni 2014

Neutral makeup við bláum

Eg elski fríggjadagar!

Tá ið er fríggjadagur havi eg hug til at gera meg til. Hendan dagin vil eg brúka onkran lit eisini, so eg valdi blátt.
Ert tú bangin fyri at brúka lit, so er tað eitt gott hugskot at leggja tann litin undir eygunum, sum tú fert at síggja her.







Hesu fer gjørdi eg ikki stig fyri stig, so tú mást bera yvir við mær.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde