30 september 2011

Besti forrættur

Í 2010 fóru vit 4 fólk til Grand Canaria at ferast. Tó at vit høvdu mini køk, vóru vit "noydd" at royna tann spanska matin. Vit ótu úti 11 kvøld útav 14 hehe...  
Vit skiftist um at velja støð at eta, men sum oftast vóru vit samd:) 
So kom mín túrur at velja. Rimini var staði eg valdi. Eg hevði eina fer fyrr roynt tað keduna og tað var í Danmark í 2001 og nú var aftur tíð! Útav øllum matstovunum, ið vit vóru á, var Rimini tað besta og tað einasta stað eg át 3 rættir :D
To the point! Ein av teimum besti forrætturin eg nakrantíð hevði eti, er... eg veit ikki, hvussu hann eitur...! Eg eri ikki vís í, hvat er í honum, men rækjir, hvítleykur og chilli vóru í ;) p Hesin forrætturin var tann mest etni av okkum 4 og mangt annað við hvíleyki :D Hvítleyksbandi lol :D
Eg vil siga, at matur í Playa del Inglés generelt smakkaði beint yvir miðal væl, sum er væl nøktandi.
Hann minnur um hetta: http://www.idenyt.dk/Boligen/Boger/Spise-med-Price---opskrifter-fra-sason-2-32356

Eg hopi, at tú roynur hetta, um tú fert suður eftir og at tað hjálpur tær :D 
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

29 september 2011

Okkara fantastiska útsýnið :D

Minnist eg rætt, var hendan myndin tikin á aug í 2009.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

28 september 2011

Mín yndis pizza

Uhmm PIZZA! Hví skal pizza smakkað so væl og vera so ósunn??!
Sum barn elskaði eg Lørdagspizza. Mítt fyrsta minni av henni var 1 nýggjár. Tey vaksnu vóru niðri á vegnum og hugdu at fýrverkinum, tá ið tað var úti á Tvøroyri. 
Lítli beiggi mín og eg vóru eftir hjá ommuni, tí at vit vóru ov "lítil" til at fara út so seint. So omman gjørdi okkum Lørdagspizza´ina hjá stóra beiggja okkara :D Uhmm, sum hon smakkaði væl! :D
Annars havi eg í nógv ár etið pizza frá Pizza 67. Tær hava verið Hawaii, 67 Suprime og Rolling Stones (+ eyka). Eg helt, tær vera so góðar, men so eina fer tímdi eg ikki tær longur... 
So at finna pizza onkra aðrastaðni og eg leitaði runt Havnina... 
Hvonnpizza helt eg, vera sera lekkra og dámdi væl, men mín betra helvt legði einki pizzur frá Hvonn, so tað bleiv ikki av nógvum :s
So opnaði Carrello á "Rønkuni", har sum gamli kaffivognurin var og tað máttu vit royna eftir sum eg arbeiddi í firmaðinum. Í eina tíð royndi eg nakrar pizzur uttan held... Eg bleiv 1 sindur irritera, tí at eg ikki kundi finna ein pizza, sum eg dámdi væl! Eg kom so til tað niðurstøðuna, at eg skuldi royna onkra nýggja! "Time for a change", hugsaði eg! Eg valdi mær eina pizza við mati, sum eg vanligvís ikki át, sum oliven og feta.  Eg bleiv so yvirraska og glað fyri, at eg endiliga hevði funnið eina pizza, sum eg enn dyrki! :D og tann pizza´in er Athena :D Á henni eru feta, oliven, rucula salat, pesto og so biði eg um citrónolju omaná :D (summartíðir eisini hvítleyk!) Uhmmm...! :D


Eg hopi, at tú roynur hana og at tú dámar hana :D Væl gagnist...
Vælkomin, at geva mær feedback 
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde





27 september 2011

Okkurt lekkurt eftir ein gongutúr

Mamma og Babba komu at vitja gjárkvøldi og eg helt, at eg skuldi leggja eina plan fyri okkum :p Eg hugsaði, at vit skuldu etað okkurt lekkurt :D men ein kann ikki bara eta og eta, soleiðis tekur ein uppá! 
Eina løtu aftaná tey vóru komin, fyrislóð eg ein gongutúr. Mamma var við uppá tað beinan vegin, men Babba lá og hugdi at fóltbólti, so hann hevði ikki tíð -.- Av tíð at Babba ikki kom við, kom sjeikurin heldur ikki...
Oh well, so fóru Mamma og eg. Vit gingu til vit komu til arbeiðsplássi hjá mær, so fekk eg tað geniala hugskoti at fara at hoppa í trampolin :D Mamma hevði ikki roynt fyrr, so hon bara fneis :p So gjørdu vit :D Hennara orð aftaná: "Eg visti ikki, at tað var so hart" hehe... Vit gingu so víðari...
Komin heim aftur, helt eg tað var tíð til okkurt lekkurt :D Tað bleiv til Tiramizu v/kaffi & jorðberðum í 1 vínglas, sum eg hevði gjørt, áðrenn tey komu. Uhmmm tað smakkaði væl!! :D 1 sindur sterkt av kaffismakki og søtt av jorðberðunum :D Uppskrigtin er til 4 fólk.
Tú skalt brúka:
2 past eggjablommur
2 spsk sukur
3-4 tsk instant kaffi
100 g mascarpone
1 dl av róma
10-12 ladyfingers
1 dl av sterkum kaffi
100 g av jorðberðum
Pynt:
Knúst ladyfingers

Píska eggjablommurnar, sukuri og instant kaffi til krem í umleið 5 min. Píska síðani varðisliga mascarpone í. Píska rómar í einum øðrum fati, ikki stívt, og vend tað síðani í kreminum. Koyr kremi í ein sproytiposa og tak 4 víngløs. Brót 1 ladyfinger í hvørt glas og sker jorðberðinum í skivar. Stoyt eitt sindur av kaffi á hvønn ladyfinger, koyr síðani eitt sindur av kreminum í, del 1/2 av jorðberðinum í glasi og endurtak. Pynta síðani við knústum ladyfingers. Tá tú ert liðug/ur, set í køliskápi í minst 2 tímar áðrenn etið verður.

P.S. Eg gjørdi ikki heilt eftir uppskrift. Eg brúkti 250 g mascarpone, 14 ladyfingers og 2-2 1/2 dl kaffi. Eg koyrdi 1 sindur av sitrónlikør í kaffi og dippaði ladyfingers í tað, og eg brúkti ikki knúst ladyfaingers pynt, men jorðberð. Eg brúkti ikki sproytiposa, ikki 100 g av jorðberðum og ikki víngløs.  

Hopi, at tú roynur hetta, so góða eydnu og væl gagnist :D
Vælkomin til at geva feedback.  
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde


Kelda: Isabella, Vild med hverdagen

26 september 2011

Vødda mýking

Eg havi ein trupulleika! Eg knýti mína musklar uttan grund og uttan at eg veit av tí! Hetta ger, at eg eri spent um næstan allan kroppin! :(

Eg havi verið hjá lækna við mínum spentu musklum 2 ferir og bleiv sent til fysioterapi báðar ferir. Lekkurt var tað at ligga har og blív massera, men eg má heilt erligt siga, at tað riggaði uppá meg bert eina lítla løtu! Sera skuffandi, um ein hugsar um pengarnir tað kostar at ganga til fysioterapi! Not worth it :(
So eg var noydd at finna aðra loysn. Sjálvandi spurdi eg sjeikin :D So deiliga bíligt og intimt, men tað er bara so mikið, ið hann tímur hehe...
Eg havi hoyrt um aðrar massørar, sum bara kela og tað var ikki tað eg hevði brúk fyri! So eg valdi at fara til Face-It og royna har, eftirsum eg havi brúkt so nógvar pengar og tað ikki var so durt. Tá eg kom hartil, var sooo spent, knýtt og illa fyri um kroppin. Beinta var tann, ið masseraði mær og hon pínti meg soo illa. Hóast alla pínuna, bleiv eg nógv betri fyri, eg loysnaði og hevði næstan ongar knútar eftir (keypti mær bert 25 min massagu, sum ikkih heilt var nóg mikið). So eg kann siga, at úrslitið var nógv betri eftir bert 1 fer hjá Face It, enn 10 feriri hjá Fysioterapi! :D

Eg vil siga takk fyri Beintu, at hon ger sítt arbeiði so gott, hóast tað er hennara arb ;) 
Nú er við at vera tíð hjá mær at fara at fáa mær vødda mýking aftur! So eg fari at bíleggja mær tíð hjá Beintu í Face-It :D 


Her er linki: http://face-it.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=53&Itemid=60

Hopi, at hetta hjálpur tær, um tú hevur somu ella líknandi trupulleikar, sum eg havi og góða eydnu :D
Tú ert vælkomin at gera mær feedback :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde 

23 september 2011

Smootie við frukt og kellogg´s

Ein morgunmatur við proteini :D Skjót og nemt...


Kiwi/vanilju smootie (1 pers)
1 banan
1 kiwi
1 tsk. vaniljusukur
1 dl. reint jogurt
2 dl. mjólk
20 g Kellogg´s All Bran Plus
ísterningar


Væl gagnist :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde



22 september 2011

Bleytari hendur uppá ein nemman og bílagan máta :D

Uppskriftir uppá at fáa bleytari hendur. Tað er sera nemt og bíligt.
Sjálv havi eg ræðiliga turrar hendur. Mær dámar einki serligt at taka í hendurnar hjá øðrum :s
  •  Tá tú hevur gjørt kaffi, tak 1 sindur av grumsinum og gníggja í hendurnar og skola av eftir við vatni.
  •  2 tsk pulvurkaffi, 1 tsk sukur, 1 spsk honning og 3 spsk av oliven olju. Er tað ov turt, koyr so meir oliven olju í. Rør alt saman, gníggja í hendurnar og skola av eftir við vatni.
  •  Oliven olju og sukur. Gníggja og skola eftir við vatni.
  • 2 spsk oliven olju og 2 tsk av grovum salti. Gníggja og skola eftir við vatni.
  •  Smyr hendurnar inn í oliven olju og lat teg í einar bommulshandskar og sov við teinum.
  •  Eyka. Hita 4 dl av tjúkkari mjólk í eini skál og bloyt hendurnar í nakrar minuttir. Hetta er gott fyri neglirnar.
IKKI vaska hendurnar við sápu aftaná! Sápa turkar húðina...
Hesar uppskriftir skuldu gjørt tínar hendur bleytari eftir eina fer. 


Hopi, at tú roynur hetta, so góða eydnu :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og havi ein góðan dag :D


@solmunde

21 september 2011

Hevur tú feittut hár?

Eingin hevur hug at ganga við feittutum hári. Ein sær ikki serliga reinligur út, men fakta um feittut hár er: Feittut hár er sunt. Sebumi (oljan) verjir hvørt hár frá turrheit og frá at oyðilagdir endarnir. Oljan er tín egna innbygda fugtiheit. 
Tað kunnu vera fleiri grundir til at hári er feittut: millum annað umhvørvið, skeivt shampoo, ov nógv shampoo, ov nógv vaska við stuttum millumbili, matur ið er feitur, hormonirnar, um tú greiður ov nógv og nertur ov nógv við hári... 


Mítt ráð til tín er, ikki vaska hári ov ofta, max 2-3 ferir um vikuna. Vaskar tú hári oftari, verður tað skjótari feittut! 
Nert ikki ov nógv við hári!
Greið ikki ov nógv hári.
Ikki brúka nógv shampoo. 
Keyp tað rætta shampooi! 

Eg havi fingið mær fortalt, um shampooi er klárt, er tað til oljut hár. Er hár títt turt, er klári shampoo ikki fyri teg, tí at tað gevur ikki fukt.
Lat shampooi sit í í 5 min, áðrenn tú skolar tað úr.

Um tú hevur feittut hár og ikki hevur tíð at vaska tað, kanst tú koyra 1 sindur av powder (eg brúki babypowder) á hárið. Tað er ikki neyðugt at koyra í alt hárið, men í reikin ella har tað er mest brúk fyri tí...

Eg havi sjálv turran og skriða í hárbotninum, so kann ikki brúka hvat sum helst shampoo...
Tað besta ið eg havi roynt, er Vichy frá Apotekinum. Akkurát tað er til oily, dry and ichy scalp. Tað er 1 sindur durt, men vert tað, um tú hevur hesu trupulleikar. Tað er ikki neyðugt at blíva við at brúka, men tað er gott at eiga :D

Tað ringasta shampooi eg havi roynt, er Fructis! OMG, tað skreyð nakað so illa í hárbotninum! Eg fari aldrin at brúka tað aftur! Haldi, at eg skriðarði hol á hárbotnin :( Mamma segði ofta fyrr, at eg mátti ikki keypa Response ella hvuss tað eitur (heilt ljóst gulur rundaður dunkur við einum fugli á), tí at tað var alt ov sterkt til mín...

Hopi, at tað hjálpur tær :D Viðmerk endiliga, um tað er nakað.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde 

19 september 2011

Blivin forkølaður?

Ert tú eisini ein av teimum, sum eru rakt av forkølilsi?
Her er "et heksebryg" fyri tað.
  • 1 kopp av kókandi vatn
  • 2 fed av pressaðum hvítleyki
  • 2 tsk ingifer
  • og lítið av honning
Lat tað kølna og nýt tað so.
Hopi, at hetta hjálpur :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Kelda: Isabellas

Café au lait við appelsinsmakki

Í hesum kuldanum er gott við einum krússi av onkrum heitum, søtum og leskiligum. 
Eg kom fram á hesa uppskiftina og helt, at hon ljóðaði lekkur. So eg avgjørdi at royna hana. 

Tú skalt brúka (uppskriftin er til 4 pers):
4 stórum gløsum
2 dl vatn
2 tsk pulvurkaffi
saft og skal frá 1 appelsin
8 dl mjólk
1 dl flormelis


Fá vatni upp á kók og rør pulvurkaffi í. Lat tað trekkja eitt sindur. Koyr mjólk, flormelis, saftina frá appelsinini í eina grýtu og hita. Sløkk beint áðrenn tað kemur uppá kók. Koyr 2 dl av appelsinmjólkin og 1/2 dl av kaffinum í hvørt glas. Pynta við appelsinskalinum.

Uhmm... Tað smakkar yvirraskandi væl :D Hon hóskar væl til árstíðina.

Hopi, at tú roynur hetta, so góða eydnu :D Hon er nemm, skjót at gera og ein eigur helst alt tilfari inni.

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

16 september 2011

Ger tín egna hárkur...

Ger tín egna hárkur og fá hári at skína :D
Tað er sera nemt at gera og bíligt. Helst eigur tú tað inni.
  • 1 skál ella krukku
  • umleið 10-15 ml av oliven olju
  • umleið 10-15 ml av økologaskari honning
Rør saman, koyr í hári og lat sita í 15-20 minuttir. Skola við lunkaðum vatni og vaska við mildum shampoo.

Hopi, at tú roynur hetta, so góða eydnu.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Kelda: Urtegaarden

15 september 2011

Yoga

Yoga hevur ongantíð sagt mær nakað... Eg havi hildið tað vera 1 sindur av nøkrum tvætli! Eg kenni ikki nógv fólk, sum hava roynt tað, tað er kanska tí... 
Ein av mínum góðu vinkonum segði mær, at hon fór at fara at ganga til yoga og at eg burdi komi við. Eg hugsaði: okkurt gott má tað vera við hesum yoga, tí hon blívur við at ganga til tað og nógv onnur... 
Eg, sum altíð eri so spent í musklunum, havi ofta ilt í høvðinum og rygginum av tí sama og dugi ikki at slappa av, hevði kanska havt gott at roynt tað...
So herfyri royndi eg yoga fyri fyrst fer á kvøldskúla saman við vinkonuni. Lærarindan var so fitt at lova mær at royna tað ókeypis, eftirsum eg ikki hevði roynt tað fyrr. Og eg má siga: "OMG!" Tað var nakað so deiligt, at tú trýrt tí ikki! :D Eg kann býta alt tað keðiliga, sum eg havi sagt um yoga, í meg aftur. Eg haldi tað vera so deiligt, so avslappandi og avstressandi :D Akkurát tað eg havi brúk fyri! :D 
So eg havi teknað meg til restina av skeiðinum...


Yoga er eitt physisk, mentalt og spirituelt disiplin, sum kemur frá India. Hvørs mál er at røkka eitt støði av fulkomnnum andaligum innliti og friði. 
Andabrátturin hevur nógv at siga í yoga. Jú djúpri og longri tú andar, meiri slappar tú av og longri sleppur tú. Vit kenna øll tað, tá onkur fer í panik, verða tey biðin um at anda djúpt. It clams the nervs :D


Kanska tú hevur somu hugsan, sum eg hevði....
Ert tú stressa/ur, anspentur ella fær ikki kobla úr? Royn yoga! Tað er fantastiskt :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde



14 september 2011

Lekkrir muffins :D

Ein dagin eg var til arbeiðis, skuldu vit fara at bakað okkurt og vit avgjørdu at gera muffins. So eg fór á neti at hyggja at uppskriftum av muffins og fann hesa, sum eg eri sera glað fyri og havi fingið rós fyri :D


Bananmuffins v/sjokulátu (24 stk)

2 egg
150 g av sukur
1 tsk av vaniljusukur
200 g av mjøl
2 tsk av bakipulvuri
2 tsk av kaneli
125 g av margarini
100 g av góðari sjokulátu
2 modnar bananir

Píska egg og sukur til tað er hvítt og skum. Rør mjøl, bakipulvur, kanal og margarin í eggjablandingina, saman við mosaðu bananunum og hakkaðu sjokulátuni. 
Bakast mitt í ovninum í 200 gradir í 15-20 min.




Teir eru væl dámdir á arbeiðsplássinum og heima :D
Eg keypti ein muffinsbakka frá FK (haldi eg) fyri 89 kr og hann brúki eg hvørja fer, tá eg geri teir heima. 
Mær dámar væl bleytar muffins, so eg koyri ovnin á 180 uttan luft í umleið 10 min.   


Hopi, at tú roynr teir, tí at teir smakkað so væl :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

13 september 2011

Bestu bollar, ið eg kenni :D

Dámar tær væl bollar? Hevur tú roynt aðrar enn bara teir vanligu bollarnir?
Eg havi fingið nógv rós fyri bollarnir, sum eg geri :D 
Tó skal viðmerkjast, at uppskriftin ikki er mín.
Her er hon: 
Bollar við súrepli :D
50 g av bleytum ger
100 g av sukri
2 dl av flógvari mjólk
1 egg
50 g av margarini
600 g av mjøli
1 stórt ella 2 smá súreplir
2 rokaðar tsk av kaneli



Rør geri, sukrið og mjólkina. Elt egg, margarini, mjøl og kaneli uppí. Set deiggið at ganga. Karva súreplini heilt smátt og knoða tey upp í deiggi, tá tað er gingið. Ger bollarnir og set teir á eina smurda plátu at ganga. Tá bollarnir eru væl gingnir, skulu teir setast inn í heitan ovn (220 gradir) og bakast í umleið 1 korter ella til teir hava nóg brúna skorpu. Bollarnir smakka best flógvir við smøri uppá. 
(Síða 18)

Persónliga haldi eg, at 220 gradir er for nógv og mær dámar best ljósir bollar :D Eg seti teir á eina plátu við bakipapíri á.


Eg hopi, at tú roynur teir. Teir smakka sooo væl :D Góða eydnu :D 
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde

09 september 2011

Brúk fyri hjálp og motivatión við at tapa teg?

Nakrar vikur síðan fekk eg 1 gott ráð frá einu góðari vinkonu hjá mær. Hon foraldi mær, um eina heimasíðu, sum eitur madlog.dk.



Madlog er ein online kaloriuteljari, sum gevur tær 100 % stýr á tínum kosti. Tú velur sjálv/ur, hvussu nógv tú vilt tapa teg og hvussu skjótt, so roknar madlog títt kaloriubrúk. Har eru ongir reglar. Tú avgerður sjálv/ur, hvat tú koyrur í munnin og lærur skjótt via madlog, hvat tær goymdu kaloriunar eru. Tú skalt ikki bara tapa teg, men at haldi tí niðri og tað kanst tú, tá tú veist, hvar kaloriunar goyma seg. ímeðan tú fyllur út, kemur ein langur forslaglistin, so er rættiliga gott.
Har kann tú eisini rokna títt BMI, skriva niður, hvar tú etur og máta sentimetrar, so er ein skala.
Fyri nakrar krónur um mánaðin, kanst tú upprætta tær ein privatan profil, sum bara tú sær, har tú fyllur alt út, hvat tú etur og hvat fyri motión tú hevur gjørt, og madlog roknar alt út fyri teg. Tað í sær sjálvum er motivation! :D






Eg havi no ideas, um hvar kaloriunar eru :s So eg royndi hetta og eri glað sera fyri tað. Sera motiverandi fyri meg :D + ein aktiv vinkona er flutt til Havnina :D Av tí saman eri eg blivin meir aktiv. Gangi túr næstan hvønn dag og royni at eta sunnari hehe... Eg eti heilt lítið av bommi í mun til áðrenn! Tá mátti eg hava okkurt søtt hvønn dag! :s Av tí at eg át so nógv sukur, hevði eg ongan orku og bleiv dovin. Eg havi verið sera ósunn! :(
Mítt mál va rat tapa meg 1/2 kilo um vikuna  og niðurstøðan aftaná 3 vikur av madlog.dk er, at eg havi tapt meg 2,6 kilo :D Og tað besta ov øllum eru cm er havi tapt meg! 23,2 cm!! :D Nice, ha? SKAL EG HALDA ÁFRAM?


Eg hopi, at tú roynur hetta og at tað hjálpur tær :D www.madlog.dk
Takk fyri, at tú læs mítt blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

08 september 2011

Crunchy pærecrumble

Hesa uppskriftin fann í tí deiliga blaðnum Isabellas, sum er einasta blaðið eg haldi :D 
Nú skal eg siga akkurát, sum er: Eg eri heilt til at gera uppskriftir úr bløðum. Eg eri skeptisk :s I´m all about good food :D
Her tók eg meg saman og avgjørdi at gera hana, tí at vit fingu gestir :D Tó skal viðmerkjast, at vit fingu for nógv av øðrum góðum, so tað var ikki pláss í maganum hehe... Men kvøldi eftir gjørdi eg tað til okkum bæði, eftirsum eg hevði alt tilfarið :D


Her er uppskriftin so:
Crunchy pærecrumble (4 persónar)
4 pære
1 dl lys muscovadosukker
2 dl havregryn
1 dl mel
1 dl solsikkefrø
1 dl smeltet smør
Tilbehør: Flødeskum eller vaniljeis

Skræl pærerne, fjern kernehuset, og skær pærerne i mellemstore stykker. Bland sukker, havregryn, mel, solsikkefrø og smeltet smør i en skál. Læg pærestykkerne i 4 ovnfast skåle, og fordel havregrynsblandingen ovenpå.
Bag crumblen i ovnen i ca. 20 minutter ved 200 grader. Server pærecrumblen, som den er, med en klat flødeskum eller giv en god vaniljeis til.




Hetta var væl dámt av makanum og mær sjávlari :D Eg kundi tó væl klára meg uttan allar hasar solsikkekjarnirnar... Vit ótu vaniljuís aftur við :D
Skálurnar mugu vera størri enn hasar, annars sleppur alt ikki í. 
Viðmerkjast til, at hetta er ikki ein lítil uppskrift, um ein hugsar um tað hon er donsk :p
Á heimasíðuni kanst tú keypa mangt til heima. www.isabellas.dk


Eg hopi, at tú roynur hana og viðmerk endiliga undir her og gev mær feedback :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde


Kelda: Isabellas

07 september 2011

Birgit klár at fara í brúðleyp

Ein av mínum vinkonum skuldi í brúðleyp í vikuskiftinum og eg var so heppin, at eg slapp gera hana klár :D
Birgit er ikki tann, sum gongur við nógvum makeupi, mest sum minnimalt, men á serligum døgum ger hon seg eyka lekkra. Eg eri glað fyri at kunna gera hetta fyri hana :D

Fyrst byrjaði eg við at krúlla hennara hár við slættijarninum og síðani seti eg tað leysliga upp við nøkrum hárnálum. Hennara hár er steindeytt, sum ein sigur, so tað skuldi 1 sindur av hárspray til hehe...

Sjálvt um Birgit ikki er til nógv makeup, so gav eg henni meir enn hon er von við. Hon skal bara vera so lekkur, sum hon kann. Eg byrjaði við at leggja foundation á andlitið, síðani til eygnaskugganir, meðan foundation legði seg. Birgit slapp sjálv at velja ein eygnalit, síðani eg rest. Tilsaman blivu 4 eygnaskuggalitur brúktir. Eftir tað litaði eg brýnar, legði bronzer á, highlighter á og at enda maskara. Hon slapp sjálv at velja lipgloss.

Hár before:

Hár after:

Face before:

Face after:

So hugsaði eg, at hetta kundi eg brúka til mítt blogg. Eg kann brúka míni evnir til at taka myndir, sminka og gera hár :D PERFECT :D Birgit var so fitt at siga ja :D

Er hon ikki bara lekkur? :D

Listin av makeup
Foundation: Elizabeth Arden Mousse
Powder: Rimmer Silky Loose Face Powder
Powder: Makeup Store Wonder Powder í Sinai (mineral powder)
Eygnaskuggar: litur úr Naked palette hjá Urban Decay
Blush: Gosh
Maskara: The Body Shop Didive & Multiply Maskara
Lipgloss: The Body Shop

Eg takki Birgit fyri, at hon segði ja til hetta :D
Takk fyri, at tú hugdi á mítt blogg og hav ein góða dag :D

@solmunde

Makeuppenslar, svampar og bustir!

Vita tit av, at ein skal vaska sínar makeuppenslar, svampar og bustir hvørja viku? Serliga, um ein brúka teir hvønn dag... 


Tað koma nógvar bakteriur í, sum kunna gera at húðin brýtur út :s "Hmm...", hugsar tú sikkurt nú! Nakað tú ikki hevur hugsa um fyrr, ha? Jep, ein av grundunum til at húðin brýtur út, kann vera skitnar penslar, svampar ella bustir. 
Virkningurin á teimum verður heldur ikki líka góður, sum hann er á reinum... So minnist til at vaskað teir!





Eg vaski mínar við 1 lítið sindur av uppvaski (umleið 5 dropum) og 1 sindur minni av olju (umleið 3 dropum). Olju brúkti eg fyri ikki at turka penslarnir, svamparnir og bustirnar upp. Koyr uppvaski og oljuna í lógvan og arbeiði penslilin ella bustina niður í leysliga, so alt tað skitna fer úr og skoli burtur við vatni. 
Síðani turki eg teir við køkspapíri ella handklæði og vendi teinum soleiðis, at hárinum venda niður eftir. Vatni má ikki turka niðri í penslinum ella bustunum, tí at tað gert lími, sum heldur hárunum, loysnar. We don´t want that, do we? 


Hopi, at hetta hjálpur tykkum og góða vasking 

Takk fyri, at tú læs mítt blogg og hav ein góðan dag :D



@solmunde





06 september 2011

Turra húð um kroppin og ongar pengar?

Hevur tú turra húð og ikki ráð at keypa tað villa av vørum?





















Ja, tað havi eg eisini, serliga um veturin :( Hjá mær kemur tað frá tí at eg hevði Astmaeksem ella Barnaeksem.

Alt er so durt! Ein hevur ikki ráð at keypt dýr merkir, sum faktist eru góð. Time to inprovise!

Vit fara Cloepatra style :D Tó ikki við frískar mjólk... Cloepatra var kend fyri hennar mjólkabað og hennara feilfríðu húð.

Mjólkasúran í mjólkini er ein alpha hydroxy súra, ein natúrlig rávøra, sum upploysur lími, sum heldur tað deyðu húðsellinum saman. Mjólk kann reinsa húðina niður í tað djúpasta lagi.
Her er 1 tip uppá at fáa lekra og deiliga húð uppá ein ongan tíð og 1 lítið sindur av pengum hehe...

Hetta skalt tú brúka:
Umleið 200 g av pulvurmjólk
Nakris dropar av mandelolju 
Nøkur spray av tínum yndis anga
Eisini ber til at koyra honning í (1 spsk)

Grundin til at ein koyrur anga í, er tí at pulvurmjólkin ikki luktar alt ov væl, men tað er upp til tín :)
Eg brúki Nestle Nido pulvurmjólk frá FK Hoyvík. Tú fært 400 g fyri 46,95 (eg haldi, at prísurin er farin uppá 49,95kr).
Mandilolju fært tú til keyps á Apotekinum fyri umleið 40 kr. 
Koyr alt í baðikari, slappa av og merk eftir, hvussu lekkur húðin blívur næstan beinan vegin :D
Smyr teg inn í tí vanliga kremi, sum tú plagar. 
Tú skuldi sæð og merkt mun eftir 1 fer :D





Hesu fer valdi eg Laura fyri ikki altíð at brúka tað sama


Soleiðis kemur tað at síggja út

Hopi, at tú royndur hetta og fær gott úrslit. 
Endilga viðmerk ella spyr um tað er nakað niðriundir :D
Takk fyri, at tú læs mítt blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde



















05 september 2011

Frokost


Uhmm... okkurt má ein hava niður um, áðrenn ein fer til arb og tað skal helst ikki at vera alt ov ósunnur... men summartíðir gongur tað als ikki eftir ætlan :s

Í dag bleiv tað hetta:

1 glas av sitrónvatni 
1 kóka egg
kornbreyði  
hvítleykssmør 
Gudbrandsdalenost 
3 vindrúur


Tað sær kanska ikki lekkurt út, men OMG tað smakkar væl! :D

Gudbrandsdalen er ein søtur norskur geitaost og hann smakkar sooo væl :D Uppskriftin er frá 1867. Tað eru 29% feitt í honum... 
Fyri 41,95 kr (minnist meg rætt) í FK í Hoyvík fært tú 500 g og tað er faktiskt ikki so nógv, um ein hugsar um allar hinar ostarnir...

Hvítleykssmøri er heimagjørt og tað hevur Mikkjal gjørt :D Tað smakkar nógv betri enn tað ein keypur í handlum og smakkar nógv av hvítleyks, sum eg dámi væl :D
Tilfarið er bara smør, hvítleykur og salt.

Sitrónvatn? Ja, tað sigur seg sjálv, ha? :p


Grundin til at eg leggi hetta út, er osturin! Keyp hann, smakka hann og elska hann ;)

Um tú roynur hetta, sigi mær frá, hvat tú heldur um tað :D

Takk fyri, at tú læs mítt blogg og hav ein góðan dag :D


@solmunde



04 september 2011

Nemt, skjótt og grønt



Grønsagsgrýta (2 pers)
1 dós flusnum tomatum
1 gula piparfrukt
1 reyðleyk
1 squash
3 gularøtur
1 reytt chili
salt, pipar
1 bouillonterning
hvítleyk

Sker grønsakirnar í passaliga stødd og legg í grýtuna saman við øllum. Kóka í umleið 30 min.
Ber eisini til at leggja pasta í.
Vit ótu bollar afturvið.
(Mynd tikin av google.com)

Vælgagnist :D

Takk fyri, at tú læs mítt blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde