07 september 2011

Makeuppenslar, svampar og bustir!

Vita tit av, at ein skal vaska sínar makeuppenslar, svampar og bustir hvørja viku? Serliga, um ein brúka teir hvønn dag... 


Tað koma nógvar bakteriur í, sum kunna gera at húðin brýtur út :s "Hmm...", hugsar tú sikkurt nú! Nakað tú ikki hevur hugsa um fyrr, ha? Jep, ein av grundunum til at húðin brýtur út, kann vera skitnar penslar, svampar ella bustir. 
Virkningurin á teimum verður heldur ikki líka góður, sum hann er á reinum... So minnist til at vaskað teir!





Eg vaski mínar við 1 lítið sindur av uppvaski (umleið 5 dropum) og 1 sindur minni av olju (umleið 3 dropum). Olju brúkti eg fyri ikki at turka penslarnir, svamparnir og bustirnar upp. Koyr uppvaski og oljuna í lógvan og arbeiði penslilin ella bustina niður í leysliga, so alt tað skitna fer úr og skoli burtur við vatni. 
Síðani turki eg teir við køkspapíri ella handklæði og vendi teinum soleiðis, at hárinum venda niður eftir. Vatni má ikki turka niðri í penslinum ella bustunum, tí at tað gert lími, sum heldur hárunum, loysnar. We don´t want that, do we? 


Hopi, at hetta hjálpur tykkum og góða vasking 

Takk fyri, at tú læs mítt blogg og hav ein góðan dag :D



@solmunde





Ingen kommentarer:

Send en kommentar