Yoga hevur ongantíð sagt mær nakað... Eg havi hildið tað vera 1 sindur av nøkrum tvætli! Eg kenni ikki nógv fólk, sum hava roynt tað, tað er kanska tí...
Ein av mínum góðu vinkonum segði mær, at hon fór at fara at ganga til yoga og at eg burdi komi við. Eg hugsaði: okkurt gott má tað vera við hesum yoga, tí hon blívur við at ganga til tað og nógv onnur...
Eg, sum altíð eri so spent í musklunum, havi ofta ilt í høvðinum og rygginum av tí sama og dugi ikki at slappa av, hevði kanska havt gott at roynt tað...
So herfyri royndi eg yoga fyri fyrst fer á kvøldskúla saman við vinkonuni. Lærarindan var so fitt at lova mær at royna tað ókeypis, eftirsum eg ikki hevði roynt tað fyrr. Og eg má siga: "OMG!" Tað var nakað so deiligt, at tú trýrt tí ikki! :D Eg kann býta alt tað keðiliga, sum eg havi sagt um yoga, í meg aftur. Eg haldi tað vera so deiligt, so avslappandi og avstressandi :D Akkurát tað eg havi brúk fyri! :D
So eg havi teknað meg til restina av skeiðinum...
Yoga er eitt physisk, mentalt og spirituelt disiplin, sum kemur frá India. Hvørs mál er at røkka eitt støði av fulkomnnum andaligum innliti og friði.
Andabrátturin hevur nógv at siga í yoga. Jú djúpri og longri tú andar, meiri slappar tú av og longri sleppur tú. Vit kenna øll tað, tá onkur fer í panik, verða tey biðin um at anda djúpt. It clams the nervs :D
Kanska tú hevur somu hugsan, sum eg hevði....
Ert tú stressa/ur, anspentur ella fær ikki kobla úr? Royn yoga! Tað er fantastiskt :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
ahh ljóðar gott, nú fari eg heilt sikkurt at royna tað :) Takk Ann ;)
SvarSletMær dámar eisini væl Yoga, men kann vidmæla pilates, sum eisini fokuserar á andabrátt og avspenning. Jeg haldi at Pilates venjing sæst betri á kroppinum og man fær flottar vøddar :)
SvarSletUhh, tað ljóðar gott :D Burdi kannað tað :D Takk fitta :*
SvarSlet