Uhmm... okkurt má ein hava niður um, áðrenn ein fer til arb og tað skal helst ikki at vera alt ov ósunnur... men summartíðir gongur tað als ikki eftir ætlan :s
1 glas av sitrónvatni
1 kóka egg
kornbreyði
hvítleykssmør
Gudbrandsdalenost
3 vindrúur
Tað sær kanska ikki lekkurt út, men OMG tað smakkar væl! :D
Gudbrandsdalen er ein søtur norskur geitaost og hann smakkar sooo væl :D Uppskriftin er frá 1867. Tað eru 29% feitt í honum...
Fyri 41,95 kr (minnist meg rætt) í FK í Hoyvík fært tú 500 g og tað er faktiskt ikki so nógv, um ein hugsar um allar hinar ostarnir...
Hvítleykssmøri er heimagjørt og tað hevur Mikkjal gjørt :D Tað smakkar nógv betri enn tað ein keypur í handlum og smakkar nógv av hvítleyks, sum eg dámi væl :D
Tilfarið er bara smør, hvítleykur og salt.
Sitrónvatn? Ja, tað sigur seg sjálv, ha? :p
Grundin til at eg leggi hetta út, er osturin! Keyp hann, smakka hann og elska hann ;)
Grundin til at eg leggi hetta út, er osturin! Keyp hann, smakka hann og elska hann ;)
Um tú roynur hetta, sigi mær frá, hvat tú heldur um tað :D
Takk fyri, at tú læs mítt blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar